{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Trantlangasporl

Trachyrincus murrayi

Trantlangasporl er sporlklænur fiskur. Tjúkkast er tað fremst um bulin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra heldur høg og tríkantað. Aftara long og lág og kemur aftur á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurina. Stertur er eingin. gloppið millum ryggfjaðrarnar er so mikið stutt, at fremra ryggfjøður røkkur niðurløgd inn yvir ta aftaru. Gotfjøðurin er bert eitt vet styttri enn aftara ryggfjøður. Høvdið er um 27-29% av heildarlongdini. tað hevur spískan trant og skarpar kantar á síðunum. Teir koma aftur hagar, kápan byrjar. Roðslan er rættiliga hvøss. Finnan er lítil. Roðslan mitt oman á bakinum og mitt undir búkinum hevur størri píkar, einir 8-10 slíkir eru á bakinum aftari enn gotið, og 5-11 undir búkinum, aftan fyri gotið. Strikan er ovarlaga á síðuni.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er trantlangasporl fingið við bankarnar vestanfyri og í Rósugarði. er annars í hellingunum sunnanfyri Ísland, á Hattonbanka og vestan fyri Írland. tað er eisini í Davisfirði til Labrador.

Stødd

Trantlangasporl verður upp í 40 cm langt.

Dýpi

Tað er úr um 400 m niður á góðar 1600 m.

Litur

Tað er grábrúnt um allan kroppin, kanska heldur ljósari undir búkinum.

Eyðkenni

Trantlangasporl hevur langa, framstandandi og spíska gron, við hvøssum kantum. Uggafjaðrarnar eru ájavnar við fremru ryggfjøður. Yað hevur hvassa roðslu um bakið og undir búkinum.

Týdningur

Trantlangasporl hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Trant langasporl
Lat:Trachyrincus murrayi, Trachyrhynchus murrayi
Can:Grenadier-scie, Roughnose grenadier
Eng:Murray’s longsnout granadier
Ísl:Langhalabróðir

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…