{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lýrur

Pollachius pollachius

Lýrur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Tann myrkagrøna strikan er væl bend oman fyri uggafjaðrarnar. Gotið er næstan frammi undir fremra enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stórt undirbit.

Útbreiðsla

Lýrur er frá Biskeiavíkini norður í Norðsjógvin, Kattegat og Skagerrak. Hann er við Bretsku oyggjarnar, við Noreg norður til Finnmørkina. Hann fæst onkuntíð undir Føroyum. Sløðist til Íslands.

Stødd

Lýrur verður í mesta lagi 130 cm langur. Í veiðuni vanliga millum 30 og 90 cm. Hann er sum upsi, smáur inni við land og størri útiá.

Dýpi

Hann er bæði uppsjóvarfiskur og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 200 m.

Litur

Lýrur er olivengrønur til myrkabrúnur um bakið. Hvøss avmarking er móti ljósaru silvurlitunum á síðunum. Hann er hvítur undir búkinum. Smáfiskar í taranum eru reyðbrúnir og hava reydligan lit ímillum teir gráu blettirnar á síðunum.

Eyðkenni

Hann minnir um upsa, men er tjúkkari. Ein munur er strikan, ið er so bogin, annar at gotið er frammarlaga. Hann hevur stórt undirbit.

Týdningur

Undir Føroyum er lítið til av hesum fiski, onkur fæst av og á, t.d. á seiðabergi, inni í firðum og sundum, men eisini úti á landgrunninum. Aðrastaðni verður væl veitt av lýri.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lýrur, Hvítseiður, Lini
Lat:Pollachius pollachius
Dan:Lubbe, Blåsej, Lyssej
Eng:Pollack, Laid, Lythe
Fin:Lyyraturska
Fra:Lieu jaune, Abadira, Âne, Colin, Colin jaune, Grélin, Lebourc’h, Leonek, Leu, Lieu, Luts, Merlu, Merluche blanche, Merluverdin, Officier
Gri:Bakaliaros
Ísl:Lýr
Ita:Merluzzo giallo
Ned:Pollak, Vlas Wijting, Witte koolvis
Nor:Lyr
Pol:Rdzawiec, Grazniak
Por:Juliana, Bacalhau, Badejo, Bergelo, Paloca, Peixe cabra
Rus:Lyur, Serebristaja sajda
Spa:Abadejo, Badexo, Pollack
Sve:Bleka, Blanksej, Bleker, Lyrtorsk
Týs:Pollack, Heller Seelachs, Klamottendorsch, Steinkøhler

Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

25.03.2026

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…