
Tunnufiskur
Hyperoglyphe perciformis
Tunnufiskur er smalur og hávaksin. Hann hevur rundleidda gron og lítlan kjaft. Eyguni eru lutfalsliga stór. Fremst á ryggfjøðurini eru millum seks og átta stuttir píkar. Sterturin er sýldur.
Á enskum eitur fiskurin barrel fish og á norskum tønnefisk, sum bæði sipa til, at hann aloftast varð sæddur fylgja tunnum o.l., sum róku fyri vág og vind, og tískil kundi villast langt burtur frá vanliga búplássi sínum.
Útbreiðsla
Tunnufiskur heldur til í Vesturatlantshavi, úti á hellingini frá Florida og norður til New Foundlands. Hann er eisini at finna í eystara parti av Meksikanska flógvanum. Ungfiskar fylgja av og á flótandi lutum tvørtur um Atlantshavið og eru skrásettir við Ísland, Føroyar, Írland, kring Bretsku Oyggjarnar, við Portugal og í vestara parti av Miðjarðarhavinum.

Stødd
Tunnufiskur kann verða upp í 91 cm langur. Vanliga um 30 cm.
Dýpi
Vaksni fiskurin er vanliga niðri í dýpinum úti á hellingini. Tó ikki niðri á botni. Ungfiskurin heldur til uppi í sjónum og amast uppi undir rekagóðsi.
Litur
Liturin broytist eftir umhvørvinum. Ofta svartur ella myrkagrønur, men eitt sindur ljósari undir búkinum. Ungu fiskarnir hava myrkagrønt bak og hvítan búk.
Eyðkenni
Teir millum seks og átta píkarnir fremst á ryggfjøðurini.
Týdningur
Tunnufiskur hevur lítlan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Tunnufiskur |
Lat: | Hyperoglyphe perciformis |
Dan: | Tønnefisk |
Eng: | Barrelfish, Logfish |
Fra: | Pompile d’Amerique |
Ísl: | Rekaldsfiskur |
Sve: | Svartfening |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…