
Mórubróðir
Guttigadus latifrons
Tjúkkastur er mórubróðir um bulin, hann hevur klæna klingru og tvær ryggfjaðrar, mest sum samanvaksnar. Fremra er lítil og tríkantað, hægst framman. Fyrsti teinur er eins høgur ella eitt sindur hægri enn teinarnir í aftaru ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long, kemur heilt aftur í klingruna. Gotfjøðurin er næstan eins long, og hon kemur næstan fram á hálva uggafjøðurina. Sterturin er lítil og rundur. Uggafjaðrarnar eru smáar, og tær eru festar beint undir fremra enda á fremru ryggfjøður. Mórubróðir hevur smalar og nakað langar búkfjaðrar. Finnan er sera lítil. Kjaftklovin kemur aftur undir hálvt eygað. Høvdið er stórt, um 21-24% av heildarlongdini. Hann hevur stór eygu, og gronin er umleið líka long sum eygnatvørmátið. Hetta fiskaslagið er lítið kent.
Útbreiðsla
Mórubróðir er sunnan fyri Føroyar, við Lúsabanka og norður móti sjómarkinum sunnanfyri. Sunnan fyri Ísland, vestan fyri Írland til Portugals. Ein er fingin í Miðjarðarhavinum.

Stødd
Mórubróðir verður upp í 19 cm úr trantinum aftur í klingruna.
Dýpi
Hann er við botnin og uppfrá, á dýpum millum 770 m og 1875 m.
Litur
Inni í kjaftinum og í táknaholunum er hann dimmur, annars veitst einki um litin.
Eyðkenni
Lítli fiskurin, stóra høvdið og klæna klingran.
Týdningur
Mórubróðir hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Mórubróðir |
| Lat: | Guttigadus latifrons, Laemonema latifrons |
| Ísl: | Mórubróðir |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…
