Drunnhvíti
Hydrobates pelagicus
Drunnhvítin er ein ógvuliga talríkur sjófuglur í Føroyum, hóast hann sjáldan sæst. Han heldur mest til á opnum havi og kemur einans til lands fyri at reiðrast. Fyri at sleppa undan rovfuglum, ferðast drunnhvítin til og frá reiðrinum í myrkri og í skýmingarløtuni. Hann sæst tó onkuntíð á ljósum degi, tá ið hann eltir fiskiskip.
Drunnhvíti er lítil svartur fuglur og er av slagnum Procellariiformes, har onnur fuglasløg, sum skrápur, havhestur og albatrossur, eisini hoyra undir.
Størsta drunnhvítabøli í heiminum finst helst í Nólsoy, sum er blivin altjóða viðurkend sum eitt sonevnt Ramsar-øki, orsaka av stóra drunnhvítastovninum. Tað finnast eisini sera stór drunnhvítabøli á øðrum rottufríum oyggjum í Føroyum, serliga Mykinesi og Sandoy.
Status viðvíkjandi reyðlista
Tann evropeiski drunnhvítastovnurin er talríkur og fevnir um eitt stórt øki. Tí er hann mettur at hoyra undir flokkingina “Ikki hótt” á reyðlistanum hjá IUCN.
Útbreiðsla
Drunnhvítin heldur til í stórum parti av Atlantshavinum. Hann reiðrast mest í Norðuratlantshavi, men summi pør reiðrast heilt suðuri á Kanarisku Oyggjunum. Drunnhvítin hevur vetrarvist í sunnarlaga í Atlantshavinum.
Umleið 50% av øllum drunnhvítum í heiminum halda til í Føroyum, og meginparturin av teimum heldur helst til í Nólsoy, Mykinesi og Sandoy. Í seinastu landsumfatandi teljingini í 1980´unum varð mett at eini 250.000 nørandi pør av drunnhvíta eru í Føroyum.
Teljingar í Nólsoy
Fleiri teljingar eru gjørdar í Nólsoy fyri at meta um talið av nørandi pørum. Sambært teljingunum, sum eru gjørdar higartil, verður mett at eini 50.000 nørandi pør eru at finna í Nólsoy. Sambært eldri metingum var nakað tað sama talið at finna á Sandoynni og í Mykinesi.
Ferðing
Í Føroyum er drunnhvíti ringmerktur síðani 1931 og er hann tann fuglur, ið er oftast ringmerktur í Føroyum. Ringmerking er ein einfaldur kanningarháttur. Fuglurin verður fangaður og merktur við einum metal ringi. Tá ið hann seinni verður fangaður aftur, ber til at síggja á ringinum, hvar hesin fuglurin varð merktur. Ringmerkingar kunnu siga nakað um, hvussu fuglurin ferðast.
Kortið niðanfyri vísir hvar drunnhvítar, sum eru ringmerktir í Føroyum, eru fangaðir aftur. Tað sæst, at drunnhvítin í Føroyum ferðast víða um, heilt suður til Suðurafrika.
Lívfrøði
Eyðkenni
Drunnhvítin er svartur við einum hvítum drunni. Drunnhvíti er ein tann minsti sjófuglur í heiminum og er millum 15-16 cm til longdar.
Eins og hini sjófuglasløgini í Procelariiformes familjuni, sum t.d. havhestur, skrápur og sýldur drunnhvíti, hevur drunnhvítin sera góðan luktisans ið hann helst brúkar til at finna føði og holuna hjá sær.
Nøring og vøkstur
Drunnhvítin kemur til Føroyar í mai mánaða og byrjar tá at reiðrast. Drunnhvítin reiðrast ymsastaðni í Føroyum. Rottan er ein stór hóttan og tí eigur drunnhvítin helst einans í rottufríum oyggjum. Hann eigur antin í millum steinarnar í urðum ella í grivnum holum, og leggur eittans egg. Eftir at drunnhvítin hevur vorpið, bølir hann egginum í 5 vikur, til pisan klekist. Pisan verður floygd eftir 56-86 dagar. Í Føroyum verða pisurnar floygdir frá umleið september-oktober og viðhvørt so seint sum í desember.
Foreldrini skiftast um at bøla og at finna føði. Túrarnir eftir føði kunnu vera drúgvir, upp í 3 til 5 dagar. Av tí at annað foreldrið altíð liggur á reiðrinum, ber onkuntíð til at hoyra drunnhvítan ímillum steinarnar, hóast hann ikki sæst.
Vit vita ikki við vissu hvussu tað er í Føroyum, men í Bretlandi ferð tann nørandi fuglurin frá reiðrinum í september til november og hevur vetrarvist á havinum vestan og sunnan fyri Afrika.
Summar ringmerkjakanningar benda á, at drunnhvítin livir leingi. Tann elsti føroyski drunnhvítin gjørdist yvir 30 ár. Hann bleiv nevniliga ringmerktur í 1987 og fangaður aftur 30 ár seinni, og má sostatt vera eldri enn 30 ár, tí tað er óvist hvussu gamal hann var, tá ið hann varð ringmerktur.
Árlig yvirskipað ringrás hjá drunnhvíta, sum nørist.
Føði
Drunnhvítin finnur meginpartin av føðini við at flúgva yvir vatnskorpuni og fanga smá krabbadýr og fiskar. Hann kann eisini finna uppá at kava, men er tó altíð tætt við vatnskorpuna og kavar í mesta lagi niður á 20 cm dýpi.
Drunnhvítin í Føroyum etur fjølbroyttan kost. Hann livir millum annað av smáum fiskum, so sum nebbasild, krabbadýrum og ryggleysum dýrum. Drunnhvíti etur eisini til tíðir slógv og kann síggjast elta fiskiskip. Hetta sæst eisini aftur í magainnihaldinum, har mann hevur funnið leivdir av hvítingsbróðri og toski. Hesir eru botnfiskar, sum liva har, sum drunnhvítin ikki røkkur at veiða. Tí má hetta helst vera slógv.
Leinkir
The Royal Society for the Protection of Birds (RSPB)
Brittish Trust for Ornithology
Dispersion and vulnerability of marine birds and cetaceans in Faroese waters
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.07.2022
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi
10.05.2022
Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…
Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum
10.05.2022
Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.08.2021
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Merkta føroyska parið
18.12.2020
Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…
Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum
18.12.2020
Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …
Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini
23.10.2018
Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…
Fuglateljing við dronu
09.10.2017
Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi umleið 10. hvørt ár. Fuglarnir verða taldir eftir myndum. Summarið 2016 vórðu myndirnar á fyrsta sinni tiknar …
Harðir vetrar stimbra sjófugl
21.09.2017
Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017…
Seinasta lundapisan klár at fara
01.09.2017
Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðr…
Arktiskur sjófuglafundur í Føroyum
24.04.2017
Havstovan og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava verið vertir fyri tí árliga arbeiðsfundinum hjá arktiska sjófuglabólkinum CBird (Circumpolar Seabird G…
Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy
19.09.2016
Sunnudagin 20. mars 2015 var sólarmyrking í Føroyum, men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúgvoy? Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkom…
Merkja sjófugl fyri at kanna, hvar hann heldur til um veturin
29.09.2014
Havstovan er við í eini stórari verkætlan fyri at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu…
Pisur sum vistfrøðiligt mát
07.11.2013
Ein háttur at kanna „heilsuna“ hjá eini vistskipan, er at nýta burðarúrslitið hjá ávísum sjófugli. Í Føroyum er samband millum burðarúrslitið hjá ritu…
Pisurnar doyggja í hungri
07.11.2013
Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisa…
Ein sveimari við plastikki í maganum
23.08.2012
Næstan annar hvør havhestur við Føroyar hevur meira plastik í maganum enn ásetta markvirðið. Vindur og reyðæti havastóran týnding fyri trivnaðin hjá h…
Ov feitt fyri ternuna
23.08.2012
Nógv bendir á, at høvuðsføðikeldan hjá ternuni, nebbasildin, var so væl fyri í 2009, at hon bleiv óatkomulig hjá ternuungunum. Árið sá út til at geras…
Riturnar eru í Labradorhavinumum veturin
01.09.2011
Í 2009 setti Fuglakanningarstøðin ljósloggarar á ritur fyri at kanna, hvar tær eru um veturin. Tá ið riturnar komu aftur á sumri 2010 sást, at tær høv…
Besta árið hjá ternum í langa tíð – hóast nógvir ungar doyðu
01.09.2010
Meiri føði var í 2009 enn undan farnu árini, og tí megnaðu ternurnar at halda lív í ungunum, til teir vóru um at verða floygdir. Hetta er úr Sjóvarmál…
Kanna, hvar riturnar ferðast um veturin
01.09.2009
Í summar merkti Havstovan 20 ritur í Stóru Dímun við geolocatorum fyri at kanna, hvar tær halda til um veturin. Hetta er liður í einum samstarvi, har …
Havhestur druknar á línu
01.09.2008
Línuskip fáa eini 5.000-25.000 havhestar á hvørjum ári. Havhestarnir royna at taka agnið av línuni, men gerast fastir og drukna. Hóast hjáveiðan helst…
Ritan í minking
01.09.2007
Ritustovnurin í Føroyum minkar, tí ov fáar pisur koma undan. Seinastu fýra árini hava verið út av lagi ring. Orsøkin er helst, at lítið hevur verið ti…
Minni av ruski í føroyskum sjógvi enn í Norðsjónum
01.09.2004
Tað undrar helst ongan, at minni av ruski er í føroyskum sjógvi enn í Norðsjónum, men tey flestu høvdu helst roknað við, at munurin var størri. Hetta …
Fuglakanningar
01.09.2003
Tal av lomviga, lunda, ternum og grásúlum minkaði í 2003, so hetta árið royndist illa hjá sjófuglinum. Plastikk, funnið í havhestamagum, kann nýtast s…