
Havið
Á síðuni:
Umleið 71% av heimsins yvirflatu er hav og í føroyskum øki er havið 99,5% av yvirflatuni.
Havið kring Føroyar er í stóran mun merkt av rákinum av Atlantssjógvi, sum ferðast inn í Norðurhøv og møtir Eysturíslandssjógvi stutt norðan fyri Føroyar. Eginleikar hjá hesum sjógvum eru karmar um havvistskipanirnar bæði á grunnum og djúpum – havvistskipanir, sum eru búøki hjá eitt nú botnfiski og uppsjóvarfiski.
Javni hitin í sjónum tryggjar eisini tað lutfallsliga heita veðurlagið vit hava, ímeðan sjóvarfall og aldur hava beinleiðis ávirkan á gerandisdagin hjá fólki, sum virka á havinum.
Havstovan kannar regluliga umhvørvið í havinum. Endamálið er at skilja og fylgja við í teimum broytingum, sum henda og sum ávirka okkara havvistskipanir eins væl og veðurlagsbroytingar í heiminum.
Havøkið millum Ísland og Skotland

Havøkið millum Ísland og Skotland. Føroyskt havøki (EEZ) er teknað við klænari svartari linju. Litirnir eru vatnskorpuhiti (mátað frá fylgisveini), har reyðu litirnir eru Atlantssjógvur, ímeðan kaldur sjógvur við arktiskum uppruna er bláur. Á markinum millum hesi sjógvasløgini er íslandsfronturin (grá stiplað linja). Sjógvurin inni á Landgrunninum er nakað kaldari enn Atlantssjógvurin og fronturin teirra millum er teknaður við klønum svørtum pílum. Størru pílarnir vísa rák í teimum ovaru løgunum. Klønu gráu linjurnar eru dýpdarlinjur.
Landgrunnurin
Tann grynsti parturin av føroyskum sjóøki er tann føroyski landgrunnurin ella bara Landgrunnurin, sum hann vanliga verður nevndur. Landgrunnurin líkist í skapi nógv einum tríkanti við einum horni suðureftir. Innast við land er Landgrunnurin hampuliga flatur; men longri úti verður botnurin brattari, og tað verður nevnt “Hellingin”. Markið millum Landgrunn og Helling er summastaðni norðanfyri nakað grynnri enn 200 metrar; men eystanfyri liggur tað í støðum djúpari enn 300 metrar.

Landgrunnurin og havøkini kring hann. Litirnir visa botndýpi, og kassin ovarlaga høgrumegin á myndini vísir, hvat dýpi hvør litur merkir. Botnkortið hevur Knud Simonsen gjørt.

Bókin Havið
Meiri nágreinar upplýsingar um havumhvørvið kunnu eisini finnast í bókini ”Havið”.


Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði
20.03.2023
21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…
Viðkomandi verkætlanir
ObsSea4Clim – Ocean observations and indicators for climate and assessments
Fígging: Horizon EuropeÁbyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenEndamálið er at stuðla undir meiri nágreinum veðurlagsanalysum og -forsøgnum, bæði regionalt og globalt, og menna nøkur ítøkilg mál fyri burðardyggari framtíð. Les meira
Si-4-Eco – Silicate – gyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Hjálmar HátúnThe main objective is to investigate and quantify how the sub‐polar gyre in the north Atlantic affects the productivity of multiple trophic levels throughout the food web. Les meira