Rák
Á síðuni:
Í havinum eru ymisk rák, sum verða drivin av ymsum kreftum alt eftir, hvørjum øki mann er í.
Stórskala rákið gjøgnum føroyskt øki er drivið av tí termohalina rákinum, har broytingar í hita og saltinnihaldi eru drívmegin.
Sjóvarfall finna vit allastaðni í heimshøvunum, men tað er serliga týdningarmikið inni á grynri økjum, sum t.d. á Landgrunninum. Drívkraftin handan sjóvarfall er ávirkanin frá sól og mána, ið toga í sjógvin á jørðini.
Fara vit inn á enn grynri sjógv, so finna vit inni í avbyrgdum firðum tað sonevnda fjarðarákið, sum er drivið av, at feskvatn rennur á sjógv.
Harafturat eru hydrografisku viðurskiftini í føroyskum sjógvi nógv tengd at styrkini í subpolara meldrinum.
Ymsu rákini
Nøkur høvuðsrák, sum ávirka føroyska havøkið.
Termohalina rákið
Føroyar liggja á einum undirsjóvarryggi, sum gongur úr Grønlandi yvir Ísland, Føroyar og Føroyabanka til Skotlands (ljósagráu økini á ovaru myndini). Tvørtur um henda rygg ferðast heitur Atlantssjógvur í ovaru løgunum (reyðir pílar) inn í Norðurhøv. Niðri við botn ferðast kaldur sjógvur úr Norðurhøvum (yvirflot) gjøgnum tey djúpu skørðini í rygginum (bláir pílar).

Ovara myndin vísir økið millum Grønland og Skotland. Tey ljósagráu økini eru grynri enn 500 m; tey myrkagráu eru djypri. Reyðu pílarnir vísa høvuðsrákini av heitum sjógvi úr Atlantshavi inn í Norðurhøv. Bláu pílarnir vísa yvirflot. Pílarnir eru tjykkri, jú meiri sjógvur verður fluttur.
Niðara myndin vísir ein loddrættan skurð tvørtur um ryggin (tjúkka strikan á ovaru myndini). Tann kalda luftin yvir Norðurhøvum fær sjógvin í vatnskorpuni at gerast so kaldur og tungur, at hann søkkur og fyllir tað mesta av Norðurhøvum við ísakøldum sjógvi. Hetta elvir til yvirflot, sum flytur kaldan sjógv út úr Norðurhøvum niðri við botn. Tað fær vatnskorpuna í Norðurhøvum at lækka og ger eitt hall tvørtur um ryggin. Hallið gevur ta kraftina, sum fær Atlantssjógv at reka yvir um ryggin og inn í Norðurhøv. Legg til merkis, at vatnskorpuhallið á myndini er nógv yvirdrivið. Bara nakrir centimetrar eru á muni millum vatnskorpuna báðu megin ryggin. Hinvegin røkkur tann kaldi sjógvurin í Norðurhøvum næstan upp í vatnskorpuna nógvastaðni.
Høvuðsdrívmegin fyri bæði yvirfloti og heita innrákinum av Atlantssjógvi er køling. Luftin yvir Norðurhøvum er køld og kølir sjógvin í vatnskorpuni. Henda køling er sum ein pumpa, ið pumpar tann kalda yvirflotssjógvin út í neðra og tann heita Atlantssjógvin inn í erva, sum lýst á niðaru myndini.
Støðugt rák
Tann kaldi sjógvurin í Norðurhøvum røkkur langt upp um ryggin, og yvirflotið kann samanberast við frárennslið frá eini risabyrging, ið fevnir um alt økið norðan fyri ryggin. So nógvur kaldur sjógvur er í hesi byrging, at tað hevði kravt fleiri áratíggju at tømt hana, sjálvt um kølingin helt uppat. Hetta ger, at bæði yvirflotið og innrákið av Atlantssjógvi eru sera støðug. Termohalina rákið er tí helst fremsta orsøkin til, at ovaru løgini á okkara landgrunni støðugt eru fylt av heitum Atlantssjógvi heldur enn tí kalda rákinum úr Eysturíslandi, sum trokar seg suður móti okkum.
Útlit
Globala upphitingin, sum stavar frá CO2 og øðrum útláti, fer at hita luftina yvir Norðurhøvum. Hetta kann hugsast at minka um kølingina frá luftini og gera pumpuna veikari. Ótti hevur tí verið um, at bæði yvirflot og rákið av heitum Atlantssjógvi kunnu vikna munandi. Hendir tað, kunnu avleiðingarnar fyri okkara vistskipanum verða stórar. Í skrivandi stund (2023) hava vit ikki sæð nakað tekin um hetta í okkara øki. Tíverri tykist tað vera sera torført at rokna út, hvussu termohalina rákið fer at verða ávirkað av globalu upphitingini, og veðurlagsgranskarar eru ósamdir um komandi gongdina.
Rákið á Landgrunninum
Flóð og fjøra
Sjóvarfall stendst av, at máni og sól við síni atdráttarmegi toga í sjógvin, samstundis sum jørðin melur um seg sjálva. Um jørðin, øll sum er, hevði verið fjald av einum djúpum havi, so hevði sjóvarfallið ferðast vestureftir rundan um jørðina sum ein sera long alda. Í veruleikanum forða meginlondini hesum, og sjóvarfalsaldan melur ístaðin runt í teimum ymisku høvunum. Har aldan kemur inn móti landi, síggja vit hana í skiftandi flóð og fjøru. Um okkara leiðir eru vanliga góðir tólv tímar millum eina flóð og ta næstu. Hetta nevna vit “hálvdagligt sjóvarfall”.
Hálvdagliga sjóvarfalsaldan kemur til okkara vestaneftir og ferðast fram við okkum inn í Norskahavið. Har møtir hon sjóvarfalsalduni, sum melur í Norskahavinum, og hetta ger viðurskiftini fløkt, sum víst á Mynd 1. Á hesi myndini vísa litirnir hæddarmunin millum flóð og fjøru. Nakað sunnan fyri Føroyar er hesin munur meiri enn tveir metrar, men so minkar hann norður- og eystureftir. Eystan fyri Ísland elvir hetta til eitt øki, sum hálvdagliga aldan melur rundan um. Eitt tílíkt øki verður nevnt eitt “amfidromiskt” øki (merkt “A” á Mynd 1). Har er hálvdagliga aldan so veik, at sjóvarfallið verður dagligt við einari flóð um dagin heldur enn tveimum. Sum Mynd 1 vísir, so er tó eisini nakað, sum minnir um eitt amfidromiskt øki, millum oyggjarnar hjá okkum. Tað er serliga á leiðunum við Havnina og nakað eystureftir.
Vatnskorpuhall og sjóvarfalsstreymur
Alt hetta merkir, at sjóvarfallið broytist nógv úr einum staði á Landgrunninum í annað. Bæði tí, at hæddarmunurin millum flóð og fjøru broytist; men eisini tí at aldan verður seinkað, so at flóðin er einar tveir til tríggjar tímar seinni eystan fyri oyggjarnar enn vestanfyri. Hetta ger, at vatnskorpan fer at halla, og hallið skiftir regluliga sætta hvønn tíma. Hetta skiftandi hall er tað, sum gevur okkum tann harða sjóvarfalsstreymin á okkara landgrunni.

Mynd 1. Hálvdagliga sjóvarfalsaldan um okkara leiðir. Litirnir vísa hæddarmunin millum flóð og fjøru á miðalhørðum streymi. Tær tjúkku hvítu linjurnar ganga gjøgnum støð, sum hava flóð samstundis, og tølini visa, hvussu nógv flóðin er seinkað, í mun til at mánin var beint yvir Greenwich (býur í Onglandi). Amfidromiska økið eystan fyri Ísland er merkt “A”.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at vatnskorpuhallið skal kunna gerast so nógv, at tað kann gera okkara harða streym; men útrokningar visa, at so er. Hetta sæst týðiligast í onkrum av sundunum. Í Sundalagnum er t.d. stórur hæddarmunur millum flóð og fjøru norðanfyri, men næstan eingin sunnanfyri. Tí rekur so hart undir brúnni um Streymin. Longri burturi frá landi er skiftandi hallið ikki líka stórt; men tað er tó nóg mikið til at gera harðan streym nógvastaðni á Landgrunninum.
Sjóvarfalsstreymurin melur
Í einum smølum sundi, sleppur sjógvurin bara at reka fram við landinum; annan vegin ella hin. Longri útiá gongur rákið ikki bara aftur og fram. Tað hevur lyndi til at mala runt sama veg sum klokkan (Mynd 2); men vanliga er tað harðasta rákið fram við dýpdarlinjunum, so at tað gongur fram við botnhallinum; ikki oman og niðan á tað.

Mynd 2. Ljósablái sirkulin í ein útnyrðing úr Streymoynni vísir eitt stað, har ein streymmátari varð ankraður í oktober 1979. Hann mátaði streymin (ferð og kós) hvønn tíma til mai 1980. Grundað á hesar mátingar vísir tann ljósabláa linjan, hvussu ein boya hevði rikið ta fyrstu vikuna, um streymurin, har boyan var til eina ávísa tíð, støðugt var tann sami sum á mátistaðnum. Reyðu sirklarnir vísa, hvar boyan hevði verið hvørja miðnátt.
Umframt at sjóvarfallið fær sjógvin at mala aftur og fram, so er eisini eitt javnt rák fram við dýpdarlinjunum. Eitt dømi um hetta sæst á Mynd 2, og Mynd 3 vísir, at hetta rák melur rundan um oyggjarnar sama veg sum klokkan. Fyri ein part stavar hetta javna rákið á Landgrunninum frá rákinum av heitum sjógvi fram við Føroyum (“Golfstreyminum”), sum er víst við reyðgulu pílunum á Mynd 3.
Sjóvarfallið er tó eisini við til at gera tað javna rákið. Har botnurin hellur, og sjóvarfallið flytur sjógvin oman og niðan eftir botnhallinum, gerst eitt javnt rák. Á norðaru jarðarhálvu gongur hetta rákið fram við dýpdarlinjunum og hevur tann grunna botnin høgrumegin. Hetta er tí eisini við til at fáa sjógvin at mala um oyggjarnar við klokkuni; men tað ger samstundis, at tað javna rákið ikki er so javnt kortini. Sjóvarfalsstreymurin viknar og harðnar fjúrtanda hvønn dag, og tað ger tað javna rákið tí eisini, serliga har botnurin hellur nógv.
Á Mynd 3 sæst bara høvuðsgongdin í tí javna rákinum. Drívboyur, sum eru riknar inn á Landgrunnin, hava t.d. malið rundan um Sandoynna meiri enn eina ferð, áðrenn tær eru farnar út aftur frá landi. Sama er við Suðuroynni, og aðrar boyur hava malið rundan um alt økið norðan fyri Skopunarfjørð.

Mynd 3. Tað javna rákið á Landgrunninum og kring hann. Litirnir vísa botndýpi. Reyðgulu pílarnir vísa høvuðsgongdina í rákinum beint uttan fyri Landgrunnin. Teir gulu sirklarnir inni á grunnum vísa støð, har streymmátarar hava verið ankraðir í langa tíð, og reyðu pílarnur vísa tað javna rákið á mátistaðnum, har longdin á pílinum vísir miðalferðina sambært mátinum niðast høgrumegin.
Rákið kring Føroyar
Rákini í sjónum broytast alla tíðina. Tí ber ikki til at gera eina lýsing, sum altíð er heilt røtt. Tó ber til at vísa nøkur høvuðseyðkenni, sum lýsa ta vanligu støðuna. Tað er endamálið við Mynd 1 og Mynd 2, sum vísa tað vanliga rákið ávikavist við vatnskorpuna og á størri dýpi.
Rákið við vatnskorpuna
Í ovasta parti av sjónum kring Føroyar (Mynd 1) møtast tríggir havstreymar við ymiskum eginleikum. Úr vestri og útsynningi rekur heitur sjógvur móti Føroyum. Hetta er Norðuratlantsstreymurin (NAS á Mynd 1), sum vit eisini ofta nevna Golfstreymin. Ein partur av Norðuratlantsstreyminum kemur gjøgnum Rockallrennuna; men tann sjógvurin tykist sjáldan at koma langt inn á føroyska landgrunnin. Meginparturin av Norðuratlantsstreyminum fer gjøgnum Íslandsdýpið og yvir norðaru hellingini á Hattonbanka. Tað mesta av hesum fer tvørtur um Íslandsryggin, har streymurin vendir móti landsynningi. Eystan fyri Føroyar býtir hesin streymur seg sundur. Ein partur heldur fram eystureftir í Norskahavið, meðan restin vendir suður í Hetlandsrennuna. Har møtir hesin sjógvur tí greinini av Norðuratlantsstreyminum, sum fór suður um Føroyar, og fylgir henni inn í Norskahavið.

Mynd 1. Rák og hiti við vatnskorpuna. Myndin vinstrumegin vísir høvuðsgongdina á rákinum. Reyðu pílarnir vísa heitan sjógv, sum rekur fram við okkum við Norðuratlantsstreyminum (NAS). Myrkabláu pílarnir vísa ísakaldan sjógv, sum kemur við Eysturíslandsstreyminum (EÍS) norðaneftir. Ljósabláu pílarnir vísa Norskahavsstreymin (NHS). Brotna hvíta linjan vísir Íslandsfrontin, sum skilir heitan og kaldan sjógv. Hattonbankin er merktur HB. Íslandsryggurin er merktur ÍR. Hetlandsrennan er merkt HR. Myndin høgrumegin vísir miðalhitan í vatnskorpuni mátaður við fylgisveini.
Hinir báðir streymarnir, sum eru vístir á Mynd 1, bera kaldari sjógv við sær. Eysturíslandsstreymurin (EÍS á myndini) kemur norðaneftir og møtir Norðuratlantsstreyminum eystan fyri Ísland. Norskahavsstreymurin (NHS á myndini) melur runt í syðra parti av Norskahavi móti klokkuni. Hesir tríggir streymar møtast í Íslandsfrontinum. Har broytist vatnskorpuhitin nógv, tá tú fert tvørtur um frontin, sum týðiliga sæst á hitakortinum høgrumegin á Mynd 1.
Íslandsfronturin liggur vanliga væl norðan fyri Føroyar, og sjógvurin í ovaru løgunum kring Føroyar stavar frá Norðuratlantsstreyminum, serliga tí partinum, sum kom norðan fyri Hattonbanka. Hesin sjógvur rekur eisini inn á tey grunnu økini, har hann ofta fer at mala sama veg sum klokkan og støðast longur. Hetta sæst bæði á Landgrunninum, á Føroyabanka og norðalaga á Íslandsrygginum.
Rákið á størri dýpi
Føroyar liggja á einum undirsjóvarryggi, sum gongur allan vegin frá Grønlandi, yvir Ísland og Føroyar til Skotlands. Íslandsryggurin er ein partur av hesum undirsjóvarryggi, og tað eru Føroyabanki og Wyville-Thomson ryggurin (Bankaryggurin) eisini (Mynd 2). Undirsjóvarryggurin er mark millum tey djúpu havøkini hvørju megin við. Eystan fyri Íslandsryggin er Norskahavið. Har eru teir djúpu partarnir fyltir av ísakøldum sjógvi (kaldari enn 0°C). Tað mesta av hesum sjógvi melur runt í syðra parti av Norskahavi móti klokkuni (myrkabláir pílar á Mynd 2).

Mynd 2. Høvuðsgongdin í rákinum á dýpum millum umleið 500 og 2000 metra dýpi. Ljósareyðir pílar vísa rákið yvir Íslandsdýpinum, sum á hesum dýpi melur móti klokkuni. Myrkabláir pílar vísa tað kalda djúpa rákið í Norskahavi. Ein partur av hesum kalda sjógvi ferðast inn í Hetlandsrennuna (HR). Eitt lítið sindur skvaggar tvørtur um Wyville-Thomson ryggin (WTR); men tað mesta fer víðari gjøgnum Bankarennuna (BR). Í økinum beint vestur av rennuni (ljósablátt B) verður hesin sjógvur blandaður við sjógvin, sum er komin vestaneftir (ljósareyðu pílarnir). Tann blandaði Yvirflotssjógvurin er vístur við ljósabláum pílum merktir Yvf. Nakað av Yvirflotssjógvi kemur eisini tvørtur um Íslandsryggin (ÍR). Føroyabanki er merktur FB. Landgrunnurin er merktur LG.
Vestan fyri Íslandsryggin er Íslandsdýpið. Har melur sjógvurin á stórum dýpi eisini móti klokkuni; men hetta er sjógvur, sum kemur vestaneftir. Tó, at hann ikki er líka heitur sum við vatnskorpuna, so er hann á umleið 1000 metra dýpi framvegis heitur (6–8 °C) og tí nógv heitari enn tann djúpi sjógvurin í Norskahavi.
Undirsjóvarryggurin skilir tó bara lutvíst tann djúpa sjógvin báðu megin við. Yvir Norskahavi og tí mesta av arktisku havleiðunum er luftin køld, og hon kølir sjógvin í vatnskorpuni. Nógvastaðni verður hann so kaldur og tungur, at hann søkkur (termohalint rák). Av hesum kemur støðugt meiri av køldum djúpum sjógvi í Norskhavið. Hann má tí eisini sleppa burtur, og tað ger hann við at troka sær veg niðri við botn gjøgnum tey djúpu skørðini í undirsjóvarrygginum . Á okkara leiðum fer tað mesta av hesum djúpa kalda sjógvi fyrst inn í Hetlandsrennuna og síðan út gjøgnum Bankarennuna, sum er djúpasta skarðið í undirsjóvarrygginum (myrkabláir pílar á Mynd 2).
Komin út úr Bankarennuni blandast hesin kaldi sjógvur við tann heitara sjógvin, sum er har frammanundan. Av tí hitnar og lætnar hann (evnisnøgdin minkar); men hann er framvegis tyngri enn hin sjógvurin á sama dýpi og leitar tí djúpari. Hesin “Yvirflotssjógvur” (ljósabláir pílar merktir Yvf á Mynd 2) frá Bankarennuni býtir seg sundur. Ein partur fer gjøgnum gjáir í havbotninum beinleiðis móti Íslandsdýpinum; men tað mesta ferðast norðureftir yvir vestaru hellingini á Íslandsrygginum og dýpist spakuliga. Tá henda greinin av Yvirflotssjógvi røkkur fram at Íslendsku hellingini, vendir streymurin vestureftir. Saman við hesum sjógvi (men nakað grynnri) ferðast eisini yvirflotssjógvur, sum er komin tvørtur um Íslandsryggin. Hellingin sunnan fyri Ísland er sera brøtt, og Yvirflotssjógvurin frá Bankarennuni og rygginum fer tí djúpari og djúpari, so hvørt sum hesin tungi sjógvur fer vestureftir sum ein 200–500 metra tjúkk lind yvir botninum.
Subpolari meldurin
Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi er ein ovurhonds stórur bjølgur av køldum sjógvi sum, sunnan fyri Ísland og Grønland, melur spakuliga móti klokkuni. Hesin lutfalsliga feski subpolari sjógvur (bláur litur í Mynd 1) inniheldur nógv tøðevni og stórar nøgdir av reyðæti (djóraæti), sum er føðigrundarlag fyri fisk og fugl. Stødd og styrki á meldrinum broytist frá ári til annað, og hetta ávirkar havumhvørvið í Norðuratlantshavi, og tískil eisini føroyskt havøki. Tá meldurin er stórur/sterkur gerst sjógvurin kring Føroyar kaldari og feskari, og nøgdirnar av tøðevnum og reyðæti økjast. Slík ár nøra um vistskipanir á Landgrunninum, og eru góð ár hjá t.d. nebbasild, toski og sjófugli. Hinvegin, gerst sjógvurin heitari og saltari, við minni av tøðevnum og reyðæti, tá subpolari meldurin viknar. Slíkar støður loyva tó fleiri subtropiskum sløgum av æti og fiski í føroyskan sjógv, og hesar støður tykjast eisni nøra um uppsjóvafisk, t.d. svartkjaft og makrel.

Subpolari meldurin og subtropiski meldurin í Norðuratlantshavi.
Rotasjónin á jørðini og so-nevnda Corioliskraftin ger, at alt rák í heimshøvunum er partur av størri ella minni meldrum. Vælkendi Golfstreymurin er rondin á subtropiska meldrinum, sum melur við klokkuni beint sunnan fyri subpolara meldurin. Norðuratlanstreymurin, sum er grein frá Golfstreyminum, liggur sum mark millum báðar stóru meldrarnar, á síni rás mótvegis føroyskum havøki; nærum sum ein keta sum rennur millum tvey stór tannhjól, ið mala hvønn sín veg. Tá subpolara “tannhjólið” gerst størri blandast meira av subpolarum sjógvi inn í Atlantssjógvin (reyðir pílar í myndini), og tískil hevur subpolari meldurin so stóra ávirkan á havumhvørvið við okkara leiðir. Við at regulera hita og saltinihald, og harvið evnisvektina, á Atlanstsjógvi, so ávirkar subpolari meldurin eisini styrkina á stóra termohalina rákinum (tilvísing). Støddin/styrkin á meldrinum verður stýrd av broytiligum atmosferiskum drívkreftum, serstakliga megini á atmosferiska jetstreyminum og á vetrarstormunum, sum ferðast tvørtur um Norðuratlantshavið.
Tíðarrøðir
Havstovan hevur í nógv ár mátað flutningin av Atlantssjógvi í Føroyastreyminum og yvirfloti gjøgnum Bankarennuna.
Tíðarrøðir av hesum flutningi eru vístar niðanfyri. Eindin, sum verður brúkt at lýsa flutning av sjógvi, verður kallað Sverdrup (stytt Sv) og 1 Sv er tað sama sum 106 m3 s-1. Eindin Sv er uppkallað eftir norska havfrøðinginum Harald U. Sverdrup (1888-1957).
Atlantssjógvur
Tíðarrøðin vísir hvussu nógvar Sv av Atlantssjógvi, ið Føroyastreymurin flytir. Í miðal yvir tíðarskeiðið 1993 – 2021 flutti Føroyastreymurin 3.8 Sv. Útrokningar vísa, at í hesum tíðarskeiðnum hevur flutningurin havt lyndi til at verið vaksandi.
Yvirflot
Tíðarrøðin fyri yvirflot í Bankarennuni er gjørd út frá streymmátingum á gáttini í Bankarennuni. Her hava streymmátarar ligið ankraðir síðani novembur 1995. Í miðal verða 2.2 Sv av yvirflotssjógvi flutt gjøgnum Bankarennuna. Tíðarrøðin kundi bent á, at flutningurin er vaksandi, men útrokningar vísa, at hetta ikki er av týdningi (ikki signifikant).

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …
Viðkomandi verkætlanir
Faroe-AMOC – Termohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenÍ verkætlanini verður dentur lagdur á rákið av heitum og køldum sjógvi millum Norðuratlantshav og Arktis, og ávirkanina, sum hesir týdningarmiklu streymar hava á veðurlagið um okkara leiðir. Les meira
ClimeFishLink – Linking 80 years of variation in fish growth to climaticeffects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith chemistry
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Petur SteingrundEndamálið við verkætlanini er at kanna vøkstur hjá toski og hýsu undir Føroyum yvir eitt langt tídarskeið og at seta hetta í samband vid havstreymar, sjóvarhita og føði. Les meira