{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Fiskur

Oman fyri 250 ymisk fiskasløg eru skrásett í føroyskum sjógvi, t.e. innan fyri 200 fjórðinga markið, og tað leggjast støðugt nýggj sløg aftrat. Til samanberingar kann nevnast, at fyri alla jørðina er talið eini 30 túsund sløg.

Fyrr í tíðini var orðið fiskur í víðari merking alt frá skeljadýrum, maðkum o.t. til hval og kóp. Nú hevur orðið fingið ein neyvari týdning: Ein fiskur er eitt ryggdýr við fjaðrum, ið andar við táknum og livir alt lívið í vatni.

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Fiskastovnar

Ymist er hvussu nógv er til av hvørjum fiskaslagi. Vanliga verða fiskar av sama slagi, sum búleikast og gýta í sama øki, roknaðir sum ein fiskastovnur. Til dømis eru tað nógvir toskastovnar í Norðuratlantshavi, harav vit kenna væl til tveir, nevniliga toskastovnin á Landgrunninum og toskastovnin á Føroyabanka. Sama er galdandi fyri sildastovnar, har t.d. føroysk heystgýtandi sild er ein sildastovnur, ið fyri tað mesta heldur til á føroyska landgrunninum, meðan stovnurin av norðhavssild er ein nógv størri stovnur, sum gýtir fram við norsku strondini og ferðast rættiliga víða. Mett verður at toskastovnarnir, hýsustovnurin og upsastovnurin undir Føroyum eru serføroyskir, meðan t.d. norðhavssild, makrelur og svartkjaftur um okkara leiðir eru partar av stóru ferðandi stovnunum í Norðureysturatlantshavi.

Veiða og stovnsmetingar

Fyri at kunna gera stovnsmetingar er neyðugt neyvt at vita, hvussu nógv verður fiskað av hvørjum fiskastovni. Havstovan ger stovnsmetingar av teimum mest veiddu fiskasløgunum undir Føroyum. Tá talan er um felagsstovnarnar (t.v.s. fiskastovnar, sum halda til í størri havøkjum og verða fiskaðir av nógvum tjóðum) sild, makrel, svartkjaft og gulllaks, luttekur Havstovan í stovnsmetingararbeiðinum.

Havstovan fæst lítið við kanningar og stovnsmetingar av fiskasløgum, sum ikki búleikast undir Føroyum.

Stødd á gýtingarstovni hjá nøkrum fiskasløgum

Føroysk veiða av nøkrum fiskasløgum

Toskur, hýsa og upsi eru veidd undir Føroyum.
Gullaksur, makrelur, svartkjaftur og sild eru veidd bæði í føroyskum havøki og í øðrum havøkjum, t.d. í altjóða øki.

Fiskalisti

Í fiskalistanum eru fiskasløg, sum eru fingin um okkara leiðir, umframt nøkur sløg, sum ikki eru undir Føroyum. Myndir eru av øllum fiskasløgum og, alt eftir hvussu væl fiskaslagið er kannað, er eisini meiri ella minni at lesa.

A

Arktiskur prikkafiskur

Á

Álakendi úlvfiskur Állahávur Állur

B

Blankaskøta Bláaskøta Blágóma Bláhávur Blálaksur Blálonga Bláriddari Bleikja Blettuta hornabrosma Blettuti floyfiskur Boa-drekafiskur Bramafiskur Brislingur Brosma Brosmubendil Brugda Brynjubúrfiskur Brynjukrutt Búksvarti hávur Búrfiskur

D

Djúpangi Djúpállur Drymbingur Dukátfiskur Døkkhávur

E

Edlafiskur Ennifiskur

F

Fagurserkur Ferhyrnta hornabrosma Fjaðragrúkur Fjaðurfagra havmús Floyfiskur Føroyahávur Føroysk heystgýtandi sild

G

Gestfiskur Glaskvoysa Glíggjhávur Glýsa Glæmufiskur Gráhávur Grønakrutt Grønlandsgulllaksur Grønlandstussi Gulllaksur Gúnters langasporl

H

Halahvassa skøta Havállur Havgøltur Havmús Havnebbasild Havtaska Háfiðringur Háfjaðraði stubbi Hákelling Hávur Hemari Hornabrosma Hornfiskur Hornhávur Huldukrutt Hvassasprek Hvasskvoysa Hvítaskøta Hvítingsbróðir Hvítingur Hýsa Høvuðlítli angarfiskur Høvuðlítli hávur

Í

Íshavsbrynjukrutt Íshavshornabrosma Íshavskrutt Íshavsskøta Íshavssúgfiskur Íslandshávur

J

Jeffreysar stubbi Jensenshávur

K

Kaldi úlvfiskur Kalvi Kambhávur Kámi úlvfiskur Kikarafiskur Kjaftsvarti kongafiskur Klingruskøta Klænasporl Knurrhani Kolskeggi Kombikk Kongafiskur Kongasúgfiskur Krokodilluprikkafiskur Krystallstubbi Kryttlingur Krøkilskrutt Kubbuta langasporl Kúlulaksur

L

Laksastyrja Lakssild Lakstobis Laksur Langfjaðraði tunfiskur Langitrantur Lálla Leysikjaftur Liri Lítla lakstobis Lítla nebbasild Lítlabrosma Lítlakrutt Lítli kikarafiskur Lítli kongafiskur Lítli kryttlingur Lítli prikkafiskur Lítli súgfiskur Lítli tussafiskur Lítliglámur Ljósa silvurøks Ljósangi Lodna Longa Longubróðir Lusifer Lútkens úlvfiskur Lýrur Lýsingur

M

Macdonalds prikkafiskur Maisild Makrelgedda Makrelur Mánafiskur Miðjarðarhavslangasporl Mjáangi Mjái prikkafiskur Mjáikjaftur Morafiskur Mórubróðir Multa Murrikrutt

N

Naglaskøta Nasi Nebbasild Nebbaskøta Nevdregil Nevhavmús Nevhávur Norðhavssild Norskakvoysa

Ó

Ósaskrubba

P

Paddufiskur Parins dukátfiskur

R

Rekfiskur Revahávur Reyða hornabrosma Reyði knurrhani Reyðserkur Reyðsprøka Ringhávur Rísna langasporl Rísnaskøta Rognkelsi Rossamakrelur Rottutrónur Rútarkongur

S

Sandskøta Sandstubbi Sankta Pætursfiskur Sars-úlvfiskur Seilur Sekstáknahávur Sild Sildakongur Silvurbramafiskur Silvurkalvi Silvurmurtur Silvurstinglaksur Silvurøks Síl Sjókarpi Sjóprónur Skrubba Skrubbhávur Skrubbuti úlvfiskur Skøta Sloans ormsfiskur Slætta langasporl Slætthøvd Smáblettuti reyðhávur Smáoygda havmús Smáskrubbuta langasporl Smáskrubbuti glámur Smátindabak Snípuállur Spegilsprikkafiskur Spíska langasporl Spískaskøta Sporllangi úlvfiskur Spøluti úlvfiskur Stavsild Steinbítur Stinglaksur Stóra lakstobis Stóra nebbasild Stóri kongafiskur Stóri prikkafiskur Stóri súgfiskur Stóroygda hornabrosma Strentingur Streymsild Stuttskeggjað langasporl Súgari Súgállur Svarta havtaska Svartaskøta Svartblettuta langasporl Svartfiskur Svarthávur Svarti súgfiskur Svartkalvi Svartkjaftur Sævarangi

T

Tarabrosma Tarasproti Tindabak Tindaskøta Toskur Toskur á Føroyabanka Toskur á Landgrunninum Tranthavmús Trantkongafiskur Trantlangasporl Trýnisállur Tunfiskur Tunga Tussafiskur Tvíprikkuti stubbi Tvísygul

U

Ulka Upsi

Ú

Úlvfiskabróðir Úlvfiskur

V

Valtrarfiskur

Æ

Ælabogasíl

Nógv av tekstinum og flestu myndirnar eru úr bókini “Fiskar undir Føroyum” av Rógva Mouritsen, Astrid Andreasen og Bente Olesen Nyström.

Kanningar

Havstovan ger eina ørgrynnu av kanningum av fiski. Eitt av aðalendamálunum við fiskikanningum er at fáa hagtøl til vega at brúka í stovnsmetingum. Harafturat er endamálið eisini at fáa betur innlit í ymisku fiskastovnarnar og føroysku havvistskipanina sum heild.

Prøvatøka av veiðu

Fyri at kanna aldursbýtið í fiskastovninum og vøksturin hjá einstøku árgangunum tekur Havstovan, í samstarvi við vinnuna, javnan prøvar av vinnuligari veiðu.

Yvirlitstrolingar og akustiskar fiskikanningar

Endamálið við yvirlitstrolingum og akustiskum kanningum er at kanna ávís fiskasløg í ávísum økjum. Á yvirlitstrolingum verður trolað eftir føstum leisti, soleiðis at veiðan kann samanberast millum árini, og út frá tí kunnu vísitøl roknast fyri hvønn fiskastovn.

Hvørt vár og heyst verður yvirlitstrolingar eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum og Føroyabanka gjørdar. Hvørt ár í september verða yvirlitstrolingar gjørdar fyri at kanna djúpvatnsfiskasløg.

Í samstarvi við onnur lond luttekur Havstovan í yvirlitstrolingum eftir makreli í Norðuratlantshavi og í akustiskum kanningum av sild og svartkjafti.

Túrætlan fyri Jákup Sverra verður løgd fyri eitt ár á gangin og allar túrfrágreiðingar verða lagdar á heimasíðuna hjá Havstovuni.

Merking av fiski

Fiskur verður merktur fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum. Tá merkiroyndir verða gjørdar er umráðandi at veiddi fiskurin verður handfarin so varisliga sum gjørligt. So skjótt fiskurin er komin á dekki verður hann koyrdur í kør inntil hann er klárur at seta útaftur. Fiskur, sum verður merktur, verður samstundis eisini longdarmátaður og vigaður, áðrenn hann verður settur útaftur. Tá merktir fiskar verða fingnir aftur vera teir mátaðir og vigaðir, og um møguligt, eisini aldursgreinaðir.

Ein hópur av ymiskum merkjum eru tøk, alt eftir, hvat fiskaslag talan er um og hvat endamálið við kanningini er. Vanliga verður skilt millum passiv merkir, so sum RFID- og floymerkir, og aktiv merkir sum eisini verða nevnd goymslumerkir.

Passiv merkir

Floymerkir verða sett útvortis á ryggin á fiskin og tey síggjast tíðuliga tá fiskurin verður fiskaður aftur. Tey verða brúkt til fiskasløg, har fiskaðu fiskarnir verða handfarinir ein og ein. Floymerkini geva innlit í hvussu nógv fiskurin er vaksin í tíðarskeiðnum, hann hevur havt merkið og hvar hann var tá hann varð fiskaður aftur. Eisini ber til at aldurslesa fiskin um nytrurnar eru tøkar.

Floymerkini eru ymisk, men vanligast eru appelsingul ”Spagetti”-merkir.

RFID (Radio-frequency identification) merkir verða ofta nýtt til uppsjóvarfisk s.s. sild og makrel. Merkini verða skotin inn í búkholuna á fiskinum og fylla lítið. Hetta er ein skjótur máti at merkja fisk og tað er tí lætt at merkja nógvar fiskar, sum økir møguleikarnar at fáa fisk aftur. Merkini verða funnin aftur við einum skannara sum skannar veiðuna, tá fiskurin verður landaður. Skannarin fangar nummarið á merkinum, sum verður skannað, men sum oftast verður einstaki merkti fiskurin ikki afturfunnin. Sostatt veit man hvørki stødd ella neyvu positiónina á afturfingnu fiskunum, men støddini á fiskinum tá hann varð merktur og fiskiøkið hjá fiskiskipinum, sum fekk merkið verða brúkt í greiningini av RFID-dátum.

Aktiv merkir (goymslumerkir)

Goymslumerkini hava eina talgilda flís, sum goymir dýpi og hita har fiskurin ferðast. Goymslumerkir eru nakað størri enn passiv merkir og verða innopereraði, antin í ryggin (t.d. á havtasku) ella í búkholuna (t.d. á toski). Í báðum førum situr merkið innvortis, men ein gulur gummitráður hongur uttaná, soleiðis at tað sæst at fiskurin er merktur. Goymslumerkini verða bara brúkt til fiskasløg har fiskaðir fiskar verða handfarnir ein og ein.

Tá eitt goymslumerki verður fingið aftur fæst vitan um hvar í sjónum fiskurin hevur ferðast, umframt vøkstur og aldur á merkta fiskinum.

Yngulkanningar

Hvørt ár í juni verða yngulkanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Endamálið er at fáa eina ábending um árgangsstyrki hjá toski. Harumframt fæst ein meting av árgangsstyrki hjá øðrum fiskasløgum, samstundis sum æti og onnur havfrøðilig viðurskifti eisini verða kannað.

Hvussu verða einstøku fiskarnir kannaðir?

Tær vanligastu kanningarnar, sum Havstovan ger av fiski, eru at máta longd og vekt, at staðfesta kyn, búningarstig og aldur, og at gera magakanningar. Viðhvørt verða eisini aðrar kanningar gjørdar, t.d. rognakanningar og ílegukanningar.

Longd

Longdin á fiski verða mátað ymiskt, alt eftir fiskaslagi. T.d. verður toskur mátaður við totallongd, makrelur við longstu totallongd og langasporl við gotlongd.

Vekt

Alt eftir fiskaslagi verður rund vekt ella kruvd vekt skrásett.

Kyn

Kyn verður skrásett sum honir (1) ella hannar (2). Onnur heiti eru rognafiskur og siljafiskur, kvennfiskur og kallfiskur.

Fyri nøkur fiskasløg ber til at siga, hvat ið kynið er, við at hyggja útvortis at fiskinum, t.d. hjá svartkjafti og havmús. Í flestu førum er tó neyðugt at spretta fiskin upp, fyri at taka dagar ímillum, um talan er um eina hon ella ein hann.

Búningarstig

Tá kyn verður staðfest á fiski, verður ofta eisini kannað, hvar í gýtingarringrásini, fiskurin er. Hetta verður gjørt fyri at kunna vita nær og hvar, fiskurin gýtir, umframt fyri at vita, hvussu stórur partur av stovninum er kynsbúgvin. Í hesi skráseting verða stigar nýttir, har hvørt stigið lýsir eitt ávíst menningarstig á kynsgøgnunum. Tað, at ymsu fiskasløgini búnast ymist, ger, at ymiskir stigar verða nýttir til ymisk fiskasløg.

Búningarstigi, sum m.a. verður brúktur til tosk.

Aldur

Á Havstovuni verða nytrur aloftast nýttar aldursgreining av fiski.

Í øllum beinfiski eru nytrur í eini kullu báðumegin heilan í tí innara oyranum. Nytrurnar eru partar av balansuorganinum og hava eisini týdning fyri hoyrnina hjá fiski. Tríggjar nytrur eru hvørju megin heilan, tvær smáar og ein størri. Tað er tann stóra, sum verður brúkt til aldursgreining. 

So hvørt sum fiskurin veksur, veksur nytran eisini, við at nýggj kálkløg leggjast á hana. Í sjóneyku síggjast løgini sum tvey løg fyri hvørt ár, fiskurin hevur livað, eitt ljóst og eitt myrkt.

Tá fiskurin um summarið og heystið veksur væl, gerast løgini tjúkkri enn um veturin, tá fiskurin veksur seint. Tað er hesin munur í vøkstri, sum sæst aftur sum ljósir og myrkir ringar og ger tað møguligt, eins og í viði, at telja árringar og meta um aldurin hjá fiskinum, tá hann varð fiskaður.

Heilar nytrur. Nytrurnar vaksa, so hvørt sum fiskurin veksur.

Tvørskurður av nytru. Í nógvum førum er neyðugt at saga ein tvørskurð av nytruni fyri at telja árringarnar. Hesin fiskurin var 5 ára gamal.

Á sama hátt sum árringar síggjast í nytrum, so síggjast teir eisini í t.d. roðsluni á fiski. Nøkur fá fiskasløg, eitt nú havtaska, hava eitt ljósgagn oman á gronini og á sama hátt sum í nytruni, so síggjast árringar eisini í einum tvørskurði av ljósgagninum.

Magakanningar

Magakanningar geva innlit í hvat fiskur etur, hvussu nógv hann etur av hvørjum slagi, og hvussu hetta broytist, alt eftir hvussu gamal fiskurin er og hvar hann heldur til. 

Vitan um føðina hjá fiski gevur innlit í, hvussu vøksturin hjá fiskinum verður ávirkaður av føði og hvussu havdjórini ávirka hvørt annað í havvistskipanini.

Magakanningar geva eisini innlit í vavið av plastdálking í okkara fiskastovnum.

Dømi um innihald í fiskamaga.

Lívfrøði

Lívfrøðilig flokking (taxonomi)

Lívfrøðiliga verða fiskar skipaðir í tveir høvuðsbólkar: Fiskur uttan kjaft og fiskur við kjafti. Fyrr nevndi bólkur kallast rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgálur eru undir Føroyum. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar. Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum sild, laksi, toskafiskum og flatfiskum.

Havstovan kannar fyri tað mesta fisk, sum hevur munandi vinnuligan týdning og/ella sum er týdningarmikil liður í føðiketuni hjá hesum fiskasløgum. Undir Føroyum er hetta í størstan mun beinfiskar. Tó verður innsavnað vitan um t.d. hávar og skøtur, av tí at hesi verða fingin sum hjáveiða á t.d. yvirlitstrolingum.

Heiti á ymsu kropslutunum á fiski

Myndirnar eru úr bókini “Fiskar undir Føroyum”. Inni á Snar kanst tú lesa meiri um kropsbygnaðin á fiski.

Gýting (nøring)

Dømi um rogn hjá gýtandi fiski.

Fiskur nørist við gýting. Flestu beinfiskar gýta rogn og sil út í sjógvin, sum síðani renna saman og rognkornini verða gitin úti í sjónum. Nøkur fá beinfiskasløg, t.d. kongafiskar, gýta livandi larvur.

Bróskfiskar hava kynsgøgn og gýta gitin egg ella livandi ungar.

Tá fiskayngul nær ein ávísan aldur (sum oftast nøkur ár), fara kynsgøgnini at mennast, og verða so líðandi fylt við rognum ella silsevju, so at fiskurin kann nørast.

Um okkara leiðir er gýtingin vanliga eina ferð um árið, og menningin av kynsgøgnunum til næstu gýting endurtekur seg tí eftir einum rættuliga føstum mynstri ár undan ári. Á djúpum vatni er tó vanligt, at fiskur loypur einstøk ár um, so at hann ikki gýtir á hvørjum ári.

Ymist er, hvørja árstíð fiskur gýtir, men flestøll fiskasløg gýta á einum avmarkaðum øki í eitt avmarkað tíðarskeið. T.d. er gýtingartíðin hjá toski í mars-apríl og gýtingarøkið er tvey økir – annað vestan fyri og hitt norðan fyri oyggjarnar.

Undir gýtingini svinna kynsgøgnini (rogn og sil) og tá fiskurin er liðugur at gýta er hann altíð rak og vit siga at hann er útgýttur. Eftir hetta kemur eitt tíðarskeið har vit siga at hann er hvílandi og tá eru rogn og sil heilt lítil og fylla nærum einki í búkholuni. Nakrar mánaðar áðrenn næstu gýting byrja rogn og sil at vaksa í búkholuni og vit siga at fiskurin er búnandi. Fiskurin búnast inntil gýtingin byrjar – og tá nevna vit hann fyri gýtandi fisk. Gýtandi fiskur er lættur at kenna tí rogn og sil sprænir úr honum um trýst verður lættliga á búkin. Vit at kanna gøgnini á gýtandi fiski sæst at øll búkholan er fylt við rogni og sili.

Lívsringrás hjá fiski

Í høvuðsheitum kann sigast at fiskur hevur hesi menningarstig:

  1. Gitið rognkorn
  2. Fiskalarva
  3. Yngul (óbúgvin fiskur)
  4. Ungur fiskur (óbúgvin fiskur)
  5. Vaksin fiskur (búgvin fiskur)

Tað tekur vanliga nakrar dagar til fáar vikur hjá gitna rognkorninum at búnast. Tá rognkornið klekist kemur ein fiskalarva úr egginum. Fiskalarvan hevur ongar fjarðar og fær illa svomið. Fyrstu dagarnar livir hon av føði úr einum lítlum blommusekki, sum hon hevur við sær úr egginum. Tá fiskalarvan er nakrar vikur gomul og hevur fingið fjarðar, nevna vit hana yngul. Yngul er ikki kynsbúgvin, og tí nevna vit hann eisini fyri óbúgvin fiskur. So hvørt sum yngulin veksur líkist hann meiri og meiri vaksna fiskinum. Vit nevna fisk fyri ungan óbúnan fisk heilt inntil hann gerst vaksin og kynsbúgvin. Viðhvørt hava yngul og/ella ungur fiskur egin heiti, t.d. hjá upsa, har tey mest kendu eru seiðamurtur og seiður.

Hjá nógvum fiskasløgum er uppvakstrarøkið hjá yngulinum og unga fiskinum eitt annað, enn økið har vaksni fiskurin livir. 

Fiskur, sum er vaksin og kynsbúgvin, verður eisini nevndur búgvin fiskur.

Ferðingarmynstur hjá fiski

Ungfiskur

Hjá nøkrum fiskasløgum er uppvakstrarøkið hjá yngulinum og unga fiskinum eitt annað, enn økið har vaksni fiskurin livir. T.d. gýtir toskur vestan og norðan fyri Føroyar. Beinanvegin, tá toskurin hevur gýtt, flotna rognkornini. Nýklaktu toskalarvurnar liva uppi í sjónum og tá toskayngulin er nakrar mánaðar gamal ferðast hann inn til land og uppvakstrarøkið hjá toskayngli eru firðirnir og sundini í Føroyum. Tá ungur toskur gerst kynsbúgvin, fer hann út á djypri sjógv og upp í vaksna stovnin.

Ferðingarmynstrið hjá fiski. Fleiri, men ikki øll, fiskasløg flyta seg hvørt ár millum gýtingarøki, føðiøki og vetrarøki. Hjá nøkrum fiskasløgum er uppvakstrarøkið hjá ungfiskinum ikki tað sama sum økið, har vaksni fiskurin heldur til.

Vaksin fiskur

Tá hugsað verður um hvar fiskur heldur til – ella hvussu hann ferðast – verður vanliga tosað um gýtingarøki, føðiøki og vetrarøki. Hjá summum fiskasløgum kunnu hesi vera heilt ella lutvíst tey somu, meðan onnur fiskasløg ferðast víða millum gýtingarøki, føðiøki og vetrarøki. T.d. gýtir norðhavssildin fram við norsku strondini í februar-mars. Aftaná gýtingina ferðast hon vestur móti Føroyum og Íslandi at eta, og har er hon alt summarið og út á heystið. Seint um heystið fer norðhavssildin – ella í hvussu er partur av stovninum – aftur til Lofoten har hon stúgvar seg saman til gýtingin byrjar árið eftir.

Um okkara leiðir er summarið tíðin tá mest føði er í sjónum, og tá etur fiskurin seg stóran og feitan, soleiðis at hann kann uppbyggja rogn og sil til næstu gýting. Um veturin er minni føði í sjónum. Summi fiskasløg fara tá í dvala, eitt nú við at grava seg niður í sandin (t.d. nebbasild) ella við at stúgva seg tætt saman í stórar stimar (t.d. sild).

Búøki (Habitat)

Vanligt er at skilja millum uppsjóvarfisk og botnfisk.

Botnfiskur livir og etur á ella nær botni. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av botnfiski: botnfiskur sum hvílir á botninum (bentiskur fiskur) og botnfiskur, sum sveimar í vatnsúluni beint yvir botninum (bentopelagiskur fiskur).

Dømi um bentiskan fisk eru toskur, hýsa, hvítingur, longa, blálonga, brosma, reyðsprøka, skrubba, tunga og skøta. Dømi um bentopelagiskan fisk eru gulllaksur, búrfiskur og ymisk hávasløg á djúpum vatni.

Botnfiskur verður á enskum nevndur “demersal fish”. Orðið “demarsal” stavar frá tí latínska orðinum “demergere”, sum merkir at søkka.

Uppsjóvarfiskur livir og etur uppi í vatnsúluni – í tí, sum verður nevnt tað pelagiska økið. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av uppsjóvarfiski: fiskur sum heldur til ovast í vantsúluni (epipelagiskur fiskur) og fiskur sum heldur til nakað undir tí ovasta lagnum av vantsúluni (mesopelagiskur fiskur).

Dømi um epipelagiskan fisk eru makrelur og sild. Dømi um mesopelagiskan fisk er prikkafiskur og svartkjaftur.

Fiskur livir bæði í sjógvi og í áum og vøtnum.

Saltvatnsfiskar liva bert í sjógvi, meðan feskvatnsfiskar liva bert í vøtnum og áum. Aðrir fiskar skifta millum feskt vatn og saltan sjógv á ymsum lívsstigum.

Anadromir fiskar, t.d. laksur, hava gýtingar- og uppvakstrarøki í áum og vøtnum, meðan føðiøkið er í sjónum; katadromir fiskar, t.d. állur, verða gýttir í sjónum, meðan uppvakstrarøkið er í ósa og feskvatni.

Føroyar hava bert fá sløg av fiski í áum og vøtnum. Hetta kemst m.a. av, at bert fiskur, ið á onkrum lívstigi kann vera í sjógvi, er førur fyri at koma higar. Umframt er nøgdin av feskum vatni ikki stór, og liviumstøðurnar hjá fiski yvirhøvur kargar. Fiskasløgini eru síl, laksur, bleikja, állur, kombikk og ósaskrubba.

Fiskar undir Føroyum

Bókin hjá Rógva Mouritsen um fiskar undir Føroyum, kom út í 2007 og kann lesast á snar.fo.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…