Lútkens úlvfiskur
Lycodes luetkenii
Hann er langur og mjávaksin fiskur. Kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 13% av heildarlongdini. Uggafjøðurin er um 16-17% av heildarlongdini. Hann hevur ongan stert, men rygg- og gotfjøðurin ganga saman í ein spíss á sporlsendanum. Hann hevur eina striku mitt aftur eftir síðuni. Roðsla er fram til fremra enda á ryggfjøðurini. Hann er roðsluleysur undir búkinum og á ómakaðu fjaðrunum. Av gronini til fremra enda á gotfjøðurini eru um 48% av heildarlongdini.
Útbreiðsla
Lútkens úlvfiskur er lítið kendur. Menn vita bert um tveir slíkar fiskar á okkara leiðum, annar teirra er veiddur í Hetlandsrennuni í 1910 á 1098 metra dýpi. Lútkens úlvfiskur er vanligari í tí kalda sjónum í Norðurhavinum, við Svalbarð og í Davisfirði.
Stødd
Lútkens úlvfiskur verður upp í 49 cm langur.
Dýpi
Hann er fingin millum 839 metrar og 1098 metrar. Hann er í køldum sjógvi, umleið ÷1°C.
Litur
Hann hevur døkkan lit, 5-6 ljós bond frá ovara kanti á ryggfjøðurini og nakað niður á síðurnar, er helst ljósur eisini tvørtur um nakkan og aftur til kápuna.
Eyðkenni
Longdin av gronini til gotfjøðurina. Hann hevur eina striku.
Týdningur
ann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Lútkens úlvfiskur |
Lat: | Lycodes luetkenii |
Ísl: | Djúpmjóri |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…