{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Búrfiskur

Hoplostethus atlanticus

Búrfiskur er hávaksin, eitt sindur tunnur. Eina ryggfjøður. Fremri partur av ryggfjøðurini er lægri enn aftari. Uggafjøðurin røkkur knappliga aftur til gotfjøðurina. Sterturin er nógv sýldur. Hann hevur stórt høvd og slímholur á skallanum, smá eygu. Eygnatvørmátið er umleið 1/4 av longdini av gronini aftur til kápurondina. Kápan hevur beinkenda plátu, ið hevur strálumynstur á skák niður aftureftir. Hann hevur stóran, upprendan kjaft. Strikan er sett við beinroðslum, ið ikki liggja hvør oman yvir aðra.

Útbreiðsla

Búrfiskur er norður gjøgnum alt Atlantshavið til Íslandsryggin og útsynningshornið í føroyskum sjógvi. Á Miðatlantsrygginum, undir Grønlandi, við Labrador og Nova Scotia, Suðurafrika, Nýsæland, Avstralia og Kili.

Tilmæli

Stødd

Búrfiskur verður upp í 75 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 200 metrum niður á 1700 metrar, møguliga enn djúpari.

Litur

Hann er reyður, appilsin- ella ljósareyður um allan kroppin og høvdið.

Eyðkenni

Búrfiskur hevur upprendan kjaft. Hann hevur svartan kjaft og svartar táknaholur. Strikan er sett við beinroðslum.

Týdningur

Búrfiskur hevur góðan prís á fiskamarknaðunum og er góður matfiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Búrfiskur, Skjaldbrystlingur
Lat:Hoplostethus atlanticus, Hoplostethus islandicus
Dan:Soldatfisk, Orange savbug
Eng:Orange Roughy, Slimehead
Fra:Hoplostete rouge, Empereur, Hoplostete orange
Gri:Kathreptópsaro
Ísl:Búrfiskur, Búri
Ita:Pesce specchio atlantico
Jap:Hiuchidai, Orenzi rafii
Ned:Kaizersbaars, Valse beryx
Por:Olho de vidro laranja
Rus:Atlantichesky bolshegolov
Spa:Reloj anaranjado
Sve:Lyktfiskar
Týs:Atlantischer Sägebauch, Breitmaulbarsch, Granatbarsch, Kaiserbarsch, Schleimkopf
USA:Orange roughy

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…