{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna. Helst er talan um føroyska heystgýtandi sild, íslendska summargýtandi sild ella norðsjóvarsild. Hvat norðhavssildini viðvíkur, so vísir aldursgreiningin, at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum. Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini.

Svartkjaftur var at síggja út av føroyska landgrunninum og vestarlaga á Íslandsrygginum, umframt eystarlaga í altjóða øki – ivaleyst tí at sjógvurin í hesum økjunum er heitari enn vestanfyri og norðanfyri. Nógv mest varð fingið av 2021-árganginum.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi í seinnu helvt av juni.

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.

Sólvá Káradóttir Eliasen

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Havfrøðingur

solvae@hav.fo / +298 79 39 29

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

22.07.2026

Mánamorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrurin er partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við norskum, donskum og …

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum

24.06.2026

Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stends…

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

05.05.2026

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

30.09.2025

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …