TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum
TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghvítuhval og kjafthvítan- og skjórutan springara í Norðuratlantshavi.
Verkætlanin er ein samskipað gransking av fleiri hvalasløgum í báðum londum, ið sambindir hvalastovnar og vistskipanir allan vegin fram við Grønlands-Skotlandsrygginum. Tannhvalir eru ovastu liðir í føðiketuni, og granskingin skal greina, hvønn yvirskipaðan týdning tey ymisku sløgini hava á vistskipanir í Norðuratlantshavi og hvussu tey ávirkast av umhvørvisbroytingum. Her krevst eitt gott og breitt samstarv millum granskarar og við staðbundin heimildarfólk tvørtur um Atlantshavið.
Granskingin nýtir ymsar framferðarháttir. Nútímans sendarar verða festir á ymisku hvalasløgini, ið geva innlit í, hvussu hvalir ferðast og kava, umframt tey havfrøðiligu viðurskiftini (hiti, salt) á farleiðini. Hetta gevur møguleika at læra meir um hvalirnar, vistskipanina, havið og um samspælið her ímillum.
Í september 2022 vórðu fimm skjórutir springarar merktir í Fuglafirði, við góðari hjálp frá fólki á staðnum. Tveir springarir ferðaðust heilt til Eysturgrønlands, og var hetta ein góð byrjan til at sambinda alt granskingarøkið. Merkingin av grind og springara heldur áfram í 2023, umframt at farið verður til Grønlands og Íslands fyri at royna at merkja bæði bóghvítuhval, springara og grindahval.
Føði og nøring, umframt ættarbregði, hjá hvalasløgunum verður greinað frá innihaldi í kíkum, støðugum isotopum, fitisýrum, kynsgøgnum og ílegum. Soleiðis ber til at granska og kanna sambandið millum atburð, útbreiðslu, føði og nøring og tey vist- og havfrøðiligu viðurskiftini í Norðurhøvum. Lívfrøðilig sýnistøka til TOPLINK verkætlanina heldur áfram í 2023.
TOPLINK verkætlanin snýr seg sostatt um at leinkja vitan um lív- og vistfrøði hjá fleiri ymiskum hvalasløgum úr føroyskum og grønlendskum sjógvi, og frá havøkinum herímillum, við vitan um føði, hita og havstreymar í norður Atlantshavi. Slík sambinding er avgerðandi fyri at kunna lýsa og skilja samspælið millum hvalasløg og vistskipanir, og hvussu ymisku hvalasløgini ávirkast av umhvørvisbroytingum.
Viðkomandi tíðindi
Merkt grind á Føroyabanka
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið,…
Merktu grindirnar tætt saman
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu…
Nú eru tvær merktar grindir
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar…
Merktu grind í Klaksvík
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja nakrar hvalir. Tað eydnaðist at…