{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sandskøta

Leucoraja circularis

Umleið 7-8 píkar eru framman fyri og inn millum eyguni. Ein trunki av tindum er á nakkanum. Á halanum eru fýra røð av píkum, tvey hvørjumegin miðjuna, umframt, á ungum fiskum, eitt rað eftir miðjuni á halanum. Úr trantinum til fremst á halanum er styttri, enn fiskurin er breiður. Ravahornini eru rundað, og ravakantarnir eru innbendir framman. Hon hevur spískar tenn, kubbuta gron og lítlan trant framúr.

Útbreiðsla

Fæst av og á undir Føroyum á djúpum vatni, út av Landgrunninum, Føroyabanka og Bankarygginum. Hon er annars á Íslandsrygginum, við suðurvesturstrond Noregs til Hetlands. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Gibraltar, Marokko og nakað inn í Miðjarðarhavið.

Stødd

Sandskøta verður upp í 120 cm long, oftast millum 70-100 cm.

Dýpi

Hon sigst at vera millum 70 m og 275 m, men undir Føroyum fæst hon niður á í minsta lagi 825 m dýpi.

Litur

Á bakinum er hon einlitt grábrún, ljósabrún, í reyðbrúnan lit við 5-6 smáum, makaðum gulhvítum blettum, sum smámyntir, hvørjumegin ryggin. Onkuntíð sæst sandskøta við ongum blettum. Undir búkinum er hon hvít.

Eyðkenni

Teir hvítligu blettirnir á bakinum og á búkfjaðrunum og fýra píkarøð á halanum.

Týdningur

Sandskøta verður avreidd, men nøgdin er lítil.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sandskøta
Lat:Leucoraja circularis, Raja circularis
Dan:Sandrokke
Eng:Sandy ray
Fin:Hietarausku
Fra:Raie circulaire, Raie pisseuse, Raie ronde, Raie souris, Roui
Gri:Salahi
Ísl:Sandskata
Ita:Razza rotonda
Ned:Zandrog, Spiegelrog
Nor:Sandskate, Sandrokke
Pol:Raja piaskowa
Por:Raia de são Pedro, Raiade de quatro olhos, San pedro
Spa:Raya falsa vela, Raja circular, Rajada d’anells
Sve:Sandrocka
Týs:Sandroche

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…