{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Síl

Salmo trutta trutta

Síl er smidligur fiskur. Tað hevur eina ryggfjøður mest sum mitt á bakinum. Tað hevur eina fitifjøður oman á sporlinum. Eina gotfjøður undir sporlinum. Sterturin er rættiliga stórur. Búkfjaðrarnar eru aftarlaga undir búkinum. Uggafjaðrarnar sita fremst og niðast á uggunum. Kjaftbeinini røkka aftur um eyguni. Anadromur fiskur.

Útbreiðsla

Sílið er, umframt í Føroyum og Íslandi, úr Hvítahavinum til Portugals. Tað er í Bretsku Oyggjunum, umframt í áum og vøtnum víða um í hesum londum. Síl eru flutt og sett út í mongum ymsum londum, m.a. í Kanada, Avstralia, Nýsælandi.

Stødd

Síl verður upp í 140 cm langt. Í Føroyum eru tey stóru sjósílini um 85 cm, kanska nakað longri, og vatnasíl fara sjáldan upp um 65 cm. Áarsílini eru væl minni, tey stóru kanska um 40 cm. Hendinga síl størri enn hetta eru tó fingin í Føroyum.

Dýpi

Sjósílini eru ovarlaga í sjónum og nær landi. Okkurt sjósílið er kortini fingið á dyrging út frá landi. Áarsíl og vatnasíl halda til ávikavist í áum og vøtnum.

Litur

Sílini eru broytilig í liti, alt eftir umstøðunum. Sjósíl í sjónum eru dimm, blágrønlig um bakið og blonk um síðurnar. Tey eru hvítlig/gulhvít undir búkinum. Svartir, smáir blettir eru um kjálkar, bak og liðir. Liturin broytist í gýtingini um heystið, tey verða brúnlig. Stór vatnasíl í størru vøtnunum kunnu eisini verða litt soleiðis sum sjósíl, um enn nakað kámari, men vanliga eru vatnasíl brúnlig við reyðum og svørtum blettum og hvítan ring rundan um blettirnar. Áarsíl eru brún um bakið, við blonkum síðum og gullig, rómalitt undir búkinum. Blettirnir á síðunum eru svartir og reyðir, ofta við hvítum ringi rundan um blettirnar. Ein farri av gyltum um síðurnar og silvurlitur um búkin er ikki óvanligt. Fiskurin í síli er ljósareyður.

Eyðkenni

Sjósíl, vatna- og áarsíl eru sami fiskur, ið bert hava ymsar liviumstøður. Sjósíl líkist nógv laksi. Sílið hevur smáar roðslur, millum 13 og 16 frá fitifjøðurini til strikuna. Sjósílið hevur fleiri svartar blettir enn laksurin, er heldur hyldligari, høvdið er størri og klingran tjúkkari. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir í miðjuni rættiligir tindar. 2-5 teir ovastu og niðastu eru meira knútukendir.

Sjósíl

Vatnasíl

Áarsíl

Týdningur

Sum heimaveiða hevur sílið nakað av týdningi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Síl, Áarsíl, Anriða, Ejria, Erji, Eyriði-Erriði, Grásíl, Maðkadrumbur, Maðkapirra, Maðkasíl, Sjósíl
Lat:Salmo trutta trutta
Dan:Ørred, Havørred
Eng:Trout, Bannag, Boddom lier, Brown trout, Cam, Finnock, Gerran, Gull, Herling, Lammas men, Lammas whiting, Sea trout, Smout, Spathie, Whitling, Yellow fin
Fin:Meritaimen, Taimen
Fra:Truite d’europe, Truite de mer
Ísl:Urriði, Sjóbirtingur, Sjóurriði, Vatnaurriði
Ita:Trota fario
Jap:Masu
Ned:Forel, Schotje, Zeeforel
Nor:Aure, Bleike, Sjøaure, Sjøørret, Ørret
Pol:Troc wedrowna, Tro
Por:Truta marinha, Truta marisca
Rus:Tajme’n, Kumzha, Losos’ taimen
Spa:Trucha marina
Sve:Øring, Havlaxøring, Havsøring
Týs:Forelle, Lachsforelle, Meerforelle

Viðkomandi tíðindi

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Jákup Sverri aftur av makreltúri

    Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi

    Les meira