Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri.
Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan í ár ikki er stórt øðrvísi enn tvey tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama frá ári til árs – og rætta myndin fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum skipunum verður greinað saman. Mest var fingið av 4 ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri).
Sum heild var lítið at fáa av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest nær Íslandi. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var 7 ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum.
Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild tvey og trý ára gamal svartkjaftur.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Danmark. Skipini úr Noregi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.
Samlaða vísitalið fyri makrel frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan august og skal brúkast í stovnsmetingini um mánaðarskiftið august-september.
Føroyska túrfrágreiðingin kann síggjast her.
Eydna í Homrum ( eydnap@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri…
Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum
Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv lækkar 42 % samanborið við í fjør.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024
Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…