{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Norðhavssild

Clupea harengus

Norðhavssild er størsti sildastovnurin í heiminum og er eisini týdningarmikil fiskastovnur fyri føroyska búskapin; viðhvørt verður heitið atlantoskandisk sild eisini brúkt um norðhavssildina.

Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur nógv sýldan stert. Roðslan er stór og situr leys. Hon hevur undirbit. Fæst við land og til havs.

Sild er átøk brislingi, men kennist frá honum, m.a. við tað at kjalarskrubbið hakar ikki í, tá strokið verður frameftir.

Sild verður upp í 47 cm til longdar, men er tó sjáldan yvir 40 cm. Elsta aldursgreinaða sild undir Føroyum var 17 ár.

Útbreiðsla

Norðhavssild er at finna frá Barentshavinum, suður móti Norðsjónum og vestur til Íslands. Útbreiðslan er ikki jøvn gjøgnum árið, men frá apríl-mai til november er hon sum oftast at finna norðanfyri í føroyskum øki.

Gýtingarøkið er fram við norsku strondini (gult) og høvuðsuppvakstrarøkið er í Barentshavinum (brandgult).

Veiða

Veiðan av norðhavssild hevur sveiggjað nógv. Serliga eftir seinna heimsbardaga øktist fiskiskapurin nógv, og seinast í sekstiárunum varð stovnurin niðurfiskaður. Aftan á at tveir góðir árgangir settu til stovnin mitt í nítiárunum øktust landingarnar aftur og norðhavssild er í dag ein týðandi partur av føroyska fiskivinnubúskapinum.

Norðhavssild verður fiskað av nógvum londum; Noreg, Ísland og Føroyar eru tey londini, sum veiða mest norðhavssild. Burtursæð frá Barentshavinum, har ungfiskurin heldur til, verður norðhavssild veidd í øllum útbreiðsluøkinum.

Norðhavssild verður umsitin í felag við øðrum strandalondum, sum í besta føri eru samd um, hvussu heildarveiðan skal býtast millum lond. Í løtuni er tó ikki semja millum strandalondini um, hvussu heildarveiðan skal býtast.

Vektarbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Á hvørjum ári verður norðhavssildin stovnsmett. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarstovninum ICES.

Norðhavssildastovnurin er í 2024 undir fyrivarnismarkinum. Hetta merkir, at gýtingarstovnurin er í so stórari minking at galdandi umsitingarætlanin fyri norðhavssild ásetir, at strandalondini minka sína veiðu eyka, fyri at lætta veiðutrýstið á stovnin. Góði árgangurin frá 2016 kláraði í nøkur ár at tálma minkingini í stovninum, men nú tykist minkingin aftur at taka til.

Stovnsmetingarúrslit

Veiða

Veiðan av norðhavssild hevur í nógv ár ligið oman fyri ta frá ICES tilmældu veiðuna.

Í 2023 var tilmælda veiðan 511 túsund tons. 680 túsund tons vórðu veidd.

Tilgongd

Tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

2016-árgangurin, sum nú er við at gerast gamal, er enn bulurin í stovninum.

1983-árgangurin verður mettur sum avgerandi fyri at norðhavssildin kom fyri seg aftur aftaná ’kollapsið’ í 60-unum, og 1992-árgangurin fekk gýtingarstovnin at vaksa upp um 8 milliónir tons í 1997. Um aldarmótið vóru aftur fleiri góðir árgangir – 1998, 1999, 2002, 2003 og 2004, sum hava hildið stovnsstøddini uppi, til stovnurin støðugt fór at minkað eftir 2010. Árgangirnir frá 2009 og 2013 vóru ikki heilt vánaligir, men tó verri enn langtíðar miðal.

Veiðutrýst

Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið, har varsemi skal vísast, síðani 2019 (FMSY = 0,157).

Gýtingarstovnurin varð í 2014 mettur at fara niður um 5 mió tons (táverandi burðardygga markið), og tí lækkaði veiðutrýstið samsvarandi veiðusetninginum í umsitingarætlanini. Í 2018 blivu tilvísingarvirðini fyri norðhavssild endurmett, og tá hækkaði veiðutrýstið aftur (eisini samsvarandi veiðusetninginum í nýggju umsitingarætlanini).

Síðstu árini hava strandalondini hvørt ár góðkent ásettu heildarveiðuna, sum ICES mælir til, men hava tó ikki samst um býtið millum londini, og tí hevur samlaða veiðan verið hægri enn tilmælda veiðan á hvørjum ári. Tískil hevur veiðutrýstið verið nakað hægri, enn um semja var um býtið av veiðuni.

Gýtingarstovnur

Stovnurin er støðugt minkaður síðani 2010. Minkingin hasaði nakað av eftir 2015, fyrst orsakað av lækkaðum veiðutrýsti og síðan tí góði 2016 árgangurin setti til.

Gýtingarstovnurin er í 2024 undir burðardygga markinum (Btrigger = 3,184 mió. tons). Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

Aldursbýti

Norðhavssildin er eyðkend av at stórir árgangir seta til stovnin av og á. Í løtuni er stovnurin púra stýrdur av 2016-árganginum, sum er helvtin av øllum fiskaðum norðhavssildum.

Fyri aldursbýtið í norðhavssildaveiðuni hevur hetta í nógv ár merkt , at meira enn onnur hvør fiskað norðhavssild er frá 2016 árganginum.

Norðhavssildin flytir seg ójavnt í Norðurhøvum, alt eftir hvussu stór hon er. Hetta merkir at aldursbýtið í føroysku veiðuni, sum stórtsæð ikki er veidd í norskum sjógvi, ikki er tað sama sum aldursbýtið í samlaðu veiðuni. Í 2022 var fjórðingurin av sildini, sum føroysk skip fiskaðu 6 ára gomul, og meginparturin av restini millum 8 og 13 ár. Í samlaða fiskiskapinum var meira fingið av yngru árgangunum – hetta speglar, at t.d. norski fiskiskapurin er í økjum, har yngra sildin vistast.

Við at “blaða” millum árstølini ovast á myndini sæst aldursbýtið í føroysku veiðuni síðstu fimm árini.

Umsitingarætlan og tilvísingarvirði

Strandalondini samdust í 2018 um langtíðar umsitingarætlan (veiðisetning) fyri norðhavssild. Henda stýring byggir á at:

1. Halda gýtingarstovninum oman fyri niðara vandamarkið 2,5 milliónir tons (Blim);
2. Veiðan skal stýrast við ásetan av hámarksveiðu (TAC), so at veiðitrýstið ikki verður hægri enn 0,14 (11%);
3. Um gýtingarstovnurin fellur undir fyrivarnisstøddina 3,184 milliónir tons (Bpa), skal veiðitrýstið í stk. 2. lækkast soleiðis, at gýtingarstovnurin aftur fer upp um tær 3,184 milliónir tonsini;
4. Ætlanin skal endurskoðast hvørja ferð ICES kemur við nýggjari ráðgeving .

ICES metir hesa ætlan at vera í tráð við fyrivarnismeginregluna.
Høvuðsbroytingin í hesi umsitingarætlanini samanborið við hana, sum var frammanundan, er, at fyrivarnismarkið flutti frá 5 milliónum til 3.184 milliónir tons. Av tí at stovnsstøddin hevur verið júst um hetta markið síðstu fimm árini, merkir tað, at stovnurin okkurt árið hevur verið troyttur við lægri veiðutrýstum enn nýggja umsitingarætlanin loyvir.

Lívfrøði

Norðhavssild er uppsjóvarfiskur, ið ferðast víða.

Útvortis ber ikki til at skilja norðhavssild frá øðrum sildastovnum. Í ávísan mun kann norðhavssildin skiljast frá øðrum sildastovnum við at hyggja at nytruni; av tí, at norðhavssildin verður gýtt um várið, so byrjar hon lívið við einum vakstrartíðarskeiði, og miðjan á nytruni verður tískil ógjøgnumskygd. Uppvøksturin í Barentshavinum gevur harafturat nytrunum tað eyðkenni, at innastu ringarnir á nytrunum hjá norðhavssild oftast eru nakað tunnir.

Til ber at skilja norðhavssild frá øðrum sildastovnum við ílegukanningum.

Vøkstur

Norðhavssild veksur umleið 5 cm um árið, frá hon er 1 ára gomul til hon er kynsbúgvin. Eftir hetta veksur hon 0,3-0,5 cm um árið. 4 ára gomul norðhavssild er umleið 29 cm og 10 ára gomul um 35 cm til longdar. Vøksturin broytist tó nakað, alt eftir hvussu stórur stovnurin er. Tað vanliga er, at tá stovnurin er stórur, verða einstøku fiskarnir smærri. Norðhavssild verður í mesta lagi 47 cm, men verður sjáldan longri enn 40 cm; tá vigar hon eini 500 g og er 7-17 ára gomul.

Norðhavssild verður sjáldan eldri enn 17 ár.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av norðhavssildini fyrstu ferð sum 4 ára gomul, og tá er hon um 29 cm til longdar. Av tí at vøksturin broytist, alt eftir stovnsstøddini (tá stovnurin er lítil veksur hvør einstakur fiskur eitt vet skjótari enn tá stovnurin er stórur), so broytist eisini búningin. Fyri vanligar árgangir er norðhavssild undir 4 ár óbúgvin, 40% er búgvin tá hon er 4 ár, 80% er búgvin tá hon er 5 ár og øll sild eldri enn 6 ár er búgvin. Fyri stórar árgangir verður hetta sambandið nakað forskotið soleiðis at 10% av 4 ára gamlari sild er kynsbúgvin, 60% av 5 ára gamlari, 90% av 6 ára gamlari og øll norðhavssild er búgvin, tá hon er 7 ár ella eldri.

Gýting

Gýtingartíðin hjá norðhavssild er í februar-mars fram við norsku strondini (Gula økið á myndini). Hon gýtir á 100‑250 m dýpi yvir sandutum botni, har hitin er 4‑7 °C. Tey gitnu rognkornini søkka og leggjast á botn og klekjast umleið tríggjar vikur seinni. Høvuðsgýtingarøkið hevur flestu ár verið uttan fyri Møre, men gongdin síðan 2022 hevur verið at meginparturin av stovninum gýtir longur norðuri tætt við Lofoten.

Yngul og ungfiskur

Stutt eftir klekingina flotna larvurnar upp í sjógvin og eru tá mest úr vatnskorpuni og niður á 50 m, har tær reka við streymunum. Fram við norsku strondini rekur mest norður. Nakað av ynglinum fer inn undir land á norskar firðir og víkir, meðan nakað verður verandi uttan­skers. Í árum við miðalgóðum og vánaligum árgangum er tað mesta av ung­sildini at finna innansyndis og nær landi í Noregi. Tey árini, tá góðir árgangir koma undan, er Barentshavið høvuðsuppvakstrarøkið, og her heldur sildin til tey fyrstu trý árini (Brandgula økið á kortinum). Tá hon nærkast kynsbúningaraldri leitar hon sær út úr Barentshavinum til tann vaksna stovnin, og tá byrjar eitt árligt ferðingarmynstur.

Føði

Høvuðsføðin hjá sild er reyðæti (Calanus finmarchicus), men eisini aðrir kopepodar eru av týdningi eins og krill og amfipodur kunnu vera týðandi partur av føðini. Tá sild er nær landi, er føðin heldur øðrvísi, enn tá hon er á opnum havi.

Ferðing

Norðhavssildin er ein ferðandi stovnur. Hon gýtir fram við norsku strondini í februar-mars, og síðani leitar hon sær vestur í hav at finna sær føði í Norskahavinum. Frá apríl til november er hon at finna í føroyskum øki, og hon økist nógv í vekt, ta tíðina hon er úti í Norskahavinum. Tíðliga um summarið er norðhavssildin sunnaliga móti Føroyum og Íslandi, men seinni um summarið fer hon bæði longur vestur og norður. Út á heystið flytur hon aftur eystur- og norðureftir, men partur av stovninum verður verandi í økinum norðan fyri Føroyar. Um veturin ferðast hon til vetrarøki, har hon dvølir til hon aftur byrjar gýtingarferðingina seint um veturin.

Litur

Sild er myrkablá á bakinum og silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.

Afturlit – Gamla ferðingarmynstrið hjá norðhavssildini og aðrir tættir úr vinnusøguni

Ferðingin hjá norðhavssildini er sera broytilig, hetta hevur eitt nú víst seg við hvørji vetrarøki sildin brúkar. Áðrenn norðhavssildin hvarv í 1960unum, var vetrarøkið á markinum millum Føroyar og Ísland.

Tá sildin so smátt kom fyri seg aftur um ár 1990, stóð hon øll inni á Ofotfjørðinum í Lofoten um veturin. Árgangirnir frá 1998-1999 vóru báðir rættiliga stórir, og tá teir komu inn í vaksna stovnin um ár 2003, stóðu teir um veturin fram við norsku strondini, og hetta høvuðsvetrarøkið helt sær til umleið 2015. Nú tykist tað sum ein partur enn nýtir hetta vetrarøkið, meðan partur av norðhavssildini er úti á opnum havi norðan fyri Føroyar og nær Íslandi.

Áðrenn sildin hvarv í 1960unum, gýtti ein partur av stovninum á Sandoyarbankanum, men henda gýting hevur ikki tikið seg uppaftur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Sild
Lat:Clupea harengus
Dan:Sild
Eng:Herring, Digby, Filling, Full, Halflin, Maizy, Mat full, Mattie, Nun, Peeo, Scadan, Shaldoo, Sild, Wine drinkers, Yaulin, Yawling
Fin:Silli, Haili, Silakka
Fra:Haring, Chardin igarra, Hareng commun, Harink, Harinkiet
Gri:Rénga
Grø:Atlantikup ammassassuaa, Angmagssagssuaq
Ísl:Síld, Hafsíld, Kópsild
Ita:Aringa
Jap:Kadoiwashi
Ned:Haring, Bliek
Nor:Sild, Strømming
Pol:Sledz
Por:Arenque
Rus:Sel’d, Mongopozvonkovaya seld, Se’l’d, Seld
Spa:Arenque
Sve:Sill, Strømming
Týs:Hering
USA:Herring

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild

æti
djóraæti
Sild
Áramál
2020 – 2021
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Inga Kristiansen

Verkætlanin er endað!

Árligar sildakanningar í mai síðani 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Henda verkætlanin kannaði nøgdir, sløg og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai. Úrslit vísa, at sildin er mest savnað, har mest føði er. Høvuðsføði hjá sild er tað vanliga reyðætið, Calanus finmarchicus. Magakanningar vísa harumframt, at sildin hevur ávikavist minni og meira føði í magunum í tíðarskeiðum, tá lítið og nógv av subartiskum Íslandssjógvi rekur inn í Norskahavið. Tá nógv av subartiskum sjógvi floymir inn í Norskahavið, er eisini meira av tí størra og føðsluríkara subartiska reyðætinum, Calanus hyperboreus. Hetta sæst aftur í magakannunum, og bendir á at sildin helst fær sær C. hyperboreus framum C. finmarchicus, tá møguleiki er til tess. Meira kann lesast í vísindaligu greinini “Spatial Feeding Variability of the Feeding Conditions for the Norwegian Spring Spawning Herring in May”, ið er almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum

yngul
Áramál
2019 – 2020
Fígging
Granskingarráðið
Fólk á Havstovuni
Sólvá Jacobsen

Verkætlanin er endað!

Verkætlanin hevði til endamáls at kanna føðiviðurskiftini, vøksturin og yvirlivilsi hjá yngli (her ímillum toski, hýsu og nebbasild) á Landgrunninum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvørji umhvørvisviðurskifti (serliga føðinøgdir og sløg) hava størstan týdning fyri væl eydnaðan vøkstur og yvirlivilsi frá kleking um vári til fiskurin tekur botn á sumri. Sýnir vórðu tikin av fiskayngli á 5 túrum frá apríl til juni í 2019. Hesa tíðina livir yngulin uppi í sjónum, har hann einamest etur djóraæti. Túrarnir eydnaðust væl. Gróðurin tók seg ikki upp fyrr enn í juni hettar árið, og tað er nakað seinni enn vanligt. Týðiligt var, at fiskayngulin hevði ein lakan vøkstur og lágt yvirlivilsi vegna vantandi føði í hóskandi støddum (t.e. smáar til miðalstórar vatnloppur). Ein stórur fløskuhálsur sýntist at verða í seinnu helvt av mai.

Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum

fiskur
Landgrunnur
yngul
Áramál
2015-2017
Fígging
Statoil og Granskingarráðið
Fólk á Havstovuni
Sólvá Jacobsen

Verkætlanin er endað!

Við verkætlanini er betri greiða fingin á, hvussu livilíkindini hjá toska- og hýsularvum á føroyska landgrunninum eru tengd at umhvørvinum og serliga føðiviðurskiftunum. Kanningar av prøvum tiknir síðst í apríl 1997-2016 hava víst, at nøgdirnar av plantuæti á vári avgera nøgdirnar av smáum (landgrunna) djóraæti, sum eru høvuðsføðin hjá fiskalarvum hesa ársins tíð (Jacobsen et al., 2018*). Miðallongdin og talið av toska- og hýsuyngli á sumri er størst, tá ið gróðurin er góður. Nytrukanningar vístu, at munurin í miðallongd er bæði eitt úrslit av betri vøkstri og hægri miðalaldri tey árini, tá gróðurin er góður, í mun til ár tá gróðurin ikki er góður.

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

14.01.2022

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …

Sildaarvastrongurin lýstur

03.12.2019

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…