{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kambhávur

Pseudotriakis microdon

Kambhávur er langur og nakað klænur við fløtum, breiðum høvdi. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er serliga long og lág og til longdar umleið 22% av heildarlongdini á fiskinum. Ugga-, búkog gotfjaðrarnar eru meira vanlig stødd. Sterturin er nakað upprendur. Kjafturin er stórur og breiður og er nógv bogin, mest sum í ein hálvboga. Tenninar eru smáar og í fleiri røðum. Í yvirkjaftinum eru smáar, tríkantaðar ’hávatenn’ í minst trimum røðum, og í undirkjaftinum hevur hann rasputenn í fleiri røðum, og tanngarðurin sær út, sum er hann snaraður. Hann hevur eygnalok og stórt andahol aftan fyri eygað, líka langt sum eygað. Hann sæst sjáldan í fiskiskapinum, og er annars lítið kendur.

Útbreiðsla

Hann er av Suðureysturlandinum í Íslandi til Føroya, vestan fyri Írland til Vesturafrika. Við Asoroyggjar, Madeira og eysturstrond USA. Í Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Stødd

Kambhávur verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi

Hann er úr 200 m niður á 1500 m.

Litur

Kambhávur er myrkabrúnur ella grábrúnur. Aftara rondin á fjaðrunum er myrkari.

Eyðkenni

Kambhávur er lættur at kenna á tí longu og lágu ryggfjøðurini, breiða og flata høvdinum og tí rundaða kjaftinum. Hevur bæði gotfjøður og andahol.

Týdningur

Kambhávur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kambhávur
Lat:Pseudotriakis microdon
Dan:Kamhaj
Eng:False catshark
Fin:Atlantinsyvännehai
Fra:Requien à longue dorsale
Ísl:Kambháfur
Jap:Oshizame
Ned:Valse kathaai
Spa:Musolón aleta larga
Sve:Katthai
Týs:Atlantische Falcher Marderhai
USA:False cat shark

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira