{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítlabrosma

Phycis blennoides

Búkfjaðrarnar á lítlubrosmu eru serliga langar og klænar. tær eru kloyvdar í ytru helvt og røkka umleið aftur til gotfjøðurina. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil og tríkantað, fremsti teinur er hægstur. Aftara ryggfjøður er long, frá umleið yvir hálvari uggafjøður aftur til stertin. Gotfjøðurin hevur umleið sama skap sum aftara ryggfjøður, men hon er lægri og er umleið 25% styttri. Lítlabrosma hevur lítlan stert, ið er rundaður aftan. Av trantinum til eygað er umleið líka langt sum eygnatvørmátið. Strikan er nógv bogin uppá yvir uggafjøðurini. Hon hevur finnu á lippuni. Hon hevur stóra og leysa roðslu.

Útbreiðsla

Lítlabrosma er frá Útnyrðingsafrika og í vestara parti av Miðjarðarhavinum til Norðurnoregs. Kring Bretsku oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi og er eisini langt úti til havs á tindum og bankum.

Stødd

Lítlabrosma verður sjáldan longri enn 100 cm, vanliga 30 til 70 cm.

Dýpi

Hon er botnfiskur úr 50 m niður á 900 m.

Litur

Hon er reyðgrá um bakið, ljósari niðari. Búkfjaðrarnar eru reydligar. Sterturin, gotfjøðurin og ryggfjaðrarnar hava dimma rond. Kjafturin er svartbláur og táknaholurnar svartar. Á trolveiddum fiski eru hesir litir oftast sjávaðir burtur, og hon er gráhvít at síggja.

Eyðkenni

Tær serliga longu, tvídeildu búkfjaðrarnar. Trolveidd líkist hon morafiski, men kennist alt fyri eitt frá honum á tí, at lítlabrosma hevur bert eina gotfjøður. Morafiskur hevur tvær, og at morafiskur hevur stuttar búkfjaðrar.

Týdningur

Lítlabrosma fæst bert í smáum nøgdum á okkara leiðum og hevur tí ikki havt vinnuligan týdning, men hon er at síggja á fiskamarknaðum við Miðjarðarhavið og er góður matfiskur

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítlabrosma, Lítla brosma
Lat:Phycis blennoides, Phycis phycis
Azo:Abrótea-da-pedra
Dan:Skælbrosme
Eng:Greater forkbeard, Forkbeard, Forked hake
Fin:Suomuturska
Fra:Phycis de fond, Capelan, Loche, Longue barbe, Moille, Molla, Mostelle, Mostelle blanche, Mostelle de fond, Mostelle de vase, Moustelle blanche, Moustelle de vase, Moustelo blanco, Moustelo de roco, Mustela, Petite lingue
Gri:Ponticós, Pentokos
Ísl:Litla brosma
Ita:Musdea Bianca, Fico argentino, Mústea, Pastenula
Ned:Sluismeestergaffelkabeljauw, Gaffelkabeljauw
Nor:Skjellbrosme, Steinbrosme
Pol:Widlak bialy, Bialy widlak
Por:Abrótia de Alto, Abrótea, Abrótia
Spa:Brotola de fango, Abrotea, Brotula de fango, Brótula de Roca, Escolar, Mollera
Sve:Fjällbrosme, Kumrill
Týs:Gabeldorsch, Schleimfischartige Meertrüsche

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…