{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Plantuplankton

Eins og á landi, eru  eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum. Fyrsti liður er plantuplankton. Hesi  eru evarska smáar plantur, oftast 1/10-1/100 mm til støddar, sum sveima uppi  í sjónum og sum við sólarljósinum sum orkukeldu gera síni lívrunnu evni úr ólívrunnum evnum í sjónum. Plantuplankton er sostatt, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlagið undir øllum djóralívinum í havinum.

Vanligt plantuæti í føroyskum sjóøki.

Av tí at gróðurin fær orkuna úr sólarljósinum, er hann næstan bert í teimum ovastu 50-80 metrunum av sjónum, har nóg mikið er av ljósi. Á okkara leiðum er næstan allur gróðurin um várið, summarið og nakað út á heystið. Um veturin er ov lítið av ljósi til gróður.

Tøðevni í sjónum kunnu eisini vera við til at avgera, hvussu nógvur gróður er. Hetta eru evni, sum algurnar upptaka úr sjónum og sum verða brúkt tá algurnar vaksa. Viðhvørt kunnu summi av hesum evnunum verða brúkt upp, og tá kunnu tey avmarka gróðurin. Hetta kann henda ovarlaga í sjónum um summarið, um lítið av djúpari sjógvi við tøðevnum í verður blandaður upp í tann ovasta og ljósa partin av sjónum. Serliga er vanligt, at nitrogen, fosfor og (serstakt fyri kisilalgur) silisium kunnu avmarka gróðurin.

Plantuplanktonlisti

Kanning av plantuplankton

Tá granskarar kanna plantuplankton, verða tveir hættir brúktir:

Annar hátturin er at staðfesta, hvørjar algurnar eru og telja tær. Hetta kann annaðhvørt gerast við at hyggja eftir algunum við mikroskopi ella at brúka útgerð, sum tekur myndir og nýtir telduforrit at staðfesta og telja algurnar. Hetta verður gjørt, tá ynski er um at fáa kunnleika um plankton-samfeløgini.

Hin hátturin er at kanna nøgdirnar av klorofyl-a í sjónum. Hetta er tað mýlið, sum ger fotosyntesuna hjá algunum, og nøgdirnar av klorofyl-a er eitt leiðbeinandi mát fyri tær samlaðu nøgdirnar av plantuplankton. Henda kanningin er væl skjótari at gera og verður oftari gjørd enn teljingar.

Á hesi heimasíðuni verður fyri tað mesta víst úrslit frá klorofyl-a kanningum, tvs. upplýsingar um samlaðu nøgdirnar av plantplankton, uttan at komið verður inn á, hvørji sløgini eru.

Opið hav

Føroysku havleiðirnar hava, eins og norðurhøv annars, rættiliga nógvan gróður. Plantuplankton má, eins og allar aðrar plantur, fáa ljós fyri at vaksa og kann tí bert vera í tí ovasta og ljósa partinum av sjónum.

Gróðurin byrjar vanliga í mai, tá sólarljósið hevur hitað teir ovastu 30-50 metrarnar av sjónum. Heitari sjógvur er lættari enn kaldari sjógvur, og tí legst eitt lag av lættari sjógvi í erva, sum ger at plantuplankton kann vera verandi uppi í ljósinum. Gróðurin heldur fram til út á heystið, tá tað ovasta lagið aftur gerst kaldari og verður blandað við tann djúpara sjógvin.

Várgróðurin er vanliga nógvur. Hetta er tí at nógv tøðevni eru í tí ovasta sjólagnum í fyrstuni, av tí at sjógvurin um veturin var blandaður úr vatnskorpuni og niður á stór dýpi. Men skjótt minka nøgdirnar av tøðevnum í tí ovasta sjólagnum so nógv, at tær darva gróðrinum. Um summarið kann hann vera nakað ójavnur, alt eftir hvussu veðrið er.

Sum heild er mesti gróðurin har, sum havstreymar møtast ella har sjógvur av øðrum orsøkum liggur í løgum. Í føroyskum havøki er hetta serliga norðan fyri Føroyar, har Atlantssjógvur úr útsynningi og Eysturíslendskur sjógvur úr útnyrðingi møtast. Eisini kann væl av gróðri vera í á landgrunshellingini og á bankunum eystanfyri og vestanfyri um summarið.

Miðal nøgdir av plantuæti í tíðarskeiðnum 2000-2021 á havleiðunum kring Føroyar um várið og summarið (mátað við fylgisveini). Havast skal tó í huga, at nakað av broytingum sjálvsagt kann vera frá tíð til aðra, tó at høvuðsgongdin er sum myndin vísir.

Landgrunnurin

Kanningar á Havstovuni hava víst eitt sera týðiligt samband millum gróðurin av plantuplankton og vøkstur og nøgdir av teimum hægri liðunum í føðinetinum á Landgrunninum. Bæði tey góðu og tey minni góðu gróðrarárini síggjast aftur, bæði í tilgongd av fiski og í føði til fisk og sjófugl.

Havstovan leggur tí stóran dent á at fylgja við gróðrinum av plantuplankton og at skilja tey ógvisligu sveiggini, sum eru. Á hvørjum ári verða gjørdir kanningartúrar við rannsóknarskipinum, bæði um várið, tá gróðurin tekur seg upp, og á sumri. Eisini hevur Havstovan samstarv við Lívfiskastøðina í Skopun, haðani sjógvur fæst til kanningar hvørja viku. Hesin sjógvurin verður pumpaður úr Skopunarfirði og hann umboðar væl tær innaru landgrunsleiðirnar. Havstovan leggur úrslit frá hesum kanningunum á hesa heimasíðuna, so hvørt tey eru tøk.

Nøgdir av plantuplankton í sjónum, ið er pumpaður inn á Lívfiskastøðina í Skopun seinastu árini, eitt gott ár og eitt vánaligt ár.

Ógvuliga ymiskt er frá einum ári til annað, nær gróðurin á Landgrunninum byrjar. Mest vanligt er, at hann byrjar tíðliga í mai mánaða, men summi ár kemur hann tó longu í apríl og einstøk ár ikki fyrr í juni. Eisini er ójavnt, hvussu nógvur gróður er tey ymisku sumrini (myndin omanfyri).

Um várið er vanliga mest av ymiskum sløgum av kisilalgum, oftast av slektunum Thalassiosira, Chaetoceros og Rhizisolenia. Hetta eru stórar algur, sum hanga saman í ketum.

Summi ár taka smærri sløg av plantuplankton yvir, tá líður út á summarið. Eitt nú kann flagellaturin Phaeocystis pouchetii finnast í nokkso stórum nøgdum summi ár. Tað serliga við hesum slagnum er, at tað livir í felag í smáum gelé-klumpum, og tá nógv er til av hesum slagnum, sæst tað sum hvít skúm á sjónum.

Vísital fyri gróður á innaru landgrunsleiðunum síðani 1990.

Havstovan ger á hvørjum ári eitt vísital fyri tann samlaða gróðurin á Landgrunninum, frá á vári til seint í juni. Hetta vísir, at sera ójavnt er, hvussu nógv plantuplankton veksur á Landgrunninum frá ári til annað. Mátingar síðan 1990 hava víst, at tey bestu árini (2000, 2001 og 2017) hevur gróðurin verið umleið 5 ferðir størri enn tey vánaligastu árini (fyrst í 1990-unum, 2002 og 2013, Myndin omanfyri).

Firðir og sund

Áarvatnið, sum rennur út í firðirnar, ger, at eitt lag av feskari – og tí eisini lættari – sjógvi legst oman á saltari sjógv í okkara firðum. Harumframt ger tað estuarina rákið, at sjógvur støðugt verður drigin inn í firðirnar í neðra, uppeftir inni í firðunum og rekur síðan úteftir í tí ovara lagnum. Hesi bæði viðurskiftini gera, at viðurskiftini fyri gróður frá náttúrunar hond eru sera góð: Sjógvur við tøðsøltum verður drigin inn í firðirnar í neðra og síðan er eitt upprák upp ímóti ljósinum inni í firðunum (myndin niðanfyri). Algurnar fáa sostatt nýggj tøðsølt úr neðra og ljós úr erva. Eisini ger lagbýtið, at tær meginpartin av sumrinum fáa ligið annaðhvørt í tí ovara lagnum, har væl er av ljósi, ella í markamótinum millum tað ovara og niðara lagið. Framleiðslan av plantuplankton í okkara vardu firðum og sundum liggur um eini 300-400 gram av kolevni fyri hvønn fermetur um árið (gC/m2/ár). Hetta er sera nógvur gróður og er meira enn í grannalondunum.

Rák, flutningur av tøðsøltum og ávirkan á gróður á firðum.

Gróðurin er tengdur at árstíðunum. Um veturin er ov lítið av ljósi til gróður, bæði tí at ljósið er veikt og tí at dagarnir eru stuttir. Men longu í mars-apríl er nóg mikið av ljósi til at gróðurin kann byrja og hann heldur oftast á til oktober. Gróðurin í firðunum kemur sostatt fyrr og heldur seinni uppat, enn á Landgrunninum og á víðum havi. Orsøkin er tað grunna lagið av feskari sjógvi, sum liggur í erva.

Eisini ávirkar vindur gróðurin nógv. Sum heild darvar nógvur vindur gróðrinum, men av tí at vindur eisini økir um blandingina av tøðsøltum upp í tað ovara lagið, so kann tað geva nógvan gróður, tá vindurin aftur minkar. Í liggjandi góðveðri verða tøðevnini ofta brúkt upp í tí ovasta lagnum, og tá kann sjógvurin ofta vera klárur at síggja til. Men tá kann ofta vera væl at gróðri eitt sindur djúpari  í sjónum.

Myndin niðanfyri vísir eitt dømi um ávikavist vøkstur og nøgdir av plantuplankton í Kaldbaksfirði frá á vári til summarið eftir.

Plantuplankton í Kaldbaksfirði frá mars 2006 til august 2007. Ovara mynd: Vøkstur (gram kolevni fyri hvønn fermetur um samdøgrið). Niðara mynd: Nøgd (µg klorofyl-a/litur).

Tað kann vera rættiliga skiftandi, hvørji sløg av plantuplankton eru í okkara firðum og sundum. Um várið standa vanliga ymisk sløg av kisilalgum fyri meginpartinum; men um summarið er samansetingin sera nógv tengd at veðrinum.

Viðhvørt síggja vit heilt nógv av einstøkum sløgum av algum, og tá kann sjógvurin gerast reyður, brúnur ella grønur á liti, alt eftir hvørji sløg blóma. Nøkur fá sløg av dinoflagellatum og øðrum flagellatum kunnu gera eiturevni, sum, um illa vil til, kunnu gera skaða. M.a. kann alifiskur, sum jú ikki sleppur til rímingar, doyggja av slíkum uppblómingum. Eisini kunnu skeljadjór, sum síla plantuæti úr sjónum, gerast eitrandi hjá fólki at eta, og tí verða regluligar kanningar gjørdar av sjónum ella skeljadjórum, um tey verða brúkt til matna.

Viðkomandi tíðindi

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti

08.02.2024

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum

06.07.2023

Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

17.01.2023

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi

25.09.2019

Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari…

Avbera nógvur gróður í 2017

23.10.2018

Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vi…

Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar

19.09.2016

Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á La…

Gróðurin vestanfyri

07.11.2013

Havstovan er farin undir serstakar kanningar at útgreina, hvussu gróðurin vestan fyri oyggjarnar ávirkar livilíkindini inni á grunnum. Kanningarnar ve…

Plantuæti er lykilin

01.09.2011

Hægri verur í vistskipanini, so sum nebbasildayngul, toskur, hýsa og lomviga, eru týðiliga tengdar at nøgdini av plantuæti. Hetta er úr Sjóvarmál 2011…

Øktur gróður vestan fyri Føroyar eftir 1995

01.09.2009

Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur. Nógv týðir uppá, at sam…

Batnandi føðiviðurskifti á Landgrunninum

01.09.2009

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum var í 2008nakað yvir miðal og í 2009 var hann enn betri. Serligahugaligt var, at várgróðurin var góður, soleiðis…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta

01.09.2007

Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…

Viðkomandi verkætlanir

GloBECC – Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building

hvalspýggja
vistskipan
Áramál
2024-2026
Fígging
Granskingarráðið
Fólk á Havstovuni
Ian Salter

Hvalspýggjur kunnu vera ein stór hóttan í mun til eina burðadygga alivinnu. Harafturat kunnu hvalspýggjur siga nógv um vistskipanina í sjónum, og verða tí nýttar sum indikator fyri møguligar broytingar í føðiketum í sjónum. Hóast stóran burðadyggan og vistfrøðiligan týdning, er sera lítil vitan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Endamálið við hesi verkætlanini er at seta í verk eina føroyska hvalspýggju-yvirvøku, og at stovna og menna ein føroyskan hvalspýggju dátugrunn í GLoBECC við dátum, sum fara at fáast til vega í sambandi við sjókanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost longu gera. Henda verkætlan fer at geva vitan um útbreiðsluna av hvalspýggju í Norðuratlantshavi, sum er grundleggjandi fyri at kunna meta um møguligar “uppblómingar”, og hvussu hvalspýggja ferðast í hesum økinum.

JERICO-S3

Havið
vistskipan
Áramál
2020 – 2024
Fígging
Horizon2020
Fólk á Havstovuni
Ian Salter

JERICO-S3 will provide a state-of-the-art, fit-for-purpose and visionary observational Research Infrastructure (RI), expertise and high-quality data on European coastal and shelf seas. The project will support world-class research, high-impact innovation and a window of European excellence worldwide. It will be structured regionally around 4 Pilot Super Sites (PSS) and 5 Integrated Regional Sites (IRS)