{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Revahávur

Alopias vulpinus

Revahávur kennist beinanvegin á tí serliga langa yvirstertinum, sum viðhvørt er meira enn helvtina av fullari longd. Revahávur hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stór, høg og tríkantað, og hon er nærri við uggafjaðrarnar enn við búkfjaðrarnar. Hin aftara er lítil og situr aftur móti klingruni, og undir henni, heldur aftari, situr tann eins lítla gotfjøðurin. Yvirsterturin er serliga høgur og nakað smalur. Búkfjaðrarnar eru miðalstórar. Við nakkan hækkar ryggurin munandi, hann hevur ein týðiligan kant. Gronin er stutt og avrundað. Eyguni sita uppi yvir kjaftinum og fremst við hann. Hann hevur rættiliga smáar tríkantaðar tenn, ið minka út í kjálkarnar.

Útbreiðsla

Í flógva og heita sjónum frá Suðurnoregi, Føroyum og Labrador til Suðurafrika og Hornið. Í Miðjarðarhavi, í Kyrrahavi og Indiahavi. Á okkara leiðum er hann fingin eina ferð á Føroyabanka.

Stødd

Revahávur verður í mesta lagi 6 m í fullari longd.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur, sjáldan djúpari enn 60 m, men er eisini fingin á minst 500 m dýpi.

Litur

Revahávur hevur ymsar litir, úr brúnum til gráblátt, myrkt blátt og er næstan svartur á bakinum. Undir búkinum er hann hvítur, viðhvørt myrkt sprøklutur. Myrkur undir gronini og uggafjaðrunum.

Eyðkenni

Eyðkenni: Tann langi yvirsterturin og stutta gronin. Hann hevur lítla gotfjøður.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning á okkara leiðum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Revahávur
Lat:Alopias vulpinus
Azo:Tubarão raposo
Dan:Rævehaj, Tærsker
Eng:Thresher shark, Fox shark
Fin:Kettuhai
Fra:Requin renard, Faucheur, Renard de mer
Gri:Alepóskylos, Alepouskylos, Skýlopsaro
Ísl:Skottháfur
Ita:Squalo volpe, Alopia, Pesce volpe
Jap:Maonaga – Mao-naga, Onagazame no rui
Ned:Voshaai
Nor:Alminnelig revehai
Pol:Kosogon
Por:Tubarao raposa, Arrequim, Peixe raposa, Zorra
Rus:Akula-lisitsa
Spa:Pez zorro, Cinturo, Guilla, Peix espasa, Rabosa, Raposa marina, Tiburón zorro, Zorro
Sve:Rävhaj
Týs:Fuchshai, Drescher
USA:Tresher shark

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira