Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Kryttlingur |
Lat: | Cottunculus microps |
Dan: | Paddeulk Almindelig – |
Eng: | Polar sculpin |
Fin: | Konnansimppu |
Fra: | Cotte polaire |
Ísl: | Marhnýtill |
Nor: | Paddeulke |
Pol: | Glowaczek |
Rus: | Maloglasy cottunculus |
Sve: | Paddulk |
Cottunculus microps
Kryttlingur hevur ulkuskapilsi, stórt høvd, tjúkkur um nakkan og fremst á bulinum, mjáur aftan. Høvdið er breitt, vanliga breiðari enn langt. Sæð úr erva er høvdið runt framman. Hann hevur eina ryggfjøður, hon er lág framman, hægri aftan. Á stórum fiskum er mest sum bert ein skræðulepi framman. Allir teinarnir eru bleytir. Búkfjaðrarnar eru mest sum bara tvær slintrur, ið sita nær saman, frammarlaga, mitt undir øsinum. Hann hevur stórar uggafjaðrar. Gotfjøðurin er nakað minni enn aftari partur av ryggfjøðurini. Sterturin er ljósur við dimmum blettum. Hann hevur lutfalsliga lítlan kjaft og smáar tenn. Eyguni eru smá. Tveir naddar eru oman fyri og inn frá eygunum, og tveir eru uppi á nakkanum. Strikan er sett við 13-15 poknum. Skræðan kennist sum fínt sandpappír. Kallfiskar hava stóra sinu, hon er 7-10% av standardlongdini.
Kryttlingur er undir Føroyum. Annars við Svalbarð, úr Barentshavinum til Norðsjógvin. Hann er undir Hetlandi, Íslandi, Eysturgrønlandi, báðumegin í Davisfirði, í Baffinsflógvanum og frá Labrador til New Jersey.
Stødd
Kryttlingur verður upp í einar 30 cm langur (kvennfiskur), vanliga um 20 cm. Kallfiskar eru minni enn kvennfiskar.
Dýpi
Kryttlingur er á bleytum botni, úr 170 niður á 1000 m.
Litur
Hann hevur káman, gráan lit við 4, onkuntíð 3 brúnligum, ójøvnum bondum tvørtur um bulin, síðurnar, høvdið og klingruna. Í gráa litinum er ein farri av ljósareyðum.
Eyðkenni
Kámi, grái liturin. Dýpið. Flestu ulkufiskar hava tvær ryggfjaðrar, men kryttlingur hevur bert eina. Naddarnir á høvdinum. Høvuðskapið.
Týdningur
Kryttlingur hevur ikki vinnuligan týdning.
Før: | Kryttlingur |
Lat: | Cottunculus microps |
Dan: | Paddeulk Almindelig – |
Eng: | Polar sculpin |
Fin: | Konnansimppu |
Fra: | Cotte polaire |
Ísl: | Marhnýtill |
Nor: | Paddeulke |
Pol: | Glowaczek |
Rus: | Maloglasy cottunculus |
Sve: | Paddulk |
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…