{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lýsingur

Merluccius merluccius

Lýsingur hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og høg. Hin aftara long og nakað lægri enn tann fremra. Hann hevur eina langa gotfjøður, smalar uggafjaðrar og smalar búkfjaðrar. Sterturin er mest sum beinur aftan. Hann hevur lítið undirbit, stóran, førligan kjaft við stórum, hvøssum tonnum. Hann hevur ikki finnu.

Útbreiðsla

Lýsingur sløðist inn í føroyskan sjógv av og á. Annars er hann undir Íslandi og Miðnoregi til Móritania, fram við landi í Miðjarðarhavinum og í syðra parti í Svartahavinum. Hann er bæði inni við land og á víðum havi.

Stødd

Lýsingur verður upp í 140 cm langur, vanliga væl minni.

Dýpi

Hann er úr 30 m niður á 1000 metra dýpi. Er bæði við botnin og uppi í sjónum.

Litur

Hann er skifurgráur um bakið, ljósari um síðurnar. Undir búkinum er hann hvítur gráhvítur. Inni í kjaftinum er hann svartur og táknaholan er svørt.

Eyðkenni

Lýsingur hevur ikki finnu. Smidligur í útsjónd.

Týdningur

Í Føroyum hevur hann ongan vinnuligan týdning, men sunnanfyri verður væl fiskað av lýsingi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lýsingur
Lat:Merluccius merluccius
Dan:Kulmule
Eng:Hake, Guard fish, Herring hake, Merluce, Sea luce, Sea pike
Fin:Kummeli, Kummeliturska
Fra:Merlu commun, Abadioa, Bardot, Brochet de Mer, Canapé, Carapet, Colin, Colinot, Glain, Hec, Hoglet, Ilous, Legatxa, Marlus, Merlan, Merlengo, Merlonge, Merlouche, Merlu blanc, Merluche, Merluchen, Pointe bic, Saumon blanc
Gri:Bacaliáros
Ísl:Lýsingur
Ita:Merluzzo, Nasello
Ned:Stockvisch heek, Heek, Mooie meid, Stokvis
Nor:Lysing, Hæg, Kolkjeft, Svartkjeft
Pol:Morszczuk
Por:Pescadinha, Pescada branca, Pescada Marmota
Rus:Angolsky khek, Merluzy, Chejk, Merluza, Merluzovye
Spa:Merluza, Pescada, Pescadilla
Sve:Kummel
Týs:Seehecht, Hechtdorsch
USA:Whiting

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…