{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lítlakrutt

Micrenophrys lilljeborgi

Lítlakrutt er lítil fiskur. Tað hevur stórt høvd, tjúkkast er tað fremst um bulin, mjækkar javnt aftur móti klingruni. Tað hevur stór eygu, ið standa upp fyri ennið. Tvær beinknútur eru á gronini, og tveir kjalir eru eftir kjálkunum, ið ovast enda í einum píki. Kápan er píkaklødd. Ovasti píkur hvørjumegin røkkur ikki aftur um kápuna. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, væl leysar hvør av aðrari. Stórar uggafjaðrar. Smáar búkfjaðrar og stóran stert. Strikan hevur 30-31 píkaroðslur ella beinroðslur, og oman fyri strikuna er enn eitt minni, men týðiligt og óregluligt rað av píkum.

Útbreiðsla

Lítlakrutt er fram við norsku strondina frá 65°N, suður í Skagerrak. Tað er í Norðsjónum, kring Bretsku Oyggjarnar, við Rockall, undir Hetlandi og undir Føroyum. Undir Íslandi er tað bert á Suðurlandinum og Útsynningslandinum.

Stødd

Lítlakrutt verður í mesta lagi 7,4 cm langt mátað í klingruna.

Dýpi

Undir Føroyum er lítlakrutt fingið úr taranum og út á umleið 200 metra dýpi. Vanliga er lítlakrutt úr fjøruni út á 100 metra dýpi.

Litur

4-5 óreglulig, morgrá bond eru av høvdinum aftur ímóti stertinum. Millum bondini er liturin gulligur ella reydligurgrønligur.

Eyðkenni

Lítli fiskurin. Líkist nakað grønakrutti, men ovasti píkur hvørjumegin á kápuni røkkur ikki til rondina á kápuni. Búkfjaðrarnar hava bert tveir bleytar teinar. Krutt og grønakrutt hava tríggjar. Glopp er millum báðar ryggfjaðrarnar. Á krutti og grønakrutti nerta tær hvør aðra. Píkaraðið oman fyri beinutu strikuna skilur eisini lítlakrutt frá grønakrutti.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lítlakrutt, Lítla krutt
Lat:Micrenophrys lilljeborgii, Acanthocottus lilljeborgi, Taurulus lilljeborgi
Dan:Dværgulk
Eng:Norway bullhead
Ísl:Litli marhnútur
Nor:Piggulke, Pigulk
Pol:Kur chrostek
Rus:Buichoc lilljeborga, Bycok lilljeberga
Sve:Taggsimpa
Týs:Zwergseeskorpion

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira