{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Leysikjaftur

Malacosteus niger

Leysikjaftur hevur stóran kjaft, mest sum alt høvdið er kjaftur, og upplatin er høvdið púra avskeplað. Hann hevur stórar tenn, smá eygu fremst á gronini. Reytt ljósgagn er undir eygunum, og eitt ljóst grønligt aftur frá eygunum. Annars eru smá ljósgøgn um stóran part av fiskinum, men ikki á fjaðrunum. Aftast á sporlinum er ein ryggfjøður. gotfjøðurin er líka stór sum ryggfjøðurin og situr beint undir henni. Búkfjaðrarnar eru beint aftan fyri miðjan fiskin, langar og smalar. uggafjaðrarnar eru minni enn búkfjaðrarnar, eisini nakað langar og smalar. Hann hevur lítlan og sýldan stert. Hann hevur ikki finnu.

Útbreiðsla

Leysikjaftur er sunnan fyri Hvarvið, í grønlandsfirði, undir Íslandi og á Íslandsrygginum vestur móti fiskimarkinum. Í Atlantshavinum annars suður á umleið 40°S. Í Kyrrahavinum og indiahavinum, men er ikki fingin í arktisku og antarktisku høvunum, og er ikki í Miðjarðarhavinum.

Stødd

Leysikjaftur verður upp í 24 cm langur.

Dýpi

Hann er undan vatnskorpuni niður á 2500 m.

Litur

Hann er svartur og roðsluleysur.

Eyðkenni

Ógvisligi kjafturin, spísku tenninar og reyðu ljósgøgnini við eyguni.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Leysikjaftur
Lat:Malacosteus niger
Dan:Smalkæbefisk
Eng:Loosejaw, Stopligth loosejaw
Fra:Drague à godet
Ísl:Kolbíldur
Jap:Ôkuchi-hoshi-eso
Týs:Schwarzer Tiefseebartelfisch
USA:Loosejaw

Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

25.03.2026

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…