Djúpangi
Holtbyrnia anomala
Djúpangi er smalur, høgur fiskur. Hægstur um nakkan, og lækkar javnt aftur í klingruna. Hann hevur eina lítla ryggfjøður afturi á sporlinum, eina gotfjøður beint undir, nakað aftari enn ryggfjøðurin. Hann hevur smáar búkfjaðrar beint aftan fyri miðjan fiskin. Uggafjaðrarnar eru smáar. Høvdið er stórt, meira enn 1/3 av standardlongdini, spískan trant, stór eygu. Kjafturin er meira enn dupult so langur sum eygnatvørmátið og kemur væl aftur um eygað. Hann hevur smáar tenn. Ein lítil angi stendur út fremst undir strikuni yvir uggafjøðurini. Veik ella neyvan sjónlig ljósgøgn eru undir búkinum og klingruni.
Útbreiðsla
Djúpangi er frá Ittoqqortoormiit, Íslandi, sunnan fyri Føroyar og suður til Namibia. Hann er vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Dohrnbankan og Diskovíkina. Hann er fingin út av Lúsabanka og har um leiðir.
Stødd
Størstu djúpangar eru umleið 25 cm langir.
Dýpi
Hann er við botnin og uppi í sjónum úr 700 m niður á 2700 m.
Litur
Hann er javnt dimmur. Inni í kjaftholuni og táknaholuni er hann svartur.
Eyðkenni
Stóra høvdið og lítli angin yvir uggafjøðurini.
Týdningur
Djúpangi hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Djúpangi |
Lat: | Holtbyrnia anomala |
Dan: | Storhovedet skulderlysfisk |
Eng: | Bighead searside |
Ísl: | Græðisangi |
Spa: | Seársido, Cabeza lustrosa, Cabeza pintada |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi