
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri. Nevnast kunnu saltinnihald, føðslusølt, ymiskt æti og e-DNA. Sjógvurin í Skopunarfirði umboðar væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum og við at kanna sjógvin tíðugt, fáa vit virðismikla og dagførda vitan um Landgrunnin.
Ein av hesum kanningum er nøgdin av plantuæti í sjónum. Gróðurin av plantuæti er, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlag undir øllum djóralívinum á Landgrunninum, og m.a. sæst eitt týðiligt samanfall millum broytingar í plantuæti og liviumstøður hjá fiski. Plantuætið er føði hjá smáum djóraæti, sum er føði hjá m.a. fiskayngli, sum aftur ávirkar bæði tilgongd til fiskastovnarnar og føði hjá størri fiski.
Bæði tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, og nøgdirnar av plantuæti, hava týdning fyri føðiviðurskiftini á Landgrunninum. Hetta kann vera sera ójavnt frá ári til annað. Summi ár fellur tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, væl saman við føðitørvin hjá fiskaynglinum, og tá er vanliga væl av føði til ynglið. Men onnur ár kemur gróðurin ov seint ella er ov lítil, og tá plagar at vera verri hjá ynglinum.
Í fjør kom gróðurin um miðan mai og vaks heilt nógv ta fyrstu tíðina. Hann minkaði ógvisliga í juni og vaks síðan aftur í juli (sí myndina).
So hvørt úrslitini av kanningunum av plantuæti eru tøk, leggur Havstovan tey á sína heimasíðu, og nógv eru, sum fylgja við gongdini. Tann fyrsta mátingin í ár er gjørd, og spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður komandi vár og summar.
Viðkomandi tíðindi

Sera lítil gróður á Landgrunninum
Vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur á til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til annað, nær hann byrjar og eisini kann gróðurin broytast…

Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á kortinum. Á Landgrunninum var sera lítið av…

Landgrunnurin met heitur í 2025
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,…

