{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóri prikkafiskur

Myctophum punctatum

Stóri prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Uggafjøðurin røkkur aftur undir ryggfjøðurina, men ikki aftur til gotfjøðurina. Fitifjøðurin er mitt ímillum stertin og ryggfjøðurina. Aftari endi á ryggfjøðurfestinum er uppi yvir fremra enda á gotfjøðurfestinum. Ryggfjøðurfestið er munandi styttri enn gotfjøðurfestið. Ljósgøgn eru um búkin, eftir síðunum og undir kjaftinum.eygnatvørmátið er størri enn 30% av høvuðlongdini.

Útbreiðsla

Stóri prikkafiskur er úr Grønlandi til Noregs og suður á umleið 20°N, eisini inn í Miðjarðarhavið. Á syðru hálvu í Atlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Stóri prikkafiskur verður upp í umleið 11 cm.

Dýpi

Hann er undan vatnskorpuni og niður á 1000 metrar ella djúpari. Hann er uppi í sjónum í myrkri og djúpt í dagslýsi.

Litur

Hann er svartur, svartgrómutur til myrkt brúnligur. um síðurnar og undir búkinum er ein feril av perlumóðurskini. Óskalaður er hann møguliga kámt silvurlittur um síðurnar.

Eyðkenni

Uggafjaðrarnar røkka væl aftur undir ryggfjøðurina. Hann kennist frá mjáa prikkafiski av tí, at kjafturin er um tvær ferðir so langur sum eygnatvørmátið, og at ryggfjøðurfestið er styttri enn gotfjøðurfestið.

Týdningur

Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning. Fæst sum hjáveiða í flótitroli yvir djúpum vatni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stóri prikkafiskur
Lat:Myctophum punctatum
Azo:Peixe-lanterna, Escolarinho
Dan:Slankhalet prikfisk, Lille prikfisk
Fin:Pieni Pistekala
Ísl:Punktalaxsíld
Ita:Pesce lanterna punctato, Pesce lanterna
Nor:Liten prikkfisk
Pol:Swietlik tepoglowy
Spa:Pez linterna
Sve:Liten prickfisk

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…