{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kalvi

Hippoglossus hippoglossus

Kalvi er høgravendur flatfiskur. Hann hevur stóran heys, stóran kjaft og smá eygu. Strikan er nógv bogin oman fyri uggafjøðurina. Hann hevur stóran stert eitt sindur innbogin aftan. Eina langa ryggfjøður frá vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna, smáar búkfjaðrar og lutfalsliga smáar uggafjaðrar.

Útbreiðsla

Kalvi er í Eysturgrønlandi, Íslandi og Føroyum, norður í Barentshavið, suður við norsku strondini til norðara part av Norðsjónum, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina, við Rockall og á Hattonbanka. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og suður við Norðuramerika til Cape Cod.

Stødd

Kalvi verður upp í 365 cm langur, møguliga longri. Vanlig longd 50-200 cm. Rognakalvar verða væl størri enn siljakalvar.

Dýpi

Kalvi er av grunnum vatni nær landi út á 1000 m ella djúpari, langt til havs.

Litur

Hann er dimmur, svartur, brúnur, gráur um bakið, viðhvørt nakað sprøklutur.
Hvítumegin er hann mjólkarhvítur, men viðhvørt síggjast kalvar, ið eru svart- ella gráblettutir hvítumegin.

Eyðkenni

Hann er tann størsti flatfiskurin. Høgravendur. Bogaða strikan. Undirbit.

Týdningur

Kalvi er dýrur fiskur, ið nógv verður roynt eftir. E.S. Í Íslandi veiddist í 1935 kalvi, ið var 365 cm langur og vigaði 266 kg. Í Føroyum vita tey við vissu um kalvar yvir 300 cm, ið vigaðu meira enn 200 kg. (Zoo. Faroes og Íslenskir fiskar). „The Fishes of the British Isles og NW-Europe“ sigur, at kalvi kann viga upp í 316 kg.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kalvi, Agnaspjað, Búkalvi, Fellifiskur, Felliskalvi, Flasa, Flundra, Fløta, Geiraspjað, Geiraspjørr, Grábein, Hveita, Kalvaspjað, Klovningur, Kveita, Kølva, Legukalvi, Legukølva, Lógvi, Nebbasnubba, Spjað, Spjaldur, Spragga, Sprøka, Stybbingur, Stývingur
Lat:Hippoglossus hippoglossus
Dan:Helleflynder
Eng:Halibut, Atlantic Halibut, Baldin, Birdie, Blacksmith, Bradan leathan, But, Chicken but, Da fish, Helliflounder, Laager
Fin:Ruijanpallas, Pallas
Fra:Flétan, Fletan de l’Atlantique, Flétana, Holibut, Ollara
Gri:Hippóglossa, Hálibat
Grø:Nataarnaq
Ísl:Lúða, Flyðra, Heilagfiski, Spraka, Stórlúða
Ita:Ippoglosso atlantico, Halibut
Jap:Ohyô, Teiseiyo hariba
Ned:Heilbot
Nor:Kveite, Hellefisk, Helleflyndre
Pol:Halibut bialy, Kulbak
Por:Alabote
Rus:Paltus
Spa:Fletan, Fletán, Halibut, Hipogloso
Sve:Hälleflundra, Helgeflundra
Týs:Heilbutt
USA:Atlantic-halibut

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…