{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Bleikja

Salvelinus alpinus

Bleikja er høvuðlítil og hevur lítlan kjaft. Hon hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Eina gotfjøður undir sporlinum. Fitifjøðurin er aftarlaga á sporlinum. Búkfjaðrarnar sita aftarlaga undir búkinum, og uggafjaðrarnar sita niðast og fremst á uggunum. Hon hevur stóran stert og smáar roðslur.

Útbreiðsla

Bleikja er í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Á Svalbarði, Novaja Semlja, á Sibirisku oyggjunum og heilt eystur í Beringssundið. Um alt Noreg, í Finnlandi og Svøríki. Í Írlandi og norðara parti av Bretlandi. Í alpunum í Sveis. Bleikja er innflutt til Kanada, Alaska, Maine og New Hampshire.

Stødd

Mesta stødd á bleikju er 104 cm. Í Føroyum var bleikjan upprunaliga bert í Leynavatni. Har verður hon neyvan størri enn 40 cm, vanliga um 20-30 cm. Hon er slept í vøtn og byrgingar, og í onkrum støðum verður hon væl størri enn í Leynavatni, kanska um 60 cm.

Dýpi

Flestastaðni er hon bert í feskum vatni, men summastaðni, t.d. í Grønlandi, er hon eisini í sjónum. Hon er helst bert ovarlaga í sjónum.

Litur

Bleikja hevur ymsar litir eftir umstøðunum, árstíð, kyni, stødd, aldri og staði. Hon er dimm blá-brún-grá um bakið, blágrá um síðurnar, við smáum, reydligum blettum, men eisini við stórum, ljósum blettum. Undir búkinum er hon ofta silvurlitt. Í gýtingartíðini eru siljafiskarnir reyðir um búkin og fjaðrarnar, og rognafiskarnir gulligir. Fiskurin í bleikju er vanliga hvítur, men undir røttu umstøðunum hevur hon ljósareyðan fisk. Hon hevur hvítan lit framman á ugga-, búk- og gotfjaðrakantinum. Bleikja til havs kann hava blettir á liðunum, reydligar og brúnligar.

Eyðkenni

Hvíti fiskurin og hvíti liturin á kantinum framman á fjaðrunum. Smáu roðslurnar.

Týdningur

Sum heimaveiða hevur bleikja nakað av týdningi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Bleikja
Lat:Salvelinus alpinus
Dan:Fjeldørred
Eng:Charr, Arctic char, Char, Mountain trout
Fin:Nieriä, Alppinieriä, Isoneria, Nieriainen, Pikkunieria, Rautu
Fra:Omble chevalier
Grø:Eqaluk
Ísl:Bleikja, Silungur
Ita:Salmerino artico, Cavaliere, Salmerino alpino
Jap:Arupusuiwana, Iwana
Ned:Riddervis, Beekridder
Nor:Bleike, Gip, Grønlandslaks, Roye, Røye, Røyr, Spitsbergenlaks
Por:Truta das fontes, Salmâo boreal, Salvelino ártico
Rus:Goletz, Golec, Kundzha, Mal’ma
Spa:Salvelino, Salmón boreal, Trucha alpina
Sve:Fjällröding
Týs:Saibling, Seesaibling

Viðkomandi tíðindi

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Jákup Sverri aftur av makreltúri

    Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi

    Les meira

  • Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

    Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…

    Les meira

  • Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

    Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…

    Les meira