{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hemari

Lamna nasus

Hemari er tjúkkvaksin um miðjuna og mjækkar út í báðar endar. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra situr frammanvert miðjuna, er stór og tríkantað. Hin aftara er lítil og situr heilt aftur móti klingruni, og beint undir henni situr tann eins lítla gotfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru smáar og sita við gotið. Hesar fjaðrarnar eru allar spískar aftureftir. Uggafjaðrarnar eru stórar og minna um bøksl. Hann hevur ‘kjøl’ hvørjumegin klingruna og eitt sindur fram á sporlið, eitt skarð inn í klingruna, bæði undir og yvir, beint við stertin. Hann hevur spískan trón, hvassar, tríkantaðar tenn, sum hava ein lítlan spíss hvørjumegin inni við tanngarðin.

Útbreiðsla

Hemari er báðumegin í Norðuratlantshavinum. Úr Barentshavinum suður til Vesturafrika. Í Norðsjónum og Miðjarðarhavinum. Undir Grønlandi, Íslandi, Føroyum og runt Bretsku Oyggjarnar. Frá Nýfundlandi til New Jersey. Eisini á syðru hálvu, frá Kili, Argentina, Suðurafrika til Avstralia og Nýsælands. Hann er bæði inni við land og á víðum havi.

Stødd

Í mesta lagi upp ímóti 4 m, tó sjáldan yvir 3 m. Hann kann viga yvir 300 kg, men vanliga stórir hemarar viga um 150 kg.

Dýpi

Uppsjóvarfiskur, vanliga ikki djúpari enn 150 m, men er tó fingin djúpari enn 700 m.

Litur

Myrkt grábláur ella blásvartur á bakinum. Um síðurnar og búkin er hann ljósari. Afturkanturin á fremru ryggfjøðurini og á stertinum er ljósur.

Eyðkenni

Innara hornið á uggafjøðurini røkkur aftur undir miðjuna á tí fremru ryggfjøðurini. Hemari er tjúkkvaksin. Teir serligu ‘kjalirnir’ og skørðini inn í klingruna eyðkenna hemara.

Týdningur

Hemari hevur ofta góðan prís og verður nógv veiddur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hemari
Lat:Lamna nasus
Dan:Sildehaj
Eng:Porbeagle, Mackerel shark
Fin:Sillihai, Hoomeri
Fra:Requin taupe commun, Gaos vor, Long nez, Marache, Marraso, Melantoun, Mor gaoz, Muzeraille, Naz harg, Nez, Pichoun lami, Requin, Taupe, Touille bæuf
Gri:Skylópsaro, Carcharias
Ísl:Hámeri
Ita:Smeriglio, Cagna, Talpa
Jap:Môka-zame
Ned:Haringshaai, Neushaai
Nor:Håbrann, Håmerr, Lyster, Sildehai
Pol:Zarlacz sledziowy, Lamna
Por:Tubarão-sardo, Anequim, Marracho, Peixe Câo, Sardo, Tubarao sardo
Rus:Se’ldevaja akula, Lamna
Spa:Cailón marrajo, Marrajo, Marrajo sardinero, Morraco, Tiburón
Sve:Håbrand, Sillhaj
Týs:Heringshai
USA:Porbeagle

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira