Úlvfiskabróðir
Lycodes eudipleurostictus
Sum fleiri av úlvfiskunum hevur hann tvær strikur. Tann ovara er eftir miðjuni á síðuni og hin niðara fram við búkinum og nakað aftur um gotið. Strikurnar eru rættiliga týðiligar, uttan á ungum fiskum, har sæst hin niðara viðhvørt illa. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar. Úlvfiskabróðir hevur eina ryggfjøður, ið gongur aftur í sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini. Hann hevur ikki stert. Hann hevur stórar uggafjaðrar, eitt sindur innbogaðar í afturrondini. Av gronini aftur til fremra enda á gotfjøðurini er millum 37-41% av heildarlongdini. Kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er umleið 10-12% av heildarlongdini. Høvdið er umleið 21-22% av heildarlongdini. Roðsla er um allan kroppin og kemur fram til búkfjaðrarnar og uggafjaðrarnar.
Útbreiðsla
Úlvfiskabróðir er undir Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi, í Barentshavinum, Norðurhavinum, norðan fyri og eystan fyri Ísland, í norðaru hellingini á Íslandsrygginum og í Hetlandsrennuni.
Stødd
Úlvfiskabróðir verður upp í 45 cm langur, tó sjáldan longri enn 35 cm.
Dýpi
Hann er fingin niðri á umleið 1130 metrum, men er annars millum 25 og 900 metrar. Hann er í køldum sjógvi, +4°C og niður í ÷2,3°C.
Litur
Hann er brúnur ella dimmreyðbrúnur við 5-8 ljósum, men heldur veikum tvørbondum aftur eftir síðunum. Tvørbondini eru týðiligast ovast á bakinum og á ryggfjøðurini.
Eyðkenni
Úlvfiskabróðir minnir kanska mest um úlvfiskin, men høvdið er heldur størri, teinarnir í uggafjaðrunum eru færri, og litirnir í bondunum á síðunum eru bleikari. Afturrondin á uggafjaðrunum er eitt sindur innbogin. Á øðrum úlvfiskum er afturrondin útbogin. Tvær strikur.
Týdningur
Úlvfiskabróðir hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Úlvsfiskabróðir |
Lat: | Lycodes eudipleurostictus |
Ala: | Doubleline eelpout |
Eng: | Doubleline eelpout |
Ísl: | Tvirákamjóri |
Nor: | Båndålebrosme |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…