Skjórutur springari
Lagenorhynchus acutus
Skjórutur springari er lítil tannhvalur í springaraætt.
Hann ferðast víða um í Norðuratlantshavinum, í størri og smærri bólkum, eisini sæst hann í grindabólki. Skjórutur springari og kjafthvítur springari kunnu til tíðir koma í bland, tá teir verða eygleiddir, og umskarast tí báðir stovnar í útbreiðslu.
Føðin er í stóran mun fiskur av ymsum slag, men eisini eitt sindur av høgguslokki verður etið.
Skjórutur springari hevur eitt lutfalsliga langt og boygt horn. Bøkslini eru long og spísk. Í liti er hann myrkagráur eftir rygginum og ljósur eftir búkinum. Á síðuni er hann skjórutur við gulligum, hvítum og gráligum litum.
Stovnsmeting og veiða
Tað er mett, at allur skjórutur spingari í Norðuratlantishavi er ein stovnur. Hetta vísa íløgukanningar eisini.
Tað er trupult at stovnsmeta skjórutan springara og orsøkirnar eru fleiri. Skjórutur springari ferðast ógvuliga skjótt og røkkur tí sera víða upp á stutta tíð. Hann heldur seg nógv í vatnskorpuni og kavar í stutta tíð, so torført er at meta um stødd á einum bólki, tá eygleitt verður. Eisini ávirkast hann av skipum við antin at amast upp á ella flyta seg vekk frá. Trupulleikin við at skilja millum skjórutan- og kjafthvítan springara hevur við sær, at tá stovnsmetingar verða gjørdar, verða bæði sløgini, til tíðir, bólkaði saman.
Fyri at fáa eina mynd av stovninum fyri skjórutan springara, kunnu ymsar kanningar og eygleiðingar setast saman fyri at fáa eina heildarmynd.
Gjøgnum ílegukanning, ið varð gjørd í 2016, grundað á ílegumargfeldi og ílegubroytingarferð, bleiv ein samlaður stovnur mettur at vera millum 100.775 – 146.363 skjórutir springarar.
Eygleiðingakanningar frá 2015 og 2016 í føroyskum, íslendskum og bretskum sjóøki, góvu eina meting áljóðandi 148.453 skjórutar springarar.
Kanningar hjá Norra frá 2014-2018, norðuri í Norðsjónum og í Norska-, Grønlands-, og Barentshavinum, góvu eina meting áljóðndi 187.482 hvalir. Her skal sigast, at ikki er skilt millum skjórutan- og kjafthvítan springara.
Hagtøl fyri skórutan springara, ið hava lagt beinini í Føroyum, fara aftur til 1872. Tað eru stór sveiggj í, hvussu nógvir springarar hava verðið hildnir til gjøgnum árini, frá ongum til 744 springarar árliga. Tó blivu 1423 skjórutir springarar hildir til í Skálabotni í 2021.
Í 2022 bleiv eitt hámark sett fyri, hvussu nógvir skjórutir springarar kunnu drepast árliga. Hámarkið varð sett til 500 springarar.
Status viðvíkjadi reyðlista
Skjórutir springarar, ið hava lagt beinini í Føroyum síðani 1995.
Útbreiðsla
Skjórutur springari er at finna víða um í Norðuratlantshavinum. Tað kann vera trupult at skilja millum skjórutan- og kjafthvítan spingara. Kanningar vísa, at kjafthvítur springari heldur seg meira at landgrunnunum í Barentshavinum, í Norðsjónum og í Íslandi og Grønlandi.
Lívfrøði
Í springaraættini Lagenorhynchus eru 2 sløg um okkara leiðir: Skjórutur spingari (Lagenorhynchus acutus) og kjafthvítur spingari (Lagenorhynchus albirostris). Tá springarar verða hildnir til, er tað so at siga altíð tann skjóruta springaran, talan er um. Eygleiðingar vísa eisini, at kjafthvítur springari ikki kemur inn á føroyska landgrunnin, eins og skjórutur springari.
Vøkstur
Skjórutur spingari verður um 250 cm til longdar og vigar 200-230 kg. Kallhvalurin verur nakað størri enn kvennhvalurin.
Kallhvalurin verður í mesta lagið 22 ára gamal, meðan kvennhvalurin verður 27 ára gamal.
Aldurin á skjórutum springara verður staðfestur við at lesa árringarnar í tonnunum.
Tonn hjá 12 ára gomlum skjórutum springara.
Nøring
Kvennhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 6-12 ára gamal. Kallhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 7-11 ára gamal.
Kvennhvalurin er kviðin umleið 10-12 mánaðir og er tíðarbilið millum hvørja ferð, hann leggur, áleið 2-3 ár. Skjórutur springari leggur frá mai til august, oftast í juni og juli. Nýlagdur hvølpur (leiftur) er um 110 cm langur og sýgur hann í umleið 18 mánaðir.
Aldursbýti eftir kyni í føroysku veiðuni síðani 2001.
Ferðing
Skjórutur springar ferðast víða. Merktir springarar hava víst, at teir kunnu leggja 300 km afturum seg upp á 60,3 tímar. Hetta gevur eina miðalferð á 5 km/t.
Skjórutur springari ger nógvar styttri kavingar; 76% av kavingunum eru styttri enn 1 min.
Hann ferðast vanliga við øðrum hvalasløgum, so sum grindahvali og hvessingi.
Føði
Skjórutur springari er opportunistur viðvíkjandi føði og nemur hann sær føði av tí, sum er at fáa. Serliga etur hann fisk, so sum sild, makrel, tosk, hýsu, upsa og svartkjaft. Tað verður hildið, at nebbasild er ein týðandi partur av føðini, hóast hetta er torført at staðfesta, tí nebbasildin er litil og sodnar skjótt.
Nakað av høgguslokki verður eisini etið.
Viðkomandi tíðindi
Springari á Kappanum
27.11.2023
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…
Nýtt frá merktu springarunum
20.09.2023
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …
Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni
21.07.2023
Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlands…
Ferðing hjá springarunum í ein mánað
12.07.2023
Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hv…
Allir springararnir sunnanfyri
20.06.2023
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á…
Merktu springararnir fylgjast ikki
13.06.2023
Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, …
TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum
21.03.2023
TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…
Springarin farin til stroks
28.09.2022
Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjan…
Merktu springararnir farnir í ymsar ættir
09.09.2022
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. …
Teir merktu springararnir eru nú norðanfyri
05.09.2022
Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar. Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum …