{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havmús

Chimaera monstrosa

Havmús hevur langan kropp, hon er tjúkkast um uggarnar og búkin, haðani mjækkar hon aftureftir. Nakrar strikur við sansigøgnum eru, serliga um høvdið. Hon hevur lítlan, rundan kjaft. Havmús hevur ongan stert í vanligari merking, men hevur í staðin ein langan dregil. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er høg og tríhyrnt, og stórur, ramligur píkur er frammanfyri. Píkurin er hægri enn fjøðurin. Hin aftara er long og lág og kemur aftur til ovaru halafjøður. Eitt glopp er ímillum fjaðrarnar. Aftara ryggfjøður er ikki meira enn 1/3 av hæddini á teirri fremru. Havmús hevur stórar uggafjaðrar, ið minna um veingir. Búkfjaðrar eru við gotið. Gotfjøðurin er bert ein viðfáningur aftarlaga á sporlinum, og eitt glopp er millum hana og halafjøðurina. Kallfiskar hava tvey makingargøgn, eitt hvørjumegin gotið, og ein hvasstentan vøkstur í enninum.

Útbreiðsla

Við Norðurnoreg, í Skagerrak, undir Íslandi og Føroyum, suður við hellingunum á meginlandinum til Marokko. Í norðara og vestara parti av Miðjarðarhavinum, við Madeira og Asoroyggjar. Hon er eisini á bankum og tindum úti í Atlantshavinum.

Stødd

Havmús verður upp í 150 cm long.

Dýpi

Hon er úr 100 m niður á 1000 m ella djúpari.

Litur

Havmús er ljósabrún, sprøklut á bakinum. Blonk ella bronsulitt um síðurnar og undir búkinum. Stórir fiskar av djúpum vatni eru kámari á liti, og á heilt djúpum vatni kunnu tær vera mjólkarvatnslittar.

Eyðkenni

Aftast á sporlinum eru tvey skørð niður í fjaðrarnar, annað undir og hitt yvir, mest sum beint áraka hvørt annað.

Týdningur

Havmús hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Havmús
Lat:Chimaera monstrosa
Azo:Quimera
Dan:Havmus
Eng:Rabbit fish, King of the herring
Fin:Sillikunigas
Fra:Chimere monstrueuse, Chimère commune, Rat, Roi des harengs
Gri:Himera, Chimera, Gátos
Ísl:Geirnyt, Hámús, Rottufiskur, Særotta
Ita:Chimera, Re de’aringhe
Jap:Ginzame
Ned:Draakvis, Spookvis
Nor:Hågylling, Gullhå, Havmus, Levrekulp, Spælstrenghyse, Sørmus
Pol:Chimera a przeraza
Por:Ratazana, Peixe coelho, Peixe rato
Rus:Evropejskaja chimera
Spa:Quimera, Pez gato, Rata de mer
Sve:Havsmus
Týs:Seeratte, Spøke

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira