
Boa-drekafiskur
Stomias boa ferox
Boa-drekafiskur er langur og klænur fiskur. Hann hevur lítið høvd við síðari finnu, ið hongur niður úr lippuni og røkkur aftur til uggafjaðrarnar. Hann hevur spískar tenn. Aftast á sporlinum er ein lítil ryggfjøður, sum kemur aftur til klingruna. Beint undir henni er ein gotfjøður, ið er eitt lítið sindur størri. Umleið á aftasta fjórðingi eru tær heilt smáu búkfjaðrarnar. Eini 85-91 ljósgøgn eru niðarlaga aftur eftir síðunum.
Útbreiðsla
Boa-drekafiskur er í Atlantshavi frá um 30°N til Eysturgrønlands, Suðurlandið í Íslandi og norður um Føroyar. Tann nógv líki og nær skyldi Stomias boaboa er í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Stødd
Boa-drekafiskur verður umleið 30 cm langur, mátað til klingruna. Møguliga verður hann nakað longri enn tað.
Dýpi
Hann er í djúpu høvunum, niður á í minsta lagi 1000 m. Í myrkri fer hann upp undir vatnskorpuna.
Litur
Hann er svartur-myrkabrúnur, skyggir nakað í ælabogalitum.
Eyðkenni
Klæna vakstrarlagið, lítla høvdið, finnan, stóri kjafturin við spísku tonnunum, fjaðrarnar aftast, liturin og ljósgøgnini.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Boa-drekafiskur |
Lat: | Stomias boa ferox |
Azo: | Scaly dragonfish |
Dan: | Boafisk |
Eng: | Boa dragonfish, Stomias |
Fra: | Dragon boa |
Ísl: | Marsnákur |
Nor: | Storkjeft |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…