{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Slætta langasporl

Nezumia aequalis

Slætta langasporl hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er lítil men høg. Tann aftara fjøðurin er heilt lág og long, byrjar frammi undir teirri fremru, niðurløgdu ryggfjøðurini og gongur heilt út á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini. Gotið situr mitt undir fremra ryggfjøðurfesti, og gotfjøðurin byrjar beint aftanvert gotið og gongur heilt aftur um sporlsendan. Stertur er eingin. Langar teinar fremst á búkfjaðrunum. Stykkið frá trantinum til fremru ryggfjøður er mest sum ein bein linja. Tað hevur lítið, upprent høvd og stór eygu. Høvdið er sett við hvassari roðslu, tó ikki á einum lítlum petti undir trantinum, sum er roðsluleyst. Tað hevur lítla finnu. Kjaftklovin kemur næstan til aftaru rond á eygunum. Tað hevur ‘beinkamb’ undir eygunum. Fiskurin er hægstur við fremra kantin á fremru ryggfjøður.

Útbreiðsla

Slætta langasporl er sunnan fyri Íslandsryggin og út av bankunum vestanfyri. Gjøgnum hellingina til Angola í Afrika. Í Miðjarðarhavinum, við Asoroyggjar og Madeira. Er eisini í Vesturatlantshavinum, frá Nýfundlandi til Norðurbrasil.

Stødd

Slætta langasporl verður í mesta lagi 36 cm langt.

Dýpi

Tað er úr 200 m niður á 2300 m.

Litur

Tað er viólblátt í svartblátt og svartleitt um høvdið. veikur silvurlitur er um búkin og undir sporlinum.

Eyðkenni

Fremsti teinur í fremru ryggfjøðurini er „tentur“ frameftir. Uggafjaðrarnar eru heldur fremri enn fremra ryggfjøður. Kennist m.a. frá kubbuta og rísna langasporli á tí, umframt á litinum og støddini, at gotfjøðurin byrjar fremri.

Týdningur

Slætta langasporl hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Slætta langasporl
Lat:Nezumia aequalis
Dan:Glat skolæst
Eng:Smooth grenadier, Common Atlantic grenadier
Fra:Grenadier lisse
Ísl:Litli langhali
Ita:Pesce sorcio camuso
Jap:Onaji-nezumidara
Nor:Høyrygget skolest
Pol:Bulawik modry
Spa:Ratón, Grenadero liso

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…