
Sars-úlvfiskur
Lycenchelys sarsii
Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.
Útbreiðsla
Undir Føroyum er hann fingin eystur av bankunum eystanfyri. Er annars fram við Noregsstrondini frá Skagerrak til Finnmørkina, Kolanes og Svalbarðs. Er skrásettur undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann fingin á Grandbanka og í Davisfirði.

Stødd
Verður upp í einar 12-15 cm langur.
Dýpi
Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.
Litur
Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.
Eyðkenni
Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Sars-úlvfiskur |
Lat: | Lycenchelys sarsii |
Dan: | Sars porebrosme, Sars ålebrosme |
Eng: | Sar’s wolf eel |
Ísl: | Sars-álbrosma |
Nor: | Sørlig ålebrosme |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…