{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Føroyahávur

Scymnodon obscurus

Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar og lítlan pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Tann fremra situr mitt á fiskinum. Hin aftara er heldur størri enn tann fremra og kemur ikki aftur móti stertinum. Hann hevur smalar uggafjaðrar, sum ikki røkka aftur til fremru ryggfjøður. Miðjan á búkfjaðrafestunum situr undir fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er stuttur við stórum, rundum skarði millum ovara og niðara stertablað. Høvdið er um 23% av heildarlongdini. Hann hevur 5 smáar táknarivur framman fyri uggafjaðrarnar. Gronin er eitt sindur longri enn kjaftbreiddin. Andahol.

Útbreiðsla

Føroyahávur er bert fingin eina ferð her um leiðir, í Rósugarði á Íslandsrygginum. Hann er annars frá Vesturafrika til Madeira og vestureftir til Suðurbrasil og Meksikoflógvan.

Stødd

Føroyahávur kann gerast í minsta lagi 80 cm langur.

Dýpi

Hann er botnfiskur og miðsjóvarfiskur, úr 200 m og djúpari. Tað er óvist, hvussu djúpt hann fer, men møguliga niður á 1450 m.

Litur

Javnbrúnur.

Eyðkenni

Hann er smidligur fiskur. Miðjan á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Aftari endi á búkfjaðrafestinum er mitt undir aftaru ryggfjøður.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

ES

Íslendskir fiskifrøðingar góvu hesum hávi navnið færeyjaháfur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Føroyahávur
Lat:Scymnodon obscurus
Eng:Smalltooth velvet dogfish
Fra:Squale-grogneur queue échancré
Ísl:Færeyjaháfur
Jap:Suji-birôdozame
Por:Areganhada-de-focinho-comprido
Spa:Bruja boca chica
Sve:Svarthai

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira