
Ennifiskur
Platyberyx opalescens
Ennifiskur hevur flatkroysta útsjónd, høgur og smalur. Standardlongdin er um tvær reisir hæddina. Hann hevur eina sera høga ryggfjøður, fremst av nakkanum aftur í klingruna. Ennifiskur hevur eina gotfjøður, ið er frá mitt undir ryggfjøðurini aftur í klingruna. Hann hevur langar búkfjaðrar, ið sita fremst og niðast á búkinum og røkka væl aftur á gotfjaðrafestið. Uggafjaðrarnar eru nakað langar, røkka væl aftur á gotfjaðrafestið. Høvdið er eins høgt og kroppurin, nógv upprent framman, ennið er høgt. Eyguni eru frammarlaga og miðskeiðis á høvdinum, rættiliga stór. Kjafturin er nakað stórur, eitt sindur upprendur og er niðast og fremst á høvdinum. Hann kemur aftur undir aftaru trom á eygunum. Ennifiskur hevur smáar tenn. Strikan er bogin uppeftir og gongur javnt undir ryggfjøðurini. Hann hevur tveir nasagluggar hvørjumegin.
Útbreiðsla
Ennifiskur er undir Føroyum. Í Atlantshavinum annars frá 65°N til 40°N. Ennifiskur er sjáldsamur fiskur.

Stødd
Longdin á ennifiski verður upp í 60 cm, mátað til klingruna.
Dýpi
Hann er mest uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 3660 metrar. Ein er veiddur í botntroli vestur úr Mykinesi á umleið 475 metra dýpi.
Litur
Hann er brúnligur við kámum opalskyggjandi liti. Kápan er dimmblá-vióllitt. Sterturin er glærur. Ryggfjøðurin, gotfjøðurin, og búkfjaðrarnar eru svartar.
Eyðkenni
Høga ennið, longu fjaðrarnar.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Ennifiskur |
Lat: | Platyberyx opalescens |
Ísl: | Ennisfiskur |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…