{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Reyðsprøka

Pleuronectes platessa

Reyðsprøka er virðismikil fiskur, og verður nógv veidd. Øll reyðsprøka undir Føroyum verður mett sum ein stovnur.

Reyðsprøka er høgravendur flatfiskur. Reyðsprøka hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum til klingruna, rættiliga smáar ugga-og búkfjaðrar, stóran stert, eitt lítið sindur útbogin. Hon hevur pík beint aftan fyri gotið, men er annars sløtt bæði undir og omaná. Strikan fer í ein lítlan boga oman fyri uggafjøðurina. Millum eyguni og aftur til kápuklovan er ein týðiligur reikur við 5-7 beinknútum.

Beinreikurin aftur frá eygunum, skap og reyðu blettirnir eru sereyðkenni.

Reyðsprøka verður upp í 85 cm long. Elsta aldursgreinaða reyðsprøkan undir Føroyum var 17 ár.

Útbreiðsla

Reyðsprøka er úr Genovavíkini til Gibraltar, frá Marokko fram við Evropa norður í Hvítahavið. Hon er í donskum sjógvi og syðra parti av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum og kring Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum og Íslandi. Hendingaferð er hon fingin í Grønlandi.

Reyðsprøka er vanligur botnfiskur á firðum, víkum og landgrunni út á 200 m dýpi. Reyðsprøka er ikki á Føroyabanka.

Veiða

Fyri seinna heimsbardaga vórðu um 100 til 200 tons av reyðsprøku fiskað um árið, men eftir bardagaárini og fram til umleið 1970 vaks veiðan støðugt. Síðani hevur veiðan verið nøkulunda jøvn um 300-400 tons, tó við onkrum frægari og onkrum slakari árum upp­ímillum.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Lívfrøði

Reyðsprøka verður roknað sum botnfiskur.

Vøkstur

Ymiskt er, hvussu reyðsprøka veksur ymsastaðni undir Føroyum. Samanborið við onnur sjóøki, veksur reyðsprøkan undir Føroyum lutfalsliga skjótt. Reyðsprøka verður í mesta lagi um 100 cm long.

Reyðsprøka veksur uml. 10-15 cm um árið til hon gerst kynsbúgvin sum 3 ára gomul. Hareftir veksur hon uml. 3-5 cm árliga til hon er um 12 ár. Tá avtekur vøksturin rættiliga skjótt. 4 ára gomul reyðsprøka er um 40 cm og 10 ára gomul um 56 cm. Kanningar inni við land hava víst, at reyðsprøkan sama árið, sum hon er gýtt, er 3-9 cm til longdar.

Aldurin hjá reyðsprøku verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Aldurin verður lisin av heilari nytru, sum hevur ligið á bloti í vatni í minst eitt samdøgur. Á henda hátt gerast árringarnir sjónskari og lættari at lesa.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av reyðsprøkuni fyrstu ferð umleið 3 ára gomul; tá er hon um 35 cm til longdar.

Gýting

Gýtingartíðin hjá reyðsprøku er frá februar til apríl. Reyðsprøka gýtir víða um á Landgrunninum. Gýtandi reyðsprøka er fingin norðan-, eystan- og vestanfyri. Dýpið, har gýtingin fer framm, er á umleið 100 m. Ongin gýting er inni á firðunum.

Yngul og ungfiskur

Gitnu rognkornini av reyðsprøku flotna upp í sjógvin eins og hjá øðrum toskafiskum, og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar; sama er við larvunum. Yngulin er uppi í sjónum í nakrar mánaðir. Í juni leitar yngulin inn á firðir og víkir og tekur botn. Í juli‑august er nógvur reyðsprøkuyngul at síggja á heilt grunnum vatni, har sandur ella mórutur sandur er á botninum, serliga við áarmunnar.

Føði

Føðin hjá vaksnari reyðsprøku er serliga lindjór, eitt nú ormar og tvískeljar. Av aðrari føði hjá reyðsprøku kann nevnast gággukrabbar og nebbasild.

Ferðing

Reyðsprøkan heldur sær á grunnum vatni inni á firðum, víkum og sundum tey fyrstu 3 árini. Um 4 ára aldur leitar hon út á Landgrunnin, út á 200 m dýpi. Merkiroyndir undir Føroyum hava víst, at tann vaksna reyðsprøkan ferðast rættiliga víða um Landgrunnin, men um samband er við onnur havøki, er enn óvist. Nevnast skal í hesum sambandi, at reyðsprøkur merktar undir Íslandi eru fingnar aftur m.a. við Hetland, Norðurnoreg og í Barentshavinum heilt inn í Hvítahavið, so reyðsprøka kann ferðast víða.

Litur

Reyðsprøka er vanliga brún, myrk ella ljóst sandlitt við eyðkendum reyðgulum blettum á bakinum. Á eldri fiskum verður ein hvítligur ringur uttan um teir reydligu blettirnar. Ójavnt er, hvussu nógvir blettir eru, men vanliga eru teir millum 10 og 35. Blindumegin er reyðsprøka hvít/hvítgrá, tó onkuntíð misslitt við baklitinum. Yngulin er hvítur, onkuntíð við reydligum skeri, og hevur sermerkt mynstur av myrkum pigmentum.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Umrokningartalva út frá støddarbólkum. Virðini byggja á tøl fyri árini 2014-2022. Aftasta kolonnan sigur, hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð. Á landingarmiðstøðunum kring landið verður reyðsprøka bólkað í hesar tríggjar støddarbólkar, alt eftir vekt.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

1,0+

5-11+

46-61+

92-100%

Stødd 2

0,5-1,0

4-6

37-44

86-89%

Stødd 3

< 0,5

3-5

30-36

54-92%

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Reyðsprøka
Lat:Pleuronectes platessa
Dan:Rødspætte
Eng:Plaice, Dutch plaice, Ivy leaves, Leubag, Plash fluke, Plashach, Rigth eye flounders, Splash fluke, Splashack
Fin:Punakampela
Fra:Plie commune, Brette, Carlotin, Carrelet, Chabaloa, Fléau, Hotant, Liame, Lizen, Palaise, Piaise, Piaze, Pladucha, Platche, Platchéon, Platusse, Plie fleurie, Sardineau, Tarche, Tardineau, Targe, Target
Gri:Glossá-chomatída, Chomatída, Europai, Glóssa
Ísl:Skarkóli, Rauðspretta
Ita:Solla, Pascera de mare, Passera de mare, Platessa
Jap:Karei me
Ned:Schol, Plaat, Pladijs
Nor:Rødspette, Gullflyndre
Pol:Gladzica
Por:Solha, Solha avessa
Rus:Morskaja kambala
Spa:Solla, Platuja, Platura
Sve:Rødspätta, Rødspotta, Skädda
Týs:Scholle, Goldbutt
USA:European plaice

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…