{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Steinbítur

Anarhichas lupus

Steinbítur er nakað mjávaksin fiskur, hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina langa ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Báðar eru leysar úr stertinum. Gotfjøðurin er umleið 2/3 so long sum ryggfjøðurin. Sterturin er rundaður aftan og er rættiliga lítil eftir støddini á fiskinum. Hann hevur stórar, rundar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Høvdið er lítið og rundleitt, eitt sindur kubbut við stuttari, rundari gron. Hann hevur ógvuliga sterkan kjaft, við avrundaðum og framstandandi tonnum, og hann bítur fast. Eyguni eru smá og sita rættiliga tætt saman ovarlaga á heysinum.

Útbreiðsla

Steinbítur er vanligur undir Føroyum, Íslandi og í Grønlandi frá Ittoqqortdormiit í Eysturgrønlandi til Disko. Annars er hann frá Novaja Semlja, Svalbarði, í Hvítahavinum og suður til Ermarsund. Vestanfyri er hann við Baffinsoynna og Labrador til Cape Cod.

Stødd

Steinbítur verður upp í 150 cm langur, vanliga minni enn 110 cm.

Dýpi

Hann er úr fjøruni og út á meira enn 500 m dýpi.

Litur

Um bakið og síðurnar er hann blágráur við 11-12 myrkum tvørbondum. Hann er ljósari undir búkinum. Viðhvørt er steinbítur brúngrønligur.

Eyðkenni

Serliga tær myrku tvørstrikurnar og tann grábláa skræðan. Sterku tenninar, og tað, at hann bítur ógvuliga fast.

Týdningur

Steinbítur er virðismikil fiskur, sum verður seldur á fiskamarknaðunum, eisini í Føroyum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Steinbítur, Hundfiskur
Lat:Anarhichas lupus
Dan:Havkat, Stribet havkat, Søulv
Eng:Wolf-fish, Catfish, Sea cat, Seawolf, Steen biter
Fin:Merikissa
Fra:Loup de mer, Loupe
Gri:Lykópsaro
Grø:Qeeraaraq, Kigutilik, Qeeqqat
Ísl:Steinbítur, Sladdi
Ita:Bavosa lupa, Lupa di mare, Lupo di mare
Jap:Teiseiyo-namazu
Ned:Zeewolf
Nor:Gråsteinbit, Gråbeinfisk, Havkatt, Kattfisk, Ulvefisk
Por:Peixe lobo riscado, Gata
Rus:Zubatka, Obyknovennaja zubatka, Polosataja zubatka
Sco:Sea wolf, Steen biter
Spa:Perro del Norte, Lobo
Sve:Havskatt, Havkatt
Týs:Gestreifter Katfisch, Katfisch, Seewolf, Wasserkatze
USA:Ocean catfish

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…