{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Knurrhani

Chelidonichthys gurnardus

Knurrhani hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er tríhyrnt, stutt og høg. Tann aftara er long og lág. Hann hevur eina langa gotfjøður, stórar búkfjaðrar og stórar uggafjaðrar. Uggafjaðrarnar røkka ikki, ella kanska akkurát, til fremra enda á gotfjøðurini. Sterturin er nakað sýldur, og ovara stertablað er longri enn niðara. Niðastu tríggir teinarnir á uggafjaðrunum eru leysir av fjøðurini og síggja út sum bein. Nýveiddur gevur hann ofta eitt ‘knurrandi’ ljóð frá sær. Ógvuliga hvassur og harður er hann at strúka eftir og stívur at merkja. Hann hevur beinknútur og píkar á kápuni, langa og flata gron. Eftir strikuni er roðslan stór og hvøss.

Útbreiðsla

Undir Føroyum fæst hann um allan landgrunnin í smáum nøgdum. Hann er eisini vanligur á Føroyabanka. Hann er undir Íslandi til Norðurnoregs, í Eystarasalti til Bornholms og Blekinge. Í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar suður til Marokko, Madeira, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Stødd

Knurrhani verður upp í 60 cm langur, tó vanliga ikki longri enn 30-45 cm.

Dýpi

Hann er vanliga úr 10 metra dýpi niður á 150 metra dýpi. Undir Føroyum er knurrhani tó eisini fingin á minst 400 metra dýpi.

Litur

Hann er grábrúnur við reydligum undirliti, onkuntíð við grønligum, gyltum farra. Eisini hava summir meira reydligan, reyðgulan lit. Rómalittur um síðurnar, og silvurlittur undir búkinum. Ljósir blettir sløðast her og har á bakinum og síðunum. Hann hevur ljósa striku. Blettir og strikur eru á fjaðrunum.

Eyðkenni

Tey trý ‘beinini’ á uggafjaðrunum. Harða, beinuta skræðan. Uggafjaðralongdin.

Týdningur

Knurrhani er góður matfiskur og verður seldur á marknaðunum. Hevur ikki havt vinnuligan týdning í Føroyum, tí nøgdirnar eru smáar.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Knurrhani
Lat:Chelidonichthys gurnardus, Eutrigla gurnardus
Dan:Grå knurhane
Eng:Grey gurnard, Captain, Crointer, Crooner, Croonyill, Girnet, Goukmey, Hurdy, Krunter, Noud, Woof
Fin:Kyhmykurnusimppu, Kyhmyinen kurnusimppu
Fra:Grondin gris, Canaron, Canaroun, Cazin, Gornaud, Gournard, Gournat, Gournaud, Gronau, Grondin vert, Muloina, Rougeot gris, Trigle gris
Gri:Kapóni, Grizokaponi
Ísl:Urrari, Knurri, Kurrari
Ita:Capone Gorno, Gallinella, Pesce capone
Jap:Kanagashira, Hôbô, Hobo no rui
Ned:Grauwe poon, Knorhaan, Knorhaantje
Nor:Knurr, Hurr, Prest, Rinald, Ryt
Pol:Kurek szary
Por:Cabra morena, Bacamarte, Cabra moira, Emprenhador, Ruivo
Rus:Obyknovennyi morskoi petukh, Morskoj petuch, Seraja trigla, Seraya trigla
Spa:Perlón, Borracho, Cuco, Rubio, Rubios
Sve:Knot, Gnoding, Knorrhane
Týs:Grauer Knurhahn, Knurrhahn
USA:Searobin

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira