{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lundi

Fratercula arctica

Lundin er ein av talríkastu sjófuglunum í Føroyum. Hann er væl kendur við sínum flotta litríka nevi og eyðsýnda búna, og hann kann sigast at verða eyðkennis fuglur í Norðuratlantshavið.

Lundin er ein álkufuglur eins og lomvigin og álkan.

Status viðvíkjandi reyðlista

Tann evropeiski lundastovnurin hevur verið í minking seinastu trý ættarliðini. Tí verður lundin í tí førinum mettur at hoyra undir flokkingina “Viðbrekið” á reyðlistanum hjá IUCN. Í Føroyum hoyrir hann undir flokkin “Viðbrekið”.

Útbreiðsla

Lundin er útbreiddur í øllum norðuratlantssjónum. 80 % av stovninum heldur til í Íslandi og Noregi. Lundastovnar hava verið í afturgongd síðan 2000, m.a. orsaka av at tað hevur gingið illa við reiðringini. Í Føroyum hevur stovnurin eisini verið í afturgongd.

Tey bláu økini á kortinum vísa hvar lundin heldur til, meðan tey gulu økini vísa hvar hann reiðrast.

Ferðing

Í tíðarskeiðnum 2014-2022 vórðu 31 lundar merktir við GLS-loggarum í Føroyum. Hetta kortið vísir, hvar ið hesir lundarnir hava verið hetta tíðarskeiðið. Litaðu økini vísa, við alsamt sterkari liti, ein 25%, 50% og 75% kjans fyri, at fuglurin finst í tí økinum.

Um tú vilt vita meira um ferðing hjá fugli við slíkum loggarum, far so inn á leinkjuna SEATRACK niðanfyri og vel tey viðkomandi filtrini. Á hesum kortinum er “Species” sett til “Atlantic puffin” og “Colony” sett til “Faroe Islands”.

Lívfrøði

Eyðkenni

Lundin sær serstakur út við sínum stóra litfagra nevi. Hann er svartur um bakið og høvdið og hevur hvíta bringu. Hann hevur reyð eygu og við einari svartari linju. Lundin hevur eitt skap sum ger hann til ein frálíkan svimjara og kavara.

Við at hyggja at foyrunum á nevinum, ber til at siga um lundin er óbúgvin ella búgvin. Tó ber ikki til at siga hvussu gamal hann er út frá hesum. Um veturin er nevið dimmari tí hann hevur kastað hornskónina av nevinum.

Ungfuglurin hevur eitt smalari og dimmari litt nev enn tann vaksni fuglurin. Tann gamli fuglurin hevur, eins og ungfuglurin, dimmari litir um veturin, men hansara nev er eitt sindur breiðari.

Nøring og vøkstur

Lundin eigur bæði í urðum og í valbergi. Í urðrum reiðrast hann ímillum steinarnar, meðan hann í valbergi grevur sær holur at reiðrast í. Holurnar eru ofta so djúpar at fólk ikki røkka inn til reiðrið við arminum.

Lundi livur leingi – meiri enn 30 ár. Hann búnast tá hann er 3-6 ár. Tá ið hann byrjar at nørðast skiftast makarnir um at flúgva út og finna føði og at bøla eggið.

Gamalt var at, lundin kemur til Føroyar um summarmála (14. apríl). Lundin leggur oftast eitt egg stutt eftir at hann er komin til reiðrið. Klekingartíðin er eini 5-6 vikur og pisan verður floygd um Syftunsøku (2. juli). Hetta kann kann tó skifta og er treytað av ymsum umhvørvissligum viðurskiftum. Um miðjan august fer lundin av landinum og heldur fyri tað mesta til á opnum havi um veturin.

Tá ið lundin leitar sær føði og leitar sær aftur til holuna, má hann verða varin. Tað kann henda at onnur fuglasløg royna at rána føðina frá lundanum, ella royna at fanga lundan. Tað kann eisini henda at lundin verður etin av toski ella havtasku ímeðan hann leitar sær føði.

Árlig yvirskipað ringrás hjá lunda, sum nørist.

Føði

Lundin finnur sær føði við at kava. Hann fangar mestu føðina grynri enn 30 m undir vatnskorpuni, men hann kann kava niður á 60 m dýpi. Lundin sæst ofta við fiskayngli og nebbasild í nevinum og tá verður hann nevndur sildberi. Tann fiskurin, hann etur mest av, er nebbasild, men hann kann eisini taka annan fisk so sum sild og lodnu. Til tíðir kann lundin eisini eta djóraæti, krill og bustmaðkar.

Leinkir

Seabird tracking Seatrack

The Royal Society for the Protection of Birds (RSPB)

Birdlife

IUCN reyðlistin

Brittish Trust for Ornithology

Dispersion and vulnerability of marine birds and cetaceans in Faroese waters

Cornell Lab – All About Birds

Viðkomandi tíðindi

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.07.2022

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi

10.05.2022

Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum

10.05.2022

Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.08.2021

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Merkta føroyska parið

18.12.2020

Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum

18.12.2020

Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …

Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini

23.10.2018

Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…