Mjáikjaftur
Scopelosaurus lepidus
Hann er langur, spískur fiskur. Í tvørskurð er hann næstan rundur. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr fremst á aftaru helvt á fiskinum. Fitifjøður er yvir aftara enda á gotfjøðurini. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið koma aftur til ryggfjøðurina og aftur um festið á búkfjaðrunum. Hann hevur eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru eitt vet fremri enn ryggfjøðurin. Sterturin er heldur stórur og nógv sýldur. Hann hevur stóra, slætta og leysa roðslu. eyguni sita miðskeiðis millum kápuenda og gron, eru stór og fylla alt økið frá kjaftbeinunum til skallan. gotið er beint framman fyri búkfjaðrarnar. Hann hevur beina striku.
Útbreiðsla
Á okkara leiðum er hann veiddur við bankarnar vestanfyri. Hann er úr eysturgrønlandi, Íslandi og suður í havið til Asoroyggjarnar, vestur- og Suðurafrika. Hann er úr nýfundlandi til Bahamaoyggjarnar og Brasil.
Stødd
Mjáikjaftur verður upp í 40 cm langur.
Dýpi
Hann er úr 70 m niður á 1000 metrar, ungir fiskar eru ovarlaga og eldri fiskar niðarlaga.
Litur
Hann er dimt brúnligur, svartgrómutur. trolveiddur er liturin avfarin, og tað sæst inn á bera skræðu.
Eyðkenni
Serliga longu uggafjaðrarnar og vakstrarlagið, fitifjøðurin. eygnastøddin.
Týdningur
Mjáikjaftur hevur ikki vinnuligan týdning.
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…
Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…