{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hornfiskur

Belone belone

Hornfiskur er langur og mjáur fiskur. Kjafturin er eitt langt nev, undirkjafturin er longri enn yvirkjafturin. Hann hevur hvassar tenn. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, ið sita afturi á sporlinum. Tær eru høgar framman og lágar aftan. Uggafjøðurin er spísk, nærum tríkantað. Hann hevur smáar búkfjaðrar, sýldan stert. Strikan situr niðast á síðuni.

Útbreiðsla

Hornfiskur er frá Biskeiavíkini norðureftir í Norðsjógvin, kring Bretsku oyggjarnar, í Eystarasalti, fram við Noregi til Tróndheims. Hann sløðist norður í Barentshavið, til Íslands og Grønlands. Hann kemur um heystið og tíðliga á vetri í føroyskan sjógv og er tá víða á landgrunninum og langt til havs.

Stødd

Hornfiskur verður upp í 100 cm í fullari longd.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur. Fer víða, ofta nær landi, men eisini langt til havs.

Litur

Hann er myrkabláur ella grønligur um bakið. Silvurglitrandi bláligur um síðurnar og gulligur undir búkinum. Beinini í honum eru grøn.

Eyðkenni

Tað langa nevið, állaskapið og tey grønu beinini.

Týdningur

Hornfiskur hevur ikki vinnuligan týdning hjá føroyingum, men aðrastaðni verður nakað fiskað av honum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hornfiskur
Lat:Belone belone
Dan:Hornfisk
Eng:Garfish, Brod iasg, Garpike, Gaugnet, Greenbane, Needle fish
Fin:Nokkakala, Nokkahauki
Fra:Orphie commune, Aguglia, Aguia, Aigueille, Aiguille, Aiguille de mer, Aiguillette, Anguillo, Equerfi, Ivinek, Olfi, Oratea
Gri:Zargána, Belonidi, Sargomnos
Ísl:Geirsili, Geirnefur, Hornfiskur
Ita:Aguglia, Agora, Aguglia commune
Jap:Datsu
Ned:Geep, Snip
Nor:Horngjel
Pol:Belona
Por:Peixe agulha, Agojo, Agulha, Agulhâo
Rus:Obyknovenny sargan, Sargan
Sco:Brod-iasg, Gaugnet, Green bane, Needle fish
Spa:Guya, Aguja, Agujeta, Saltón
Sve:Horngädda, Hornfisk, Näbbgädda
Týs:Hornhecht, Hornfisch
USA:Garfish

Viðkomandi tíðindi

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Jákup Sverri aftur av makreltúri

    Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi

    Les meira