{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sæð serliga hvalspýggju

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var um hvalspýggju úr hópinum siphonophorum, sum er eitt gjøgnumskygt, gelekent djóraplankton.

Hesar hvalspýggjur eru trupular at taka sýni av fyri at staðfesta slagið, tí tær eru so viðbreknar. Men talan er allarhelst um slagið Apolemia uvaria, sum hevur fingið føroyska navnið “Perlubandshvalspýggja”. Siphonophorur gera langar, flótandi ketur á sjónum, og sjóvarstreymar ávirka, hvussu tær ferðast. Tað vóru júst sovorðnar ketur, sum flutu í vatnskorpuni.

Soleiðis síggja hesar hvalspýggjurnar út, tá tær flóta í vatnskorpuni (langi hvíti strongurin mitt á myndini).

Sum samstarvspartnari í granskingarverkætlanini GloBECC hjá Granskingarráðnum, undir leiðslu av Firum, skrásetir Havstovan hesa serligu eygleiðing har. Ein partur av GloBECC verkætlanini er at fylgja við mongdini av hvalspýggju kring Føroyar, fyri at betra um okkara fatan av, hvussu tær ferðast millum økir við havstreymum; tað vil siga um pelagiskar hvalspýggjur verða førdar inn á føroyska landgrunnin ella ferðast longur norður móti Noregi. Hesar seinastu eygleiðingarnar benda á, at tað er neyðugt at styrkja eftirlitið inni á Landgrunninum. Tó vísa fyribils metingar frá flutningsmodellinum hjá Firum (FarCoast), at hesar hvalspýggjurnar møguliga verða førdar burtur frá føroyska økinum. Higartil finst ongin skráseting av hesi hvalspýggju inni á føroyska landgrunninum.

Apolemia uvaria, perlubandshvalspýggja, finst í høvunum kring allan heimin. Seinastu tvey árini eru fráboðanir komnar um vaksandi mongdir av hesi hvalspýggju í norskum sjóøki. Hetta vaksandi talið hevur skapt avbjóðingar fyri alivinnuna í Noregi. Hví talið er vaksið er óvist; tað kann hava samband við øktar mongdir av øðrum hvalspýggjum, sum eru føði hjá siphonophorum, ella við broytingar í útbreiðslu av vatnmassum.

Ian Salter

Umhvørvi

Havevnafrøðingur, Ph.D

ians@hav.fo / +298 25 24 72

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Óvanligir gestir skolaðir upp í Koltri

04.09.2024

Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar s…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…