{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tindaskøta

Amblyraja radiata

Hon hevur stutta gron og stuttan hala. Píkar eru um meginpartin av skivuni, á ravunum smáir, hvassir sum sandpappír. Av halanum fram móti nakkanum eru 12-19 stórir píkar, nakrir smáir eru hvørjumegin á halanum. Á hvørji øksl eru 1 ella 2 stórir. Millum eyguni eru 2 røð. Píkarnir eru ruflutir við rótina. Hon hevur ikki píkar hvítumegin. Ryggfjaðrarnar sita tætt saman, og har er eingin píkur ímillum teirra.

Útbreiðsla

Tindaskøta er um alt Norðuratlantshavið suður til Ermarsund eystanfyri og South Carolina vestanfyri. Hon er við Nýfundland, undir Grønlandi, Íslandi og í Barentshavinum. Hon er vanlig undir Føroyum.

Stødd

Tindaskøta verður upp í 100 cm long, men er sjáldan yvir 60 cm long.

Dýpi

Hon er vanliga úr 35 metrum niður á 500-600 metra dýpi, men fæst tó onkuntíð heilt niður á 1000 metrar.

Litur

Hon hevur lutvíst lit eftir botninum. Bakið er ofta brúngrátt, onkuntíð ljósagrátt, við sprøklutum ljósum og – ella dimmum blettum og strikum. Undir búkinum er hon hvítgrá.

Eyðkenni

Nógvu píkarnir á bakinum og halanum. Ongin píkur er millum ryggfjaðrarnar, og hon hevur stuttan hala.

Týdningur

Nakað verður avreitt av tindaskøtu á marknaðunum í Evropa.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tindaskøta, Pinnaskøta
Lat:Amblyraja radiata, Raja radiata
Dan:Tærbe
Eng:Starry ray, Thorny skate
Fin:Kynsirausku
Fra:Raie radiée
Grø:Allernaq, Agdlernak, Taralikisâk
Ísl:Tindaskata, Tindabikkja
Ned:Sterrog, Keilrog
Nor:Kloskate
Pol:Raja promienista
Por:Raia repregada
Rus:Zvezdchatyi skat
Spa:Escrita, Raya radiada, Raya radiante
Sve:Klorocka
Týs:Sternrochen
USA:Thorny skate

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…