{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Gulllaksur

Argentina silus

Gulllaksur verður veiddur bæði til ídnað og matna.

Kroppurin á gulllaksi er næstan eins breiður og høgur, og í tvørskurði er hann eitt sindur fýrkantaður. Høvdið er rættiliga stórt, hann hevur stutta gron og lítlan kjaft. Eygnatvørmátið er størri enn trantlongdin. Gulllaksur hevur eina lítla ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum. Ein lítil fitifjøður er afturi á sporlinum. Hann hevur eina lítla gotfjøður, og aftari endi situr mitt undir fitifjøðurini. Búkfjaðrarnar eru beint undir aftara enda á ryggfjøðurini, umleið mitt á kroppinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar, sýldan stert og stóra, leysa roðslu. Eitt sindur agurkukendur, súrligur roykur gongur at honum, tá hann er nýveiddur. Hann líkist nógv streymsild.

Gulllaksur kennist frá streymsild á tí, at gulllaksurin hevur um 65-70 roðslur eftir strikuni, streymsildin hevur um 50-54 roðslur eftir strikuni. Harafturat er eygnatvørmátið væl størri og trantlongdin styttri á gulllaksi enn á streymsild. Er fiskurin størri enn 35 cm er lítið at ivast í at talan er um gulllaks og ikki streymsild.

Gulllaksur verður í mesta lagi 60 cm langur. Elsti aldursgreinaði gulllaksur undir Føroyum var 29 ár.

Útbreiðsla

Gulllaksur er vanligur í vestara parti av Barentshavinum, við Noreg, í norðara parti av Norðsjónum, vestan fyri Skotland og Írland, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í vestara parti av Atlantshavi
er hann í Davisfirði, við Nova Scotia, Grand Bank og George’s Bank í Kanada.

Við Føroyar er gulllaksur bæði á Landgrunninum, við bankarnir vestanfyri og á Wyville Thomson rygginum.

Hann er á djúpum vatni úr 150 m niður á 1400 m. Gulllaksur stendur bæði við botn og eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni. Sum heild er smáur gulllaksur á grynri vatni enn stórur gulllaksur.

Veiða

Undir Føroyum verður gulllaksur fiskaður í hellingini á landgrunninum, á bankunum vestanfyri og Wyville-Thomson rygginum. Gulllaksafiskiskapurin er sum oftast á dýpum millum 300-700 m. Flestu árini verður roynt eftir gulllaksi frá apríl til september.

Gulllaksastovnurin undir Føroyum er felagsstovnur, sum eisini livir í bretsum havøki, og tí verður umsitin í felag við onnur lond. Gulllaksur undir Føroyum verður í høvuðsheitum veiddur av føroyskum og niðurlendskum skipum.

Føroysk gulllaksaveiða byrjaði so smátt í 1990 við m.a. svartkjaftaskipunum, og tá vóru veidd sløk 3 túsund tons. Føroyski fiskiskapurin eftir gulllaksi byrjaði av álvara í 1995, tá føroyskir trolarar fiskaðu 5.500 tons.

Vektarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Óvist er, um gulllaksur undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum.

Tað verður ikki gjørd nøkur fullfíggjað stovnsmeting av gulllaksi við Føroyar í ICES og orsøkin er í høvuðsheitum, at stovnsuppbýtið er ógreitt. Á vári í 2015 varð komið fram til, at gulllaksur við Føroyar (ICES øki 5.b) skal viðgerðast saman við gulllaksi í ICES øki 6.a, sum er økið sunnan fyri Wyville-Thomson ryggin.

Gulllaksur er tann einasti av botnfiskunum við Føroyar, har fiskiskapurin er stýrdur við kvotu og ikki fiskidøgum.

Gulllaksafiskiskapurin við Føroyar er góðkendur sum burðardyggur av MSC (Marine Stewardship Council). Tað hevur hann verið síðani 2012.

Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Tilgongd
Veiðutrýst
Gýtingarstovnur

Tilmæli

Lívfrøði

Gulllaksur verður roknaður sum bentopelagiskur fiskur, t.v.s. kann vera niðri við botn og eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni.

Vøkstur

Miðalvektin á 30 cm og 40 cm longum gulllaksi er umleið 0,2 kg og 0,5 kg.

Gulllaksur veksur seint. Árligi vøksturin hjá gulllaksi er umleið 3 cm um árið, til hann er kynsbúgvin. Aftaná veksur hann 1-2 cm um árið.

Nytran á gulllaksi er lutfallsliga stór og árringarnir síggjast rættiliga væl. Gulllaksanytran verður tí aldurslisin í heilum líki. Gulllaksur verður sjáldan eldri enn 20 ár.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av gulllaksinum fyrstu ferð umleið 7 ára gamal, og tá er hann um 35 cm til longdar. Ein lítil partur av gulllaksinum verður kynsbúgvin longu sum 5 ára gamal, men meginparturin gýtir tó ikki fyrr enn sum 8-9 ára gamal.

Gýting

Gýtingartíðin hjá gulllaksi í føroyskum sjógvi er long. Eygleiðingar av gýtandi gulllaksi benda á, at gýtingartíðin fyri tað mesta er frá mars til juni, men tó er eisini gýting í august og september.

Eins og hjá øðrum fiskasløgum á djúpum vatni er gýtingin hjá gulllaksi spjadd yvir eitt stórt øki og er ikki eins og hjá toski á ávísum smáum økjum. Gýtandi gulllaksur er fyri tað mesta fingin á 400 til 500 m dýpi. Talið á rognkornum undan hvørjum kvennfiski er bert einar 16-36 túsund á 40-49 cm longum fiski.

Yngul og ungfiskur

Eftir gýtingina flotna rognkornini upp í sjógvin (pelagiskt) og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar. Klaktu larvurnar spjaðast eins og rognkornini við rákinum. Tá larvurnar eru vorðnar til yngul, verða tær verðandi uppi í sjónum eina tíð, áðrenn yngulin fer nærri botni (bentopelagisk). Gulllaksalarvur og -yngul eru funnin pelagiskt bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Tað fyrsta ein sær til ungfiskin er tá hann er einar 10 cm og meira til longdar.

Føði

Føðin hjá gulllaksi er serliga krabbadjór, mest krill, og fiskur. Krill tykist vera vanligari á grunnu økjunum og hjá tí smáa fiskinum. Fiskur gerst størri partur av føðini, sum gulllaksurin veksur. Lítli kjafturin avmarkar føðina til at vera smá djór.

Dømi um innihald í maga hjá gulllaksi.

Ferðing

Lítil vitan er um ferðing hjá gulllaksi. Gulllaksur er mest við botnin um dagin og fer uppfrá um náttina. Gulllaksur á grunnum vatni er í miðal minni enn gulllaksur á djypri vatni, sum bendir á, at gulllaksur fer djúpari, tess størri hann verður.

Litur

Gulllaksur er grøn/grá-gulligur um bakið. Síðurnar eru silvurlittar, viðhvørt eitt sindur dimmar, grómutar. Hann er hvítgulur undir búkinum. Óskalaður skyggir hann gyltur og viólbláur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Gulllaksur
Lat:Argentina silus
Dan:Guldlaks
Eng:Greater argentine, Argentine, Greater silver smelt
Fin:Kultakuore, Kultalohi
Fra:Grande argentine, Gros yeux, Saumon doré
Gri:Gourlomatis
Ísl:Stóri gulllax
Jap:Nigisu
Nor:Vassild, Berglax, Stavsild
Pol:Srebrzyk opalek, Argentyna srebrnik, Argentyna-wielka
Por:Argentina
Rus:Severoatlanticheskaya argentina, Argentina, Zolotaja korjuška, Zolotaya koryushka
Spa:Pez de Plata, Sula
Sve:Guldlax
Týs:Goldlachs
USA:Atlantic argentine

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…