Skrubbuti úlvfiskur
Lycodes squamiventer
Skrubbuti úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Hann hevur ikki stert, men ryggfjøður og gotfjøður ganga saman í ein spíss aftast á sporlsendanum. Við fremra enda á gotfjøðurini er kropshæddin umleið 9-11% av heildarlongdini. Roðsla er um kroppin, eisini um búkin og fram til uggafjaðrarnar. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar. Hann hevur smáar búkfjaðrar, 2,6-3,0% av heildarlongdini. Av gronini aftur til gotið eru umleið 38-41% av heildarlongdini. Ryggjargeislarnir eru millum 97 og 104 í tali. Skrubbuti úlvfiskur hevur meiri roðslu enn flestir aðrir úlvfiskar. Smáskrubbutur er hann mest sum um allan kroppin, um mesta av festunum undir ryggfjøðurini og gotfjøðurini, men ikki um høvdið. Strikurnar eru tvær. Ovari partur gongur mitt eftir síðuni og er ótýðiligur, niðari partur er týðiligur og gongur beint yvir gotfjøðurini og næstan aftur á sporlsendan.
Útbreiðsla
Skrubbuti úlvfiskur er norðan fyri Íslandsryggin. Hann er í Beaufortshavinum og Davisfirði.
Stødd
Skrubbuti úlvfiskur verður upp í 26 cm langur.
Dýpi
Hann er á mórubotni, úr 350 m niður á 1750 m í sjógvi kaldari enn 0°C.
Litur
Kroppurin og fjaðrarnar eru javnbrún, ella grábrún. Hann er ljósur undir búkinum. Hann hevur hvørki ljós bond ella annað. Royggið er myrkabrúnt til svart. Møguliga eru svartir blettir millum ljósu búkskræðuna og brúna litin ovari.
Eyðkenni
Lítli fiskurin. Liturin, eingi ljós bond um bakið. Nógva roðslan. Strikurnar.
Týdningur
Skrubbuti úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Skrubbuti úlvfiskur |
Lat: | Lycodes squamiventer |
Dan: | Bugskællet ålebrosme |
Ísl: | Nafnlausi Mjóri |
Nor: | Skjell ålebrosme |
USA: | Scalebelly eelpout |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…