{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hákelling

Somniosus microcephalus

Hákelling hevur tvær smáar píkaleysar ryggfjaðrar. Tann fremra situr umleið mitt á kroppinum, yvir gloppinum millum uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Hon hevur upprendan stert. Høvdið er stutt og bøllut við stórum kjafti. Gronin er tjúkk og mest sum rund. Tenninar í yvirkjaftinum eru smáar, hvassar, tvíeggjaðar, skeivar og standa í fleiri røðum. Í undirkjaftinum eru tenninar breiðar og so skeivar, at bitið verður við tannsíðuni. Andahol er oman fyri og aftan fyri eygað. Eyguni eru smá og rund og sita uppi yvir tí fremsta av kjaftinum. Hon er deydaslig, svøvnut, brestist vanliga ikki.

Útbreiðsla

Hon er vestan fyri Írland, vestur um Atlantshav til Cape Cod og kalda havið, ið er norðan fyri tað. Sløðist inn í Norðsjógvin og Skagerrak. Eisini við Suðurafrika. Rættiliga vanlig allastaðni á djúpum vatni undir Føroyum.

Stødd

Hákelling verður í mesta lagi upp í 6,5 m, onkur sigur 7,3 m, men vanliga er hon undir Føroyum um 2 til 4,5 m.

Dýpi

Hon er vanliga millum 200 og 600 m. Í Arktis er hon bæði í vatnskorpuni, nær landi og annars heilt niður á 1200 m dýpi ella djúpari.

Litur

Hon hevur skiftandi litir, ofta flekkut brún-svørt, men eisini einlitt grálig. Viðhvørt eru veik, myrkt litt bond av bakinum niður á síðurnar. Hon er hvít inni í kjaftinum og í búkholuni.

Eyðkenni

Smáar hákellingar kennast frá ymsum øðrum hávasløgum, við tað at tær hava hvørki píkar ella gotfjøður. Annars er støddin á vaksnum hákellingum ofta ein góð ábending um, hvør fiskurin er.

Týdningur

Nakað verður veitt av hákelling ymsastaðni, men hon hevur lítlan vinnuligan týdning hjá okkum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hákelling
Lat:Somniosus microcephalus
Dan:Havkal, Grønlandshaj
Eng:Greenland shark, Ground sleeper, Gurry shark
Fin:Holkeri
Fra:Laimargue du groenland, Dormeur, Laimargue à courtes nageoires, Leiche, Requin du Groenland
Grø:Eqalussuaq
Ísl:Hákarl, Hafkerling
Ita:Squalo di groenlandia, Lemargo
Ned:Groenlandse haai, Apekalle, Havkel, Ijshaai
Nor:Håkjerring, Håmær
Pol:Rekin polarny
Por:Tubarão da Gronelândia, Pailona, Tubarão da noite
Rus:Poljarnaja akula
Spa:Tiburón boreal
Sve:Håkäring, Håmar
Týs:Eishai

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira