Ljósangi
Holtbyrnia macrops
Kroppurin á ljósanga er eitt sindur samantrýstur, næstan dupult so høgur sum breiður. Hann hevur eina ryggfjøður aftan fyri miðjuna, smáar uggafjaðrar, smáar búkfjaðrar, ið sita aftan fyri miðjuna, men eitt lítið vet fremri enn ryggfjøðurin. Gotfjøðurin er á stødd við ryggfjøðurina, og fremri endi á gotfjøðurini situr umleið mitt undir ryggfjøðurini. Høvdið er heldur stórligt, umleið ella minni enn 1/3 av standardlongdini. Tranturin er nakað spískur og upprendur. Hann hevur beina striku mitt eftir síðunum. Hann hevur smá eygu. Kjaftbeinini røkka aftur um eygað. Ein lítil naddi, angi, er á síðunum oman fyri uggafjaðrarnar. Eingi hol eru inn í skræðuna oman fyri kápuna. Trý ljósgøgn, avlong, eru undir búkinum. Trý makað ljósgøgn eru við búkfjaðrarnar, gotið og við gotfjøðurina, eitt avlangt tvørturum undir klingruni. Hann hevur breiða og høga klingru.
Útbreiðsla
Ljósangi er millum Ísland og Føroyar. Hann er fingin norður móti bankunum vestan fyri Føroyar. Annars við Suðurafrika, í Biskeiavíkini og vestur í havið, norður til Grønlandsfjørðin og Útsynningsgrønland.
Stødd
Ljósangi verður upp í 25 cm langur.
Dýpi
Hann er úr 300 m niður á 1000 m í dagslýsi, í myrkri upp á umleið 100 metra dýpi.
Litur
Hann hevur javnt dimman lit.
Eyðkenni
Lítli fiskurin, angin á síðuni, og undir klingruni er eittans ljósgagn.
Týdningur
Ljósangi hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Ljósangi |
Lat: | Holtbyrnia macrops, Holtbyrnia problematica |
Dan: | Storøjet skulderlysfisk |
Eng: | Bigeye searsid |
Ísl: | Marangi |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…